Tað havi eg ikki hoyrt fyrr. Pávin poppar í Róm og gevur 11 sangir út á fløgu í 55 minuttir. Ella sum download og stroyming á Spotify , ja, við allar tøkni, sum frammi er í dag. Á YouTube skrivar ein Rafik: Cheers pop Francis, even atheists appreciates your music! Music connects people! Eg kundi ikki verið samdari. N ýggja Rolling Stone blaðið, sum kom í dag, ummælir pávasavnið, ið hevur heitið Wake Up! og gevur 3 stjørnur, sum er meir enn Def Leppard fáa á somu síðu. Infallible , lýtaleyst, sigur ummælarin um sangirnar, ella ljóðmyndirnar, hjá 78 ára gamla Frans páva. Millum og afturvið tónleikinum, sum er rokk, popp og latín, talar pávin til lurtaran á italskum, spanskum, portugisiskum og enskum um frið, virðing, umvørvisvernd og at hjálpa næstanum. Sterku prædikurnar, sum eru tiknar upp í ymsum londum árini 2013-15 er produseraðar av Don Giulio Neroni, sum fyrr hevur gjørt upptøkur við øðrum pávum í Róm. Italski tónleikarin Tony Pagliuca, sum hevur gjørt fle...