Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2021

Hvar fór tað norðurlendska?

Í donsku sjónvarpssendingini Anne og Anders i Norden , sum eisini hevði ein framúr væleydnaðan part úr Føroyum, hava vertirnir, Anne Hjernøe og Anders Agger, í seks pørtum leitað eftir kensluni fyri tí norðurlendska, sum tey siga, um hon yvirhøvur er til, og hvar hon er at finna.  Í sætta og seinasta parti lendu tey í kvøld í Finnlandi og kundu leggja lok á vælskipaðu sendingarnar við einum positivt játtandi útgangsreplikki: Der er en nordiske følelse derude . Hon finst, og er har, bara tú leitar hana upp, norðurlendsku kensluna, og kenslan yvirhøvur fyri tí norðurlendska. Men í Sosialinum fríggjadagin gjørdi Eyðun Klakstein meg varugan við eina regluliga kanning av júst sama evni, sum Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið skipa fyri. Undir heitinum Støtte og skuffelse. Holdninger til nordisk samarbeid hava tey í ár spurt 3400 norðbúgvar, hvat tey halda um norðurlendska samstarvið, og hvat tey halda, at mesta skal gerast burturúr.  Av hesum eru tilsamans 200 fólk úr...

Tá journalistar leggja eftir listafólki

Millum teir bestu filmarnar, eg havi sæð í biografinum í ár, er nýggi filmurin hjá Ole Bornedal Skyggen i mit øje . Havi hugt eftir honum umaftur, og eri sannførdur um, at hetta eisini er ein týdningarmikil filmur í okkara tulkingarfelagsskapi beint nú. Hóast hann ítøkiliga tekur støði í hendingini, tá okkara bretsku viðhaldsfólk bumbaðu ein franskan barnaskúla á Frederiksberg undir krígnum, er filmurin tíðarleysur, serliga í lýsingini av einum donskum hipo-manni, sum sær gálgan fyri sær, nú kríggið rennir út. Unga nunnan, dóttir leikstjóran, opnar herligheitirnar fyri honum, og gevur honum síðan bønarbókina at lesa úr. Av katólska knæfellinum stamar hann fram úr sær, so vit næstan ikki hoyra tað: ”Eg dugi ikki at lesa!”  So lesur hon fyri honum. Soleiðis sum galdandi er í nýggjari tíð í okkara tulkingarfelagsskapi - genturnar lesa, meðan maðurin er so marginaliseraður, at hann hvørja løtu kann lesa seg út av eggini. Helst er tað hesin veruleiki, sum gevur skrivandi monnum bæði br...

Arbeiði og tú

Tað er so ymiskt, hvat vit til gerandis fokusera uppá. Morgunsendingin í Útvarpinum heftir seg við altjóða bamsudagin, og heimsstovnurin Unesco viðgerð vikuna á tamb teir førleikar, sum ung og gomul eiga at hava at lesa og brúka miðlar, medialiteracy , skal landið metast sum framkomið. Mitt í hesum meldrinum bar postmaðurin, jú eg haldi tað er ein maður, ein lepa frá Pál og Anniku, eg brúki bara persónsnøvnini, tí stovnsnøvnini er so long, at tú villist í teimum, at siga frá um arbeiði, og hvussu tú hevur tað til arbeiðis. Agnið, at svara kanningini, er ein nýggj Apple iPhone 12, sum hevur eitt so frálíkt kamera. Tað sá eg í gjár, tá morgunroðin var um allan himmalin og tað ekkóaði um alt Facebook. Bestu myndirnar vóru tiknar við júst hesi telefonini, sum er fløt, hevur øll filtur og passar í allar lummar. Her er tað Guri Tórsdóttir, sum úr Hoydølum hevur tikið eina fantastiska mynd við iPhone 12 av næmingum, sum njóta lívgandi morgunljósið. So eg var engdur og krøktur við brestin og s...

Nær blivu bústaðir bara pengar?

Fyrr, tá alt var betri, tosaðu arkitektar um at byggja í samljóði við lendið, lata ljós skína gjøgnum húsið, ið skuldi vera ein organisk vera, sum altíð segði nakað um tey, ið har búðu. Húsið var teirra narrativ. Serliga var tað arkitekturin Palli Gregoriussen, ið plagdi at taka til, at tú altíð skuldi byggja í og við lendinum, og aldri uppímóti ella í andsøgn við lendið, tá tú vart arkitektur og skuldi tekna og byggja hús fyri fólk at liva í. Men so hendi tað bráddliga, haldi tað var í Hoyvíkshaganum, har fólkatalið eksploderaði og eftir ongari tíð bleiv tað næststørsta í landinum, eins stórt og í Klaksvík. Í hesi gongd við vøksturi, tilflyting og tiltakandi íbúðarneyð, veksur fram ein sjálvsagdur vilji at betala tað, sum tað kostar, at fáa tak yvir høvdið og seta fót undir egið borð, sum sagt varð fyrr. Fót undir egið borð. Ein heil messa í Ítróttarhøllini á Hálsi, har tú skuldi betala fyri at sleppa inn, fyri at vita, hvør best kundi selja tær eini hús, sum tú kundi ganga runt um og...

