Jógvan Hugo Gardar tók myndina í Ánunum Korona leggur nógv á blik. Tá hugsi eg ikki bara um uppstandilsið á arbeiðsplássum, tá onkur hevur ferðast, sum eg sjálvur gjørd síðst í februar, men heldur um russiska flotan, sum fiskar á okkara leiðum, og so liggur í føroyskari havn og umskipar veiðuna í teirra egnu móðurskip, innan næsta túr. Og tað eru ikki hissini skip. Í fólkatali eru tey sum øll fólkini í Kirkjubø, ella øll fólkini í Famjin, ella øll fólkini í Sandvík, ella øll fólkini í Lopra, umsett til menn, bara menn, sum í arbeiðsførum aldri, forvinna til alla bygdina. Nú varð so staðfest, at fleiri av manningini í tveimum av hesi flótandi russisku fjarstøðubygdum høvdu korona. Hvussu føroyski kanningarmyndugleikin varð sloppin umborð at kanna veit eg ikki, men tá eg frætti at skipini fóru avstað, annað norðureftir at fiska meir og hitt suðureftir í hitan at selja, fekk eg tann tanka, at hetta var eitt upplagt stað at filma eina framtíðardystopi, sæð við føroyskum millumtjóðaeygum, u