Skip to main content

Posts

Maður skal hvessa sær vápn

Maður skal hvessa sær vápn, stendur á slipsinum, ið liggur oman yvir fløguna við Bruce Springsteen. Hansara vápn eru orðini. Ikki tónleikurin (Mynd: Birgir Kruse) Í sjáldsama góðveðrinum koyrdi eg ein biltúr eftir ringvegnum. Í lágu sunnudagssólini, uttan kvøðuljómar, rendi eg Springsteen í spælaran og setti á for. Enn sum áður er Bruce Springsteen bestur í bili. Allar bestur, tá bakspegilin sýnir heimrustina, bygdina og alt tað kenda, sum hvørvur, meðan revolterandi fóturin traðkar á spitaran. I’m pulling out of here. Og so hendir tað. A blackness then the light of a million stars As you slip into in my car The evening sky strikes sparks Hon kemur inn í bilin og saman koyra vit avstað, rýmingar í setandi sól. Bygdin far fingurin og fjarar burtur í bakspegilinum. You and me on the road, baby. Meginskaldið á plátu, Bruce Springsteen, rør aftur á Born To Run (1975) har hann í sanginum Thunder Road sigur All the redemption I can offer, girl, is beneath this dirty hood With a chance to

Working on a dream - fyrsta ummælið

Working on a Dream er heitið á nýggju fløguni hjá Bruce Springsteen. Svenski bloggarin Ingemar hevur fingið fatur á einum eintaki og ummælir hana í dag Svenski bloggarin Ingemar Göransson (58) ummælir longu í dag nýggju fløguna hjá Bruce Springsteen 'Working on a Dream'. Helst er hetta fyrsta ummælið, tí fløgan kemur ikki á marknaðin fyrr enn í næstu viku, mánadagin 26. januar. Havi ikki sæð hana í Føroyum enn, men heitislagið er at hoyra í Útvarpinum. Her er ummælið hjá Ingemar: Bruce Springsteens "Waiting For a Dream" sedan länge förväntade platta finns äntligen ute. Tidigt, i vart fall, om man förbokat den på Ginza för då kom den redan idag (23 januari) istället för det av Columbia bestämda 26 januari så det är mycket möjligt att det här är den första recensionen av plattan. Mina förväntningar var högt ställda efter de senaste plattorna som Springsteen har släppt. Devils & Dust, Magic och Seeger-session-plattorna har varit riktigt, riktigt bra. Så när den länge

Edward Fuglø á Løgmannabreyt

Edward við littekning av myndrondini á gólvinum inni í miðhøllini í skúlanum við Løgmannabreyt. Edward á brúnni í miðhøllini við myndrondini brettari út. Edward á brúnni í stóru høllini mitt í skúlanum (Myndir: Birgir Kruse) Edward Fuglø úr Klaksvík fer at myndprýða størstu bygging nakrantíð í Tórshavnar kommunu. Tað er skúlin við Løgmannabreyt. Týsdagin avmyndaði eg Edward í stóru miðhøllini, har pallur er bygdur inn í veggin og ein stór brúgv sker seg sveimandi gjøgnum rúmið. Edward lýsir listaverkið, sum eina søgu um tann, ið fer út í stóru verð at søkja sær kunnleika og eydnu. Hetta er ein myndrond, ein frisa, sum í støðum er seks metrar høg. Rondin er gjørd úr ymsum tilfari, ið er fest á bróstið í stóru høllini. Fortíð, nútíð og framtíð verða sameind við verum úr fornum søgum og kvæðum, men eisini við antennum og robottum úr Star Wars. Myndrondin sigur søguna um tann, ið lurtar og sær og lærir seg at týða tekin, sigur Edward og heldur fram: - Hetta er eisini søgan um tann, sum he

Obama remaking America

Dagin eftir Minnisdag Martin Luther Kings er Obamadagur í Tórsbyrgi og kring allan heim. Helst verður onkur av røðum Obamas at hoyra á næstu útgávu av ‘Great Speeches of the 21. Century’, sum sæst til høgru fyri telduna, handan tveir Martin Luther King diskar. Retoriska afturljóðið frá King hoyrist týðuliga í røðunum hansara (Mynd: Birgir Kruse) Setanarrøðan hjá Obama var stevføst og sannførandi sum vant. Kanska meiri miðsøkjandi og pragmatisk, enn aðrar stytri og meiri flammandi røður, sum vit áður hava hoyrt. Kann verða, at Obama í valdystinum hevur valt at víðka um støðið, og ikki einans byggja á Martin Luther King og hansara bíbilskt gylta retorikk, men eisini á landsfaðirin Thomas Payne og tað meiri javnt lættkeypta, sum hann nú veit at amerikanarar vilja hoyra. Bara hann ikki blívur leflandi popputur. Tá verða nógv skuffaði. Tí givið er at Obama hevur skapt eitt nýtt tíðarskeið í amerikanskari hugsan, frá bonaðu handilsgólvunum og út á gøtuna, har tey heimleysu svørtu skutra sær

Er tíðin farin frá barnaútvarpi?