Skál vinnur í Chicago

Til lukku! Føroyski heimildarfilmurin Skál , ið lýsir Daniu O. Tausen, sum flytir av Toftum til Havnar, møtir Trygva Danielsen, fer at lesa á Setrinum og gevur út yrkingasavnið Skál , hevur vunnið gyltu Hugo virðislønina í Chicago.  Leikstjórar eru Maria Tórgarð og Cecilia Debel. Silvurvirðislønina vann Babi Yar. Context , sum Sergei Loznitsa úr Ukraina hevur gjørt. - Eg valdi at savnið skuldi eita Skál , tí at tann síðsta yrkingin í bókini eitur so, og hon er tann yrkingin, sum vekur mest áhuga og tekur mest kontroversielt upp. Tað er eisini ein befríðandi tittul. Ein fagnaður til lívið. Ein skál kann rúma nógvum, og at skála er at hyggja hvønn annan í eyguni og savnast um okkurt. Og tað er vakurt og passar væl til, haldi eg. So kunnu summi halda at tað er ov fjasut, ella myrkt ella alkoholfokuserað, men tað er ikki soleiðis eg síggi tað. Og tað, at Maria og Cecilie vildu kalla filmin fyri Skál eisini, kann eg bara vera glað um, sigur Dania í samrøðu við Birkblog. Í filmskránni í...

Heimlig viðurskifti í undirvísingini

At styrkja næmingar við vitan um heimligt tilfeingi, er drívmegin hjá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi. Í gjár fekk hann evropeiska virðisløn fyri talgilda undirvísingartilfarið “ Sjófeingi ”, sum Nám eftir stuttari tíð hevur gjørt saman við føroysku vinnuni. Í sambandi við virðislønarhandina í Námi, greiddi Eyðun frá, hvussu nýskapandi tilfarið í náttúru og tøkni bleiv til. - Bakkafrost vendi sær á sumri í 2019 til okkara um ger av talgildum tilfari til miðdeild viðvíkjandi aling. Veturin 2019/2020 samskiftu vit aftur og fram, og gjørdu so av at bjóða tilfarið út á Keypsportalinum hjá Gjaldstovuni í august í fjør, sigur Eyðun. Útboðsheitið, sum varð “talgilt undirvísingartilfar um føðslu og burðardygd”, er ætlað næmingum í 4. - 6. flokki, har føðsla, burðardygd og ábyrgdarfullur matídnaður eru evnið. Í lýsingini varð sagt, at tilfarið skal fevna um leiklutin hjá alivinnuni og fiskivinnuni í Føroyum og at undirvísingartilfarið í vavi skal fevna um 10 undirvísingartímar. Tilfarið skal stuðla...

Hvussu Katwijk legði høvini undir seg. Familjufyritøkan Parlevliet & Van der Plas gjørdist heimsmeistari gjøgnum lobbyarbeiði og sølu av fiskirættindum

Mynd av bryggjuni í Klaksvík har stropparnir hjá Parlevliet & Van der Plas úr Katwijk halda einum Strandferðslubáti. Bart van der Pol, sum er útvarpsmaður í Katwijk, hevur fyri føroyingar umsett til enskt eina niðurlendska blaðgrein, sum blaðið Leidsch Dagblad og samtakið Spit hava savnað og givið út í gjár. Henda søgan og aðrar søgur um Parlevliet & Van der Plas í Katwijk eru skrivaðar við stuðli úr Quality Impulse South Holland Journalism.  How Katwijkers conquered the oceans. Family business Parlevliet & Van der Plas became a global player through lobbying and trading in fishing rights The Annelies Ilena, the largest fish trawler of Parlevliet & Van der Plas.© Photo Parlevliet & Van der Plas Bram Logger & Parcival Weijnen, Hielke Biemond 16.10.2021 kl 07:00 KATWIJK Parlevliet & Van der Plas is growing impetuously. The fishing company makes acquisitions all over the world. But the presence of the Katwijkers also meets with resistance. How cou...

