Einki er sum fyrr. Tað mugu vit sanna við bláa borðið hjá Peturi Háberg ovast í Áarstovu. Borgarstjórin vil hava okkum at halda ólavsøku heima í túninum, og vilt tú keypa eina føroyska øl til høvið, so er tað sum amen í kirkjuni, at bara Føroya Bjór eigur hana, okkara føroysku, eisini tá fremsta søluvøran eitur Norðlýsið. Einki er sum fyrr. Meðan marknaðarkreftirnar eru stutttíðarbundnar at dagsins profitti, eru tær kreftir, ið skapa hitan í luftini og laga vánir til gróður á sjógvi og landi, av meiri varandi slag, ikki bara her hjá okkum, men á allari klótuni. Vit kunnu siga, at veðurlagsbroytingarnar, ið vit hava hoyrt serliga nógv um síðan túsundáraskiftið, eru komnar fyri at verða. Tí bar til við bláa køksborðið á ovastu hædd í Áarstovu heima í Havn at smakka brúsandi vín úr Kolding í Danmark, sum er norðasta góðkenda vínmark í Evropa við egnum tignarheiti fyri uppruna, appellatión, tey rópa. Vínbóndin, Sven Moesgaard, ger vart við at sjáldsama vínmarkin kallast D