Noomi Rapace, ovast, hevur leiklutin sum Lisbeth Salander. Innan filmurin varð frumsýndur í Havnar Bio hevði Jógvan Isaksen fyrilestur um krimifilm og samanbar Firenze í renneseansuni við Føroyar. Í báðum førum er fólkatalið 50.000. Hugtakandi samanbering. Ytst til høgru liggur gerðabókin hjá Filmslistafelagnum, skrivað í Havnar Bio 3. oktober 1962 (Myndir: Nordisk Film og Birgir Kruse) Svenski rithøvundurin Jan Guillou hevur givið filminum Menn, ið hata kvinnur best hugsandi reklamu. Svenska skrivimaskinan Guillou sigur, at Lisbeth Salander er einki annað enn ein Pippi . Á henda hátt vil hann niðurgerða starvsfelagan Stieg Larsson og alla hansara skriving. Í meðan er Larsson farin úr tíðini, sum sviar so poetiskt siga. Farin úr tíðini. Men tað er tvørturímóti. Meðan Guillou hevur eina negativa fatan av Pippi, so eru øll, ið eg kenni av eini aðrari áskoðan. Tey - eg teljist sjálvur millum hesi - halda at Pippi er ein sterkur og positivur persónur. Egin, gamaní, men við einum persónli...