At vitja á bygd og koma á tal við fólkið er spennandi, ikki bara í øðrum londum, men eisini her hjá okkum. Hósdagin vóru vit í Námi á námsferð í Kalsoy. Hetta man vera mest og best dokumenteraði túrur hjá einum arbeiðsplássi. Umframt eitt gott og vakið eyga, høvdu flest øll eitt myndatól við. Summi í fikkustødd, onnur speglrefleks við veldugum linsum. Vit byrjaðu ferðina við bygdaleiðum á farstøðini í Havn, eitt korter til sjey. Longur norði, í Kollafirði, Hvalvík og við Streymin, komu fleiri við og sum frá leið vóru vit tjúgu. Bert tvey vóru burturstødd. Bussurin steðgaði í Klaksvík og vit gingu út á ferjuleguna, har Sam førdi okkum yvir á Syðradal. Í salongini var ein sjáldsamur lesikassi við gomlum bløðum, Anders And og Ude og Hjemme. Seinast eg sigldi við Sam á hesum leiðum var 10. august 2004. Tað sigur talgilda myndatólið. Tá var eg í ferðalagi við Ian Anderson, sum er sangari og floytuspælari í Jethro Tull. Hann undraðist yvir føroyska vegakervið og frøddist um at Kalsoyggin...