Skip to main content

Posts

Grækarismessa

Tvey tjøldur sædd av Kirkjubøarvegnum í dag við Koltri í baksýni. Dagurin, sum er almennur flaggdagur, er kallaður eftir katólska pávanum Grækarisi, sum doyði henda dag í 604. Kirkjubøkurnar siga, at hann varð føddur umleið 540. Tjøldur síggjast javnan hesa tíð á Velbastaðhálsi, og fram við vegnum til Kirkjubøar og Syðradals. Í Havn fer nývaldi borgarstjórin, Annika Olsen, at fagna tjóðfuglinum, ið eisini er ímyndin av várinum, við fyrstu grækarismessurøðuni á Vaglinum, har skótarnir sum vant skipa fyri. Men tað er ikki bara tjaldrið, ið er á bønum í Kirkjubø í dag. Har er eisini seyður, stari og kráka. Góða grækarismessu!

Jamen, tey eita so har suðri...

Í gjárkvøldið kom ein suðringur á vitjan við eini várbjór. Hann var komin av norskum skipi, og á borðinum lá Bommhjarta hjá Jóanesi Nielsen, sum eg akkurát hevði lagt frá mær. Kundi ikki halda mær, men mátti lesa eitt søgupetti úr Sumba, har høvundurin málar eitt so livandi almugulív, sum eg ikki havi sæð á prenti áður. Hægri undirhaldskarat á móðurmálinum havi eg ikki rent meg í, og tað so langt ífrá. - Og so eru tað nøvnini, sum Jóanes hevur funnið uppá. Symfor, Gospan, Schønning, Læin og Dalahann. Tað er eitt fantastiskt hugflog at hava funnið uppá hasi sjáldsomu nøvnini, sigi eg við gestin úr Vági. - Jamen, tey eita soleiðis har suðri. Í Sumba og Vági eru hatta livandi nøvn og fólk eita so, sigur hann, og biður lova sær at lesa. Tá kemur ein granni framvið, og fer at tosa um Tóvó, og eg haldi løtuna verða heilt surrealistiska. So skilji eg, at hon tosar um systkinabarnið, og ikki persónin í søguni hjá Jóanesi. Eg spyrji, hvar hann búði, Tóvó. - Yviri við Strond, har t

Víkingavitjan

Í kvøld høvdu vit víkingavitjan. Lítli Olaf hjá Marjun og Hanusi legði seg á skinnið úr Dímun, meðan myndamaðurin lúrdi hann av. Fyrst eitt ordiligt power pose á kvinnudegnum. Soleiðis! Og so eru stundir at rætta sloyfuna fyri myndamanninum. Tí fínt skal tað verða. Manga takk fyri í kvøld!

Pengar til list og mentan

Omanfyri havi eg avmyndað Teit Lassen, tá hann legði "Story Music" fram í Studio Bloch beint undan G festivalinum í juli í 2013. Orsøkin til myndina er, at nevndin í Mentannargrunni Landsins í dag boðar frá, at tey hava givið Teiti starvsløn í eitt ár. Grunnurin sigur, at 146 umsóknir um starvsløn komu í ár, sum er óvanliga nógv. Umframt fjølbroytt listarligt og mentanarligt arbeiði fyri leik og lærd, hevur nevndin lagt høvuðsdentin á dygd. Eftir vandaliga viðgerð av teimum mongu umsóknunum, hava tey gjørt eina raðfesting, so fleiri listafólk fáa arbeiðsnáðir við starvsløn í longri tíðarskeið upp í eitt heilt ár. Starvslønirnar, sum eru longri enn hálvt ár eru hesar: Teitur Lassen, tónleikari, 1 ár Sissal Kampmann, rithøvundur, 1 ár Silja Strøm, myndlist, 1 ár Guðrið Poulsen, leirlist, 6 mánaðir Jens L. Thomsen, tónaskald, 6 mánaðir Randi Samsonsen, tekstillist, 6 mánaðir Bárður Oskarsson, myndarithøvundur, 6 mánaðir Umframt eru starvslønir í styttri tíðarskeið

Tríggjar góðar, og so skal Sjónvarpið hyggja frameftir.