At fáa svarta kúlu

  Roynir tú at sleppa inn í Klubban frá 1799, kanst tú fáa svarta kúlu, tá teir menn, sum framman undan eru innlimaðir, hava ballotatión og ikki vilja hava teg inn. Umráðandi er at fáa so nógvar hvítar kúlur, sum gjørligt, helst onga svarta, tí tá ert tú óynsktur, dilitaður sum á Facebook, og sleppur ikki uppí felagsskapin við teim hvítu kúlunum, tá talt verður upp. Soleiðis kann tilveran verða sett í system. Um tað ljóðar sum heksakunstir, so er tað tað. Blackball er heitið á nýggjasta av trimum sangum hjá Jósef Zachariassen. Sangirnir, sum eru enskir, eru við á komandi savninum Summer ,  har titulsangurin er sum ein nýføddur Anton Carlos Jobim, sum við Waters of March skolar upp á eina føroyska bossanova strond. Framúr! Baksýnið er í førinum Blackball darrandi varislig elektronika, so kemur ein prædikumaður inn í ljóðmyndina, og lesur við mjúkari rødd úr King James Bíbliuni úr seytjandu øld um at tykta sonin við koyrili. Og tað er slettis ikki hin tíðarvilsta uppistandss...

Hvør hevur maktina í Nútíðarhavnini?

Hvørki íbúðir ella tjóðpallur. Nei, ítróttur uppi í Hoyvikshaganum, tí at nøkur klára seg væl í hondbólti fyri tíðina og ikki passa inn í høllina, sum skattaborgarar júst hava fíggjað niðri á Hálsi.  At íðka og halda seg virknan eitt langt lív er gott, men í eini samhaldsfastari samfelagsskipan, har alt verður fíggjað við andre folks penge og mínum egna skattaíkasti hvønn dag í árinum, haldi eg ikki at tað er rætt at seta so nógvar kollektivar skattakrónur í hondbóltshøllina, sum eisini kann brúkast til okkurt annað, soleiðis hissini, tá onkur hevur hug til tað, kanska seyðasýning har uppi í haganum. Politikkur er at prioritera.  Hóast sjálvur Tjóðveldisflokkurin, mín egni heiðurskrýndi hugsjónarflokkur, hevur havt akkurát sama aðalmál, 75 ár eftir fólkaatkvøðuna - at byggja eina ítróttarhøll - er hetta ikki á nakran hátt røtt politisk prioritering, sæð úr mínum sjónarhorni, um hon so verður kallað Ellintshøll.  Sjálvur vildi eg ynskt, at høvuðsstaðarkommunan tók yvir all...

Og eg, sum helt at eg var seinasti útvarpslurtarin...

Mynd: KVF Allastaðni har eg komi, verður útvarpið sløkt. Tí eri eg so himmalsfegin um kanningarúrslitið , sum vísur at fólk ikki bara brúka Kringvarpið, men eisini hava álit á tí. Hyggasíggj og hoyr, takk og lov! Hinvegin, YouTube og Facebook, ið bara eru har, sum ein planta í góðum ella ringum lendi, eru yvirmett sum tíðindaberar hjá brúkarum. Eg haldi at tey eru tíðartjóvar. Og so er tað tað, at brúkar tú alla tína disponibla tíð á hesum báðum miðlum, so verður tín tíðindahorisontur hareftir.  At tosa um álit og upplýsing í hesum føri, er í besta føri studentikost og stuttligt, helst tí at tað er kulørtari enn stirvnir gamaldags almannagagnligir miðlar, sum vilja náa øll við øllum uppá eingang og ongan fornerma, og allíkavæl gera tað gott! Haldi tað er rættari at fokusera uppá tíðarbinding og hvussu nógva tíð fólk brúka uppá Facebook og harvið forsøma teir veruligu miðlarnar, sum eg ikki haldi at YouTube og Facebook eru, uttan at leggja nakað annað í tað enn tíðarbrúkið.  Tr...

Hvar fer James Bond eftir at hava lagt beinini í Kalsoynni?

