Hvørt ár skipar Danska Filmakademiið fyri at Robertvirðislønin verður handað nýggjum filmum, stuttum og langum. Í dag eru øll tey tilnevndu kunngjørd og greitt er, at Andrias Høgenni er ein teirra. Tað er fyri stuttfilmin Ikki illa meint , sum í fjør varð vístur í Cannes og fekk Canal+ virðislønina. Í báðum førum er tað fyrstu ferð at ein føroyskur filmur hevur verið vístur í tílíkum kappingum. Frammanundan hevði filmurin vunnið Geytan. Sum hin einasti í Føroyum, ja í øllum heiminum, hevur Andrias vunnið Geytavirðislønina tríggjar ferðir. Næsta Geytakapping verður leygardagin 15. feburar. Men tá er Andrias ikki við. Undirvísingarportalurin Snar hevur gjørt sáttmála við føroyskar filmsframleiðarar, um loyvi at brúka teirra filmar í undirvísing í Føroyum. Millum hesar filmar er Ikki illa meint . Umframt at síggja filmin og aðrar við, ber eisini til at lesa um Andrias, sum á Snar verður lýstur soleiðis: Andrias Høgenni (f. 1988), er filmsleikstjóri og ætta