Skip to main content

Posts

Kalsoy millum bjørg og hav

At vitja á bygd og koma á tal við fólkið er spennandi, ikki bara í øðrum londum, men eisini her hjá okkum. Hósdagin vóru vit í Námi á námsferð í Kalsoy. Hetta man vera mest og best dokumenteraði túrur hjá einum arbeiðsplássi. Umframt eitt gott og vakið eyga, høvdu flest øll eitt myndatól við. Summi í fikkustødd, onnur speglrefleks við veldugum linsum. Vit byrjaðu ferðina við bygdaleiðum á farstøðini í Havn, eitt korter til sjey. Longur norði, í Kollafirði, Hvalvík og við Streymin, komu fleiri við og sum frá leið vóru vit tjúgu. Bert tvey vóru burturstødd. Bussurin steðgaði í Klaksvík og vit gingu út á ferjuleguna, har Sam førdi okkum yvir á Syðradal. Í salongini var ein sjáldsamur lesikassi við gomlum bløðum, Anders And og Ude og Hjemme. Seinast eg sigldi við Sam á hesum leiðum var 10. august 2004. Tað sigur talgilda myndatólið. Tá var eg í ferðalagi við Ian Anderson, sum er sangari og floytuspælari í Jethro Tull. Hann undraðist yvir føroyska vegakervið og frøddist um at Kalsoyggin

Jógvan Andreas á Brúnni í Lítluvik

Í døgunum 23.-29. juni sýnir Jógvan Andreas á Brúnni fram í Smiðjuni í Lítluvík. Jógvan Andreas er kendur tónleikari úr ORKA og GESTIR, og hevur eisini gjørt vart við seg sum framúr myndamaður. Pól E. Egholm skrivar soleiðis um Jógvan Andreas og framsýningina: Jógvan Andreas á Brúnni er 30 ára gamal og uppvaksin í Fuglafirði. Seinastu tíggju árini hevur hann fyri tað mesta búð uttanlands, og hevur nomið sær útbúgving á myndlistaskúla í Keypmannahavn og listaskúla í London. Jógvan Andreas hevur áður havt listaframsýningar í Ribarhúsi í Fuglafirði og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.. Hann er eisini kendur sum trummuleikari í ORKA og í GESTIR, tveimum av teimum mest nýskapandi føroysku tónleikabólkunum seinastu mongu árini. Sum listamaður fevnir Jógvan Andreas sera víða. Hann hevur altíð teknað og sigur sjálvur, at hann frá barnsbeini av hevur kent seg noyddan at tekna. Stílurin er seregin, og málningarnir eru oftast merktir av teimum skiftandi hugstøðum, ið hann sum persónur við sk

Til lukku, Google!

Einaferð varð ávarað ímóti samankoyring av persónsupplýsingum. Veit ikki, um nakar skilti ella gav sær far um innihaldið í hesum herrópi frá fyrst í áttatíárunum. Eg meini so við, árið 1984 var enn framtíð og eingin hugsaði um Big Brother og The Wall var ikki komin í umfar. Tá eg vaknaði í morgun og tendraði telduna ynskti Google mær til lukku: "Happy Birthday Birgir!" Javel, vita tey nú so væl har yviri í Mountain View í Kalifornia? Ella munnu tað vera persónsupplýsingarnar, sum nú eru júst so samankoyrdar, sum ávarað varð um, og at øll vitan, tú gevur frá tær, viljað ella óviljað, verður meir og meir miðsavnað á færri og færri støðum? Áhugavert, tá tú sjálvur gerst medspælari í einari núlidnar framtíðarsøgu, sum einaferðina æt 2001 og seinni 1984, trúgvi hvør, ið trúgva vil. Framtíðin er núliðin. Annars takk fyri heilsanina, Google!

