Skip to main content

Posts

Tá framtíð gerst samtíð

Sosialurin, Vikuskiftið, 5. januar 2001: Nú eru longu fleiri ár liðin síðani árið 1984 fór í kav og vit kundu smýrast at ræðandi framtíðarsøgu George Orwells við sama navni. Og eisini filminum, sum kom sama árið Nú er aftur eitt ár upprunið, har ein framtíðarsøga gerst samtíðarsøga. Tað er skaldsøgan "2001: A Space odyssey", sum bretski rithøvundurin Sir Arthur C. Clarke (f.1917) skrivaði í 1968. Hetta kollveltandi árið fann hann saman við filmsleikstjóranum Stanley Kubrick (1928-1999) og burturúr hesi framtíðarsøguni skrivaðu teir handritið til samnevnda filmin, sum er um tiltiknu rúmdarferðina í 2001. Filmurin hevur langt síðani fingið kult-status og eftir at Kubrick doyði vóru flestu filmar hansara givnir út á DVD. Sir Arthur C. Clarke er ein av virknastu og mest kendu science fiction rithøvundum. Hann hevur eisini verið virkin granskari innan tøkni, samskifti og rúmdarferðir. Longu í 1945 hugsaði hann sær til ein samskiftis-fylgisveinin. Tað var í grein, hann nevndi Extr

Klaksvík kallar

UMMÆLI. Mangt bendir á, at listarligi ásurin í ár hevur flutt seg úr meginøkinum norður til Klaksvíkar. Í hvussu er á rútmiska fløgumarknaðinunum. Meðan tónleikur og ljóð eru framúr, tykist minni verða gjørt burturúr teksti og rættlesturi, heldur skúlalærarin við reyða jólapenninum Birgir Kruse Nýliga eru komnar tvær fløgur úr Klaksvík, sum tó báðar hava rót í útheiminum. Hin fyrra Sangur til frælsi í svensku tekstum Afzeliusar og hin seinna A matter of time við rót í altjóða ensktmælta gospelmarknaðinum. Hin fyrra er spæld inn í Studio Pegasus í Klaksvík og hin seinna í JakZak Studio í Havn og Nashville í USA. Hesi bæði føroysku ljóðstudio eru helst einastu virkandi av sínum slagi ídag. Leiðandi kreftirnar á fløgunum báðum eru klaksvíkingarnir Steintór Rasmussen og Torkil Mørkøre. Teir hava gjørt eitt megnar arbeiði, sum nú verður lagt fyri almenningin. Ørindi teirra eru ymisk, sum eg skilji tey. Steintór vil á heimligum botni varðveita eina mynd ikon úr sjeytiárunum, meðan Torkil

Spírin verður lagdur í barnaárunum

Vikuskiftið, Sosialurin 8. desember 2000 SAMRØÐA. - Tá tú skrivar, verður tú meira opin fyri øllum, sigur Sólrun Michelsen. Tú sært og hoyrir og leggur tær í geyma á ein annan hátt enn áður. Tú fært inspiratión av øllum uttanum teg. Einki er so spennandi sum veruliga lívið - Sólrun, hvat er títt dagliga yrki? Eg eri fyrisitingarleiðari á eini heilsølu í Havn. ... men tó so, tú hevur eisini skrivað? Ja. Eg byrjaði seint at skriva, men seinastu sjey-átta árini havi eg skriva nógv. - Hvussu nógvar bøkur hevur tú skrivað higartil? Eg havi skrivað tríggjar bøkur. Hin fyrsta Argjafrensar kom út í 1994. Hetta er ein bók um barnaár míni á Argjum, sum tá var ein lítil bygd. Sum barn hevði eg lítið og einki við stórbýin Havnina at gera. Vit spældu í fjøru, bøi og haga, og vit kundu eisini spæla á vegnum, tí har var so gott sum eingin ferðsla. Bussóli kom einar tvær ferðir um dagin. So bardust vit um at hanga afturúr so langt vit orkaðu at renna. Annars var bara skipasmiðjubilurin, og so onkur, s

Góð skriving, er tað ikki gandur?

Sosialurin 24. november 2000: HARRY POTTER Í grundini er tann foreldraleysi Harry Potter tann lítli prinsurin, ið kemur frá einari aðrari klótu. Hann veit bara ikki av tí sjálvur, at hann hevur serligar gávur, at hann hevur gandamegi í sær, sigur týðarin Gunnar Hoydal í samrøðu. – Haldi sjálvur, at tað er hetta, sum nógv børn kenna seg aftur í: Hvør eri eg? Tit halda meg kanska bara vera ein lítlan lort, men bíðið bara! Samrøða Birgir Kruse Fyrstu ferð eg hoyrdi navnið Harry Potter, helt eg tað var ein poppstjørna. Men sum Hodja, so bleiv eg klókari...men hvussu ert tú, Gunnar, komin tær uppí alt hatta hóvastákið við Harry Potter? Eg hyggi av og á í útlendsk bløð og tíðarrit, sum viðgera bókmentir. Tað man vera eitt ár ella hálvtannað síðani, at eg festi meg við navnið Harry Potter, kanska tí at ein stórur enskur rithøvundur eitur nakað tað sama: Dennis Potter. Tað var hann, sum skrivaði fleiri tiltiknar, nýskapandi sjónvarpsrøðir, t.d. The Singing Detective. Men tað var

Eg dugi ikki at syngja - men eg havi sál!

