Skip to main content

Posts

Stasismettarin og Søgan hjá hinum

- Er ein nýggjur partur av 'Das Leben der Anderen' í gerð í Nólsoy? (Mynd: Birgir Kruse) Í kvøld sá eg aftur filmin um Lívið hjá hinum Das Leben der Anderen (Florian Henckel von Donnersmarck, Týskland 2006). Virðislønta týska filmsperlan varð sýnd í DR2 í kvøld og var eins hugtakandi og fyrstu ferð eg sá filmin, sum eg keypti á dvd í Miklagarði, meðan hann enn var spildurnýggjur. Soleiðis flytast føroysk Filmsmekka úr biohallum í handilsskálar. Eftir skakandi Stasisýningina lesi eg í kvøld ein heimliga hemmiligan stubba úr Nólsoy á Vágaportalinum . Her sigur ein Stasismettari frá eini hending í bygdini, har lokala loyniløgreglan, tað er veldið hjá Jógvani Thomsen, einaferð hevur verið og bandað eina samrøðu á privatum matrikkuli. Eg helt meg hava durvað eina løtu og enn vera í týska Stasifilminum, sum lýsti grannar, ið lurtaðu, hvør eftir øðrum, og smettaðu fyri yvirvøldini, ið lønti teim aftur við sigarum og summarhúsum, meðan neyðardýrini vórðu send í arbeiðslegu. Eg

Tórshavnar Marathon í altjóða bók

Craig Balfour ritstjórnar bók hjá Harper Collins um sjáldsom og avbjóðandi støð, har fólk kunnu renna marathon. Á niðaru myndini sæst eitt uppslag úr bókini (Mynd: Birgir Kruse) Á vitjan hjá forlagnum Harper Collins í Glasgow herfyri, greiddi ungi maðurin á myndini, Craig Balfour, frá, at hann arbeiddi við einum nýggjum atlassi, sum skuldi lýsa sjáldsom støð kring allan knøttin, har fólk kundu renna marathon. Eg greiddi onum frá um Tórshavnar Marathon og vísti til heimasíðu teirra. Tilvildarliga korridorprátið í opna skrivstovulandslagnum hevur nú borið ávøkst. Níggjunda Tórshavnar Marathon, sum Bragdið skipar fyri sunnudagin 4. september klokkan 13:00, verður tikið við í altjóða marathon bókina hjá Harper Collins. Í brævi í dag sigur ritstjórin, Craig Balfour, soleiðis: Thank you very much for the information on the Torshavn Marathon. I have managed to include the race in the book and the information you supplied will be of use to us. Hopefully it will help to publicize the ev

William tvær ferðir í gólvið

William við klaverið. Tórshavnar kommuna eigur Heinesenshús við Tinghúsvegin.  Í 1999 setti Leivur Hansen, sum tá var borgarstjóri, ein bólk at skriva eitt mentanarálit fyri Tórshavnar kommunu. Eg var sjálvur við og eg má siga, at eg havi neyvan sitið í virknari arbeiðsbólki. Dagin eftir flaggdagin ár 2000 varð lidna álitið við tilmælum handað borgarstjóranum á Vaglinum. Her sæst alt álitið Havnin, livandi, kveikjandi, skapandi Á blaðsíðu 62 stendur hetta uppskot: Ársins William Øll tey listafólk og mentafólk, arbeiðsbólkurin hevur tosað við, hava eitt felags ynski: At fáa arbeiðsnáðir, frið og umstøður at kunna arbeiða eitt ávíst tíðarskeið við list síni burturav. William Heinesen, sum hevur gjørt Havnina kenda um allan heim, var listamaður á fleiri ymiskum økjum og virkin í skaldskapi, myndlist, tónleiki og sjónleiki. Nú 100 ár eru liðin, síðani hann varð borin í heim, kundi býráðið hóskandi heiðrað hansara minni á ein hátt, sum ivaleyst hevði glett hann meira enn nøkur stand

Pressufrælsið hjá Ben Ali í Tunesia

Fasta plássið hjá Ben Ali var á forsíðuni. Mouldi á terrassuni í Hammamet. Vit koyra eftir Rómverska vegnum mót Djerba og so gjøgnum Chot El Jerid, Pálmaveitina. Niðast Birgir og Mouldi í Kartago (Myndir: Birgir og Unn Kruse) So fall tunesiski forsetin Ben Ali. Fyri fimm árum síðani vitjaði eg har í landinum og hefti meg við, at hóast pressufrælsi, so átti forsetin altíð fremsta pláss í fransktmæltu avísini La Presse de Tunesie . Við somu mynd varð hvønn dag fortalt, hvar forsetin var og hvat hann segði og gjørdi. Og fram við vegnum vóru stór uppsløg við forsetanum á. Hóast mest framkomna arabiska land, eisini við kunngjørdum pressufrælsi, eru ímyndir og atferð forsetans tiknar beint úr fasistiskum ríkjum, antin tey itu Sovjett ella Nazitýskland. Og tó andaði alt frið í Tunis. Men ikki longur. Myndin, sum er tikin afturvið morgundrekka í stovuni hjá beiggja Mouldi í Tunis, høvuðsstaðnum í Tunesia, varð brúkt í skúlabókini Fjølmiðlar . Uppgávan var at grunda yvir, um tað hevð

Blind Boys of Alabama í Gøtu!