Altso, dett roks, hugsaði eg í morgun. Tað er sum í sanginum um regn, men bara um roks í staðin. Roks og roks og aftur roks. Ikki tí, Kringvarpið hevur oppað seg við einstøkum framúr góðum sendingum í seinastuni, og eini heimasíðu, sum tykist greiðari at leita í og breiðari at velja úr. Tær, ið skara framúr eru kvinnusendingarnar hjá Sissal Kampmann um livikor hjá kvinnum, sum arbeiða við list. Kvinnulist eru sjáldsama góðar sendingar, har verturin týðuliga hevur lært seg at tosa í mikrofon og gevur sær stundir at fylla rúmið við dynamikki frá vælvaldum fólkum, serliga Hansinu Iversen, í einum ljóðrúmi, sum bara hevur mikrofon sum amboð, og so ein bankaráðgeva sum botnperspektiv. Einki annað. Og so slettis ikki upplestur úr frammanundan skrivaðum pappíri. Tað er ein deyðssynd í livandi útvarpi til almenningin. Eisini tá teir gomlu gubbarnir av kallkyni fáa fría talutíð í øðrum sendingum. Gott, hetta. Hin sendingin, ið er komin upp í somu snúningsferð er Afturáaftur , har Ø

Vit fjølgast og verða skjótt 50.000

Fyri fyrstu ferð eru útlit fyri, at vit verða fleiri enn 50.000 fólk í Føroyum. Tí hevur Nám gjørt eina temasíðu á undirvísingarportalinum Snar um fólkatalsfrøði. Har verður tosað við Hans Paula Strøm á Hagstovuni, og tilfar úr Kringvarpinum og øðrum, er eisini á temasíðuni, sum hevur heitið Næstan 50.000. Fyri tvey túsund árum síðan vóru 250 milliónir fólk í øllum heiminum. Fólkatalið vaks ógvuliga spakuliga, tí lívskorini vóru ikki serliga góð, og nógv fólk gjørdust ikki gomul. Í árinum 1800 varð heimsins fólkatal ein milliard. Góð hundrað ár seinni varð fólkatalið tvífaldað, tvær milliardir. Men longu í 1961 var heimsins fólkatal tríggjar milliardir, og í 1999 var talið dupult so stórt. Í 2011 fór fólkatalið upp um sjey milliardir. Framrokningar benda á, at fólkatalið veksur so mikið, at miðskeiðis í 2030’unum verða vit 8,4 milliard, og 9,6 milliard miðskeiðis í 2050’unum. Í nógvum londum, har fólkatalið veksur skjótt, eru vánalig lívskor, meðan onnur lond, ið hava lítlan

Søtur tónleikur frá Jacob Vestergaard!

Í dag varnaðist eg, at Jacob Vestergaard fer at leggja fram uppskot , at taka Føroyar heim, soleiðis at skilja, at nú skal verða loyvt okkum at tekna okkara egna land, gera okkara egna kort, og við fullum loyvi brúka Føroyakortini í okkara egnu føroysku skúlastovum, og stovum yvirhøvur. Tað er so sjálvsagt, at eg øtist, at tað ikki langt síðan er gjørt. Niðanfyri sæst í viðmerking, hvussu gamalt málið er, og nær og hvussu ofta danski myndugleikin hevur spurt, nær vit fara at taka Føroyar heim. Næsta ár fyllir málið 90 ár. Nú eru stundir at lata søgu vera søgu og hyggja fram eftir. Alt tað besta hiðanifrá, at fáa hetta mál ígjøgnum tingið uttan nakað mótmæli. Tí hvør skal verða ímóti at fáa Føroyakortið lógligt heima hjá okkum sjálvum? Tá fáa vit eisini staðfest ein heimligan kortmyndugleika. Go for it!

Fyrsti muslimur fær Oscar

Eins og bløðini í Los Angeles, skrivar elsta filmsavísin í heiminum, 111 ára gamla Variety , at nú hevur ein muslimur fyri fyrstu ferð fingið Oscarvirðisløn fyri avrik í filmsgerð. Tað hendi tá ið 43 ára gamli Mahershala Ali fekk kendu virðislønina fyri besta leiklut, sum ikki er høvuðsleiklutur, best actor in a supporting role í Moonlight, sum eftir mikið rok, og helst heimsins pínligasta grannskoðaraeftirlit, varð kosin besti filmur. Faroe Islands' Minority Film Festival ætlar at vísa filmin í Havn í september í ár. Danski útleigarin Camera Film hevur víst filmin síðan 9. februar og Bo Green Jensen skrivar í Weekendavísini, at " Moonlight er en tidløs dannelsesskildring, som dybest set er farveblind. Det er heldigvis også muligt, at filmen bliver betragtet sådan - og dét i sig selv er bemærkelsesværdigt." La La Land vann ikki færri enn seks Oscarvirðislønir. Hann gongur í Havnar Bio í hesum døgum. Aldri hevur verið so ómakaleyst at síggja heimsins nýgg