Sosialurin 3. november 2000: Rokklyrikkur Birgir Kruse Í SKÚLA Har tónleikur altíð hevur førkað meg, tosað við mítt hjarta og mínar kenslur, hevur skúlin heldur tókt mær at verið ein staður, har tú fært ein lista við upplýsingum, frymlum, vitan og øðrum, sum tú síðani tekur til tín ella blakar burtur. Tað kanst tú ikki við tónleiki, sigur yrkjarin Petur Jensen. - Eg trúgvi ikki, at tað ber til at siga, at Backstreet Boys hava lært meg meiri enn Dostojevskij ella Jóanes Nielsen. Hesi hugtøk eru hvør sítt. Men vit taka okkara ávirkanir við í skúla. Tað er ikki av tilvild, at Limp Bizkit stendur skrivað sum graffitti á onkrum veggi í onkrum skúlagarði. Limp Bizkit eru eins viðkomandi fyri ein tannáring, sum Clearasil ella søgubókin hjá Chr. Høj eru tað. Og tað er gott! Í sanginum »No Surrender« sigur Bruce Springsteen »We learned more from a three-minute record, baby, than we ever learned in school«. Sum læraralesandi á síðsta ári og hartil yrkjari, hvat heldur tú um hesa útsøgn? Does i

Børn skilja munin

Sosialurin 6. juni 2000: TELDUSPØL Børn eru tilvitað um munin millum veruligan harðskap og tann, sum fer fram í telduspølum. Og tað er meira avbjóðingin enn harðskapurin í telduspølunum, sum lokka tey at spæla Harðligar myndir frá sjónvarpi ella telduspølum kunnu vera ein av mongum orsøkum, tá børn og ung fremja harðskap, men orsøkin til harðskapin skal ofta finnast í einum samanspæli millum fleiri ymisk sosial viðurskifti. Hetta er ein av niðurstøðunum í høvuðsritgerðini í PD-lestri í miðlum og samskifti á Danska Læraraháskúlanum, sum Birgir Kruse júst hevur gjørt. Hann hevur kannað ávirkanina, sum harðskapur í miðlum - sjónvarpi, filmum, telduspølum og øðrum - hevur á børn og ung, og niðurstøðan er, at telduspøl eru hvørki høvuðsorsøk ella einsamøll orsøk til, at børn fremja harðskap. Birgir Kruse hevur leitað fram allar hugsandi kanningar á økinum, og hann hevur eisini sjálvur gjørt kanningar í Føroyum og Danmark. Út frá hesum tilfari hevur hann so skrivað høvuðsritgerðina.- Børn e

I kulturens vold

Brot úr: "I kulturens vold - om drenges voldskomsumption i en billedkultur" Birgir Kruse PD Hovedopgave, Medie- & Informationskundskab, Danmarks Pædagogiske Universitet maj 2000: På vej til bageren en fredelig lørdag morgen støder jeg på dagens avisoverskrifter: død, drab, knivstik, voldtægt, voldsporno. Som et ekstra raffinement oplyser Ekstra Bladet med størst mulige typer om dagens ”mord”. Ved nærmere eftersyn ser jeg disse små bogstaver tilføjet: ”på akvariefisk”. Samme dag bringer Politiken et arrigt læserbrev fra en psykologistuderende mor, der nægter datteren at se DR’s tegnefilm selvsamme lørdag morgen. Disney er blevet ren vold, mener hun. Birgitte Holm Sørensen og Carsten Jessens bog om voldelige pc-spil, der tillige omtales i avisen, lader os vide, at børn tager ingen skade af vold, sålænge den er digitaliseret og i velforankret selskab. I samme avis’ bogtillæg omtales en ny børneantologi ”Skæbnen og mig; digte for børn”. Med voksne spørge-digte bringes et ekse

Nýtt álit skal hjálpa politikarunum

Tíðindagrein, Sosialurin 26. apríl 2000: - Virki mentanarlív kostar. Men játtaði peningurin er kortini ikki ein útreiðsla, men heldur ein innløga í samfelagið, segði Gunnar Hoydal millum annað, tá mentanarálit varð handað býráðsformanninum í Havn í gjár. »Havnin - livandi, kveikjandi skapandi«. Hetta er heitið á nýggjum áliti um mentanarpolitik í høvuðsstaðnum. Álitið er gjørt av mentanarbólki mannaðum við átta fólkum, sum Tórshavnar býráð í januar í fjør setti. Bólkurin hevur havt 35 fundir síðani hann varð settur, og í gjár kundi formaðurin í bólkinum, Birgir Kruse, handa býráðsformanninum álitið. Mentanarálitið telur 63 síður og viðgerð 10 høvuðsevni innan mentanina í høvuðsstaðnum. Hesi høvuðsevni eru býráðið og mentanarmál, skúlarnir, ítrótturin, børn og ung, tónleikur, myndlist, sjónleikur, bókmentir og skaldskapur, søvn og stovnar og síðani onnur mentanarmál, sum til dømis bygging, livandi myndir og telda og tøkni. Áðrenn sjálva viðgerðina av ymsu evnunum, verður greitt frá megi