Spoiler alert, øll tit, sum enn ikki hava sæð “No time to die” í biografinum. Danska filmstíðarritið, Soundvenue , spyr í nýggjastu greinini, hvar James Bond fer, eftir at hann so definitivt, og fyri fyrstu ferð í fimmogtjúgu filmum, velur deyðan sum exit í Kalsoynni, samstundis um filmurin endar við tiltiknu orðunum ”James Bond will return”. Ikki tí, hvørki Kalsoyggin ella Føroyar verða nevndar í filminum, hóast vit síggja tær og skansan hjá tí ónda Lucifer beint fyri okkara eygum, har í norðasta enda á Kalsoynni við Trøllanesi, Borgaranum og Kallinum. Danski netmiðilin, Soundvenue, spyr við støði í hesum fiktiva veruleika, um James Bond nú verður at sígga í nýggjum spinoff síðusøgum, ið fara at víðka um søguheildina, alt eftir hvussu framleiðararnir lesa marknaðin?  Fer James Bond framhaldandi at vera ein lutfalsliga konventionellur hvítur maður, ella fer hann at verða ein eksplisitt homosexuellur maður, innan hann fær annan húðarlit og kanska eisini annað kyn?  Fara vit at ...

Tikin úr tíð og borin til tín

Í kvøld var konsert í Hátúni í Musikkskúlanum úti við Landavegin í Havn, dygst við Glasir. Tvey nýggj konsert- og upplivingarrúm í útryðjuni av høvuðsstaðnum, sum eg nú havi roynt einaferð í part, fyrru ferð við studentaleikinum Cabaret á Glasi og í kvøld við Kata í Hátúni - á yrkishædd, so tað stendur eftir í. Hástøkk í Hátún! Elstu upptøkurnar av føroyskum sangi eru frá Hjalmari Thurén í 1902. Umframt at vera grundarlag fyri nýggjastu útsetingum hjá Kata á fløgu, sum Tutl gevur út, vórðu hesar søguligu upptøkur eisini flættaðar inn í konsertina. Ein spennandi og eitt sindur mystisk konsertlýsing, Kata 1902 , kanska tí eg ikki hevði verið her fyrr. Tær fimm røddirnar í Kata, Arnfríð Lützen, Birita Adela Davidsen, Eyð Steinbjørnsdóttir, Guðrið Hansdóttir og Unn Paturson, tulkaðu kvæði, skjaldur og barnarím ”um risar við hjartasorg, uppfinningarsamar ungmoyggjar, víkingastríð, syrgiligar lagnur og stuttligar søgur,” sum tær søgdu, undirfundigar. Unn Paturson, sum hevði stemmigaffilin, h...

James Bond gongur sum heitt breyð

- Beint nú eru tað 1500 fólk, sum hava sæð James Bond, og 2200 atgongumerki eru seld, sigur Mourits Clementsen úr Havnar Bio á nátturða leygarkvøldið. - Vit hava spurningar inni um skúlabio fyrrapartar, allar okkara sýningar hava verði heilt útseldar, og so hava vit eykasýningin í dag, sum vit nokk vóru nakað sein úti við. Í morgin er eisini ein eykasýning, sum longu hevur selt nakað, umframt hinar báðar sýningarnar í morgin, ið eru so gott sum útseldar. Nýggi James Bond filmurin “No Time To Die”, sum fær allar bestu ummæli í øllum heiminum, gongur m.a. fyri seg í norðara enda á Kalsoynni, har Trøllanes og Kallurin eru sjónlig frá mongum síðum og á mangan hátt. Atlantis, sum nú eitir Norð Bio, vísur eisini nýggja James Bond filmin, sum helst fer at verða mest sæddi filmur í ár. Eftir ársskiftið gevur Posta út eitt føroyskt James Bond frímerki í hesum sambandi.

Wilkinson møtir Benjamin 75 ár eftir Nürnberg

Í dag eru 75 ár síðan rættarfundirnir, Die Nürnberger Prozesse , vórðu loknir í Nürnberg, har nasistar vórðu dømdir fyri krígsbrotsverk og orðið genocide fyrstu ferð varð brúkt í altjóða rættarskjølum. Rættarfundirnir vórðu hildnir frá 20. november í 1945 til henda dag í 1946, hin 1. oktober. 75 ár eftir rættarfundirnar í Nürnberg hevur bretski dokumentaristurin, David Wilkinson, møtt ungarska sakføraranum, Benjamin Ferencz , sum er 101 ára gamal, og er hin seinasti ákærin úr Nürnberg, ið enn er á lívi.  Burturúr er komin ein 175 minuttir langur heimildarfilmur, Getting Away with Murder(s) , sum Wilkinson nú ferðast við í bretskum biografum.  Umframt Benjamin Ferencz tosar hann í filminum við Mary Fulbrook, Dan Plesch, yvirlivararnar Kitty Hart-Moxon, Malka Levine og Arek Hersh, nasistajagstraran Stephen Ankier, bretska útvarpsmannin Robin Lustig, týska ákæran Jens Rommel, Holocaustlæraran Philip Rubenstein og James Smith, sum skipar fyri Holocaust minnismerkjum. David Wilkin...