The Blind Boys of Alabama á palli í The Jazz Café í Camden, London, 2006. Á næstu myndini sæst umboðsmaðurin til høgru, meðan blindu sangararnir ganga fram við døgurðaborðinum á balkongini. Discostjørnan Candi Staton, dóttir og kona afrikanska sendiharran, og niðast sæst undirritaði lesa úr Dimmu og G festivalskránni í túninum hjá Friedrich Engels, sum bláa skeltið sigur, meðan arbeiðsmenninir smíða (Myndir: Birgir og Unn Kruse) "The Blind Boys of Alabama are recognized worldwide as living legends of gospel music. Celebrated by The Grammys and The National Endowment for the Arts with Lifetime Achievement Awards, inducted into the Gospel Music Hall of Fame, and winners of five Grammy® Awards, they have attained the highest levels of achievement in a career that spans over 60 years and shows no signs of diminishing. G! Festival is proud to welcome them to this years festival edition." Leggið til merkis seinasta setningin: "G! Festival is proud to welcome them to t

Lívgandi, latínskar linjur

Bárður Jákupsson við eitt av trimum stórum verkum á framsýningini í Mest í dag (Mynd: Birgir Kruse) Í dag lat Bárður Jákupsson upp einkarframsýning í Listahøllini hjá Mest, úti á Skipasmiðjuni í Havn. Framsýningin fevnir um 66 verk, oljumálningar og vatnlitamálningar. Í trimum førum er talan um stór verk, oljumálningar, sum eru settir saman. Stuttlig uppsløg við dyrnar í listahøllini á Mest, har Bárður tekur ímóti (Myndir: Birgir Kruse) Bárður tekur brosandi ímóti við borðið, sum ikki er nakað vanligt borð, men eitt lørift úr egnum ateliéri. Stuttligt at síggja eina framsýning, har slíkir smálutir sleppa at spæla við og skapa eina ekstra dimensjón. Høllin er ljós og rúmlig, og hevur nógvar ótroyttar møguleikar í somáta. Borðið, við skrá og prentum, er eitt lørift úr verkstaðnum hjá Bárði (Mynd: Birgir Kruse) Í eina førinum eru komposisjón og litir so lívgandi sprelskir, at tú kennir teg fluttan til Latínamerika, og tær rútmur og tann larm, sum ein sólskinsdag er millum fólk og

MEST sum Bárður

Bárður við ummæli í Politikken framman fyri sær. Tríggir málningar úr framsýningini, sum letur upp sunnudagin (Myndir: Birgir Kruse og úr innbjóðingini) Sunnudagin 23. januar 2011 klokkan 15:00 letur Bárður Jákupsson upp stóra framýning í ljósu og rúmligu listahøllini á skipasmiðjuni MEST í Havn. Talan er um oljumálningar og vatnlitamálningar. Í donsku avísini Politiken 25. august í fjør hevði listaummælarin Peter Michael Hornung ummæli av framsýning hjá Bárði, sum tá var í Værløse. Yvirskriftin  Den store udfoldelse er aldrig for sen sigur nógv, kennir tú Bárð. Hann leggur nógv fyri dagin og hevur aldri spart seg. Sanni listamaðurin er altíð ávegis, altíð í gongd. Soleiðis kenni eg Bárð. Niðanfyri havi eg loyvt mær taka nøkur kut úr danska ummælinum: Hvor mærkeligt det end kan lyde om en maler, der nærmer sig pensionsalderen, så er Bárdur Jákupsson på vej. Han maler, som om det at male umiddelbart og nærmest ustandselig er noget, han først for nylig har fået mulighed for a

Fýra ár seinni...

Fýra ár eru millum myndirnar, sum báðar eru tiknar í Sticky Fingers í London (Myndir: tænari og Gundur Mortensen) Á Kensington High Street í London eru fleiri áhugaverd støð at vitja, teirra millum bilasølan Bristol Cars og matstovan Sticky Fingers hjá Bill Wyman. Matstovuna vitjaðu vit fyri fýra árum síðani og myndin, sum tá varð tikin, endaði í skúlabókini Fjølmiðlar . Í farnu viku tók starvsfelagin Gundur eina mynda av sama persóni á sama staði, mest sum í sama vinkuli. Man tað bara vera brillurnar og matseðilin hjá harra Wyman, sum eru broytt í fýra ár?