Undirritaði í nýggjum leikluti sum brillumaður í Norðurlandahúsinum 9. mai 2008. Skuldi nakar ivast, er hin maðurin Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi mentamálaráðharri (Mynd: David Nilssen, Dimmalætting) Í samrøðu við útvarpsmannin Finn Jensen, varð eg fríggjadagin 9. mai 2008 spurdur um Gallupkanningina hjá Útvarpinum, har 512 vaksnir føroyingar eru spurdir um tíðindi og lurtaravanar. Stuttligt, at Útvarpið er blivið so opið og útfarandi. Men hóast nógvar svarmøguleikar, sigur nærum helvtin, 45%, seg ikki vita hví tey lurta eftir útvarpstíðindum. Kanska hava vit, bæðu lurtarar og journalistar, ein siðvenju við meinaleysum tíðindum, ið ikki verða annað enn ljóðkulissur afturvið knettum. At rannsaka og granska tíðindi er eisini ein uppgáva fyri skúlaverkið. PISA-úrslitið bendi í onkrum føri á, at næmingar sjálvdan perspektivera og greina tekstir yvirhøvur og so slettis ikki í heimliga tíðindameldrinum. Nú manglar bara at Kringvarpið, kanska saman við hinum miðlunum, tekur stig til eina undi...