Prógv og bøkur í sól á Brekku

Var í Vági í veistlu hjá Peturi og Anniku Johannessen, á Brekku, nú hann hevði fingið prógv sum skipsførari, og kann fara frá tveimum strípum til tríggjar. Til lukku, Petur! Í horninum í stovuni, framvið øllum kjøtinum, eisini úr egnum haga, fangaði eygað eina Brúðarbíbliu og eina Lívfrøðibók, Den Lille Brehm . Báðar danskar og frá eini aðrari tíð. Brúðarbíblian er úr slektini hjá Anniku. Á titulblaðnum hevur bókbindarin Herluf Arnason úr Havn skrivað eina heilsan til brúðarparið við handskrift, sum eisini hoyrir eini aðrari tíð til og neyvan sæst í okkara talgildu tíðum. Lívfrøðibókin var flott uttan. Innihaldið tyktist eitt sindur fjart og lítið pedagogiskt. Soleiðis forferst handaverk alla tíðina og gerst søga. Í hesum føri handskrift og bókainnbinding. Við okkum norðuraftur fingu vit eitt tjógv og ein bógv. Slíkt kemur væl við í summarhitanum í Havn.

Flokkurin gleðir seg til nýggjar bøkur...

Núverandi 6. b flokkur, sum í august verður 7. b flokkur, gleðir seg til nýggju bókina í kristni, Kristni 7, sum Charlotta Thorsteinsson og Paulina Andreasen úr Klaksvík hava skrivað og Gunvá Hovgaard hevur ritstjórnað. Sonur hennara, Pól Ási, gongur í flokkinum og vit bæði, Gunvá og eg, nýttu høvið at avmynda bókina í røttum høpi, eini skúlastovu, sum helst fer at brúka bókina eftir summarfrítíðina. Flokkurin heldur til í gamla skúlanum á Argjum, har bygdarásskrivsstova einaferð var fyri Tórshavnar uttanbýggjakommunu. Og skjótt fara tey niðan á Hamarin at ganga í nýggjum skúla, skúlanum á Argjahamri, meðan Kommunuskúlin fyribils flytir inn higar. Soleiðis broytist so mangt. Meðan vit savnaðust um bókina, Kristni 7, spældi Jason á gittar og øll sungu ein sang. Næmingarnir eru umframt Pól Ása og Jason: Bjarki, Bóas, Bjarni, Jónsvein, Rói, Jóhannes, Bára N, Bára B, Tordis, Rakul, Tóra og Malan. Flokslærari er Beinta Skaalum. Henda bókin er partur av heildarætlan, har nýtt tilfar skal fá

Hervør og Høgni løgd fram fyri almenninginum

Edward Fuglø, Hannis Egholm, John Næs Berg og Rannveig Hovgaard. Á niðaru myndini John Næs Berg og Rannveig Hovgaard (Myndir: Birgir Kruse) Í dag var bókaheildin Hervør og Høgni løgd fram í Námi. Bókaheildin, sum byrjaði í 2001, er nú fullfíggjað við hópin av byrjunartilfari í føroyskum til 1.-3. flokk. Høvundarnir, Rannveig Hovgaard og John Næs Berg, hava saman við teknarunum, Edward Fuglø og Hannis Egholm, lesikønum, fylgibólki, eftirmetingarbólki og ritstjóranum, Marjun Ziskason, viðgjørt og roynt tilfarið, sum nú er sett til sølu. John Næs Berg granskar úrslitið (Mynd: Birgir Kruse) Tilfarið í grundbókini, Hervør og Høgni - lesibók til fyrsta , er skift sundur í ein umfatandi ljóðpart, sum kemur áðrenn tekstpartin. Arbeiðsbók er til báðar partarnar, har lesingin, skrivingin og fatanin av tí lisna verða knýtt saman. Partar av bókaheildini eru eisini lærarabók og plakatir við ljóðbussinum og stavraðnum. Bókin er lisin inn á fløgu, sum fylgir við bókini. 8 ára gamal høvundur Ra