Súsanna, Katrin, Fríðbjørg og Beinta avmyndaðar á skrivstovuni í dag (Mynd: Birgir Kruse) Í dag vitjaðu tær fimm Súsanna, Fríðbjørg, Margaret, Katrin og Beinta. Tær ganga á Lærara- og pedagogskúlanum á Frælsinum í Havn. Í lærugreinini samskifti skulu tær gera eina verkætlanaruppgávu, sum til endans er ein útvarpssending. Lærarar eru Firouz Gaini, Mikkjal Mikkelsen, Øssur Winthereig, Poul Guttesen og Inger Smærup Sørensen, og Kári Mikkelsen og Eyðun Klakkstein, journalistar, eru vegleiðarar. Í sendingini, sum skal verða liðug fríggjadagin, skulu tær fimm lýsa barnaútvarpið og hvørt tíðin er farin frá hesum slagi av sendingum. Spurningarnir til mín vóru: *Hvat er tað týdningarmiklasta, sum skal til fyri at eitt barnaútvarp veruliga skal fanga barnið? *Hvat eigur ein so avgjørt at halda seg burtur frá, í barnaútvarpi? *Hvørji eru tey klassisku mistøkini, ið verða gjørd í samband við barnasendingar? *Er tíðin ikki farin frá barnaútvarpi, nú børnini hava so nógvar aðrar møguleikar? *Er tað

Framá, BiografFøroyar!

Yours truly í 3D brillum í Hollywood, august 2008 Heini Gaard spyr í Dimmalætting í dag: Birgir Kruse, Er nakað, tú sært serliga fram til á filmkalendaranum 2009 ? Ja so avgjørt: Menn, ið hata kvinnur – mest lánta bók á býarbókasavninum, har bíðitið er í vikur, hóast fleiri eintøk eru. Samstundis mest selda bók í Norðanlondum, sigst. Eftirsum Býarbókasavnið samstundis fyllir 40 er filmurin settur á 100 ára skránna hjá Tórshavnar kommunu. Og fremsti vitari innan krimisjangruna, okkara egni Jógvan Isaksen, fer at innleiða. Og so fáa vit eitt glas av sjampus. Ein ordilig frumsýning, opin fyri øllum, mitt í Havn. Og so síggi eg fram til filmin Brúðgomminn (Wite Night Wedding) eftir Baltasar Kormákur, sum verður sýndur á íslendsku filmsdøgunum í Havnar Bio 22-26. apríl 2009. Ársins filmur í Íslandi. Og so síggi eg eisini fram til heimildarfilmin um Jóannis Nielsen, sum Katrin Ottarsdóttir ger, hin triðja í røðini um menn úr Havn. Eg vóni, at ein filmklubbi fer at blóma í høvuðsstaðnum, e

Stop The Slaughter in Gaza

Annie Lennox og Bianca Jagger millum bretskar politikarar og aktivistar í London í gjár Undir heitinum ‘Stop The Slaughter in Gaza’ heitir Annie Lennox á stríðandi partaranar at gevast við krígnum og heldur tosa saman. Tiltakið er í 18 bretskum býum. Annie Lennox er kend sangarinna. Hon er úr Aberdeen, vinnuliga vinabýnum hjá Havnini. Í 12 ár var hon gift ísraelska filmsleikstjóranum Uri Fruchtmann. Hartil er hin sosialur aktivistur, ið javnan er frammi og ikki smæðist fyri at siga sína meining. So ein ávísan pondus hevur hon í hesum máli. Lennox er enn eitt dømi um at tað í størri mun verða poppstjørnur, heldur enn politikarar, ið tekna framtíðina. Undan henni hava vit lagt til merkis írsku tónleikararnar Bob Geldorf og Bono, amerikansku filmstjørnuna George Clooney og so eisini meinagóðar kvinnur sum Lady Di og krúnprinsessa Mary. Kulturbloggen, niðast til høgru á hesari síðu, hevur áhugaverda eygbering, ið sampakkar væl við orðini hjá Hans Holm í Kringvarpinum í dag, sí: http://kul

Gott nýggjár

Ovast eru øll í Tórsbyrgi savnað við kyndlum; síðani sæst hvussu fest verður í og hvussu gongan fer avstað; síðani sæst Martin við innbjóðingini, sum er borin í hvørt hús; at enda verður tjóðsangurin sungin og niðasta myndin sýnir Rebekku við bálið (Myndir: Birgir Kruse) Seinasta tíman í gamla árinum savnast fólk í Tórsbyrgi at bera kyndlar, sum Martin Enok Jespersen hevur tilriggað allan dagin. Frá Jógvani Weihe hevur hann fingið eplasekkir úr hessian, sum hann og sonur Erik hava vundið um stokkar, tvey ganga tvey, sum teir siga, og so dyppað alt í dieselolju. Hvørt húsarhaldið í Tórsbyrgi fær so ein kyndil og eftir at fest er í, ganga øll runt økið. Byrjað og endað verður við bálið handan hitamiðstøðina mitt í Tórsbyrgi. Eftir rundferðina verður tjóðsangurin sungin og kyndlarnir verða kastaðir á bálið. So er midnátt og øll ynskja hvør øðrum gott nýggjár við heilsanum, sjampanju og ræstari súpan.