Sjónvarpsmynd frá setanini av olympisku leikunum í París 2024 Herfyri átti eg sama dag í miðlunum tvær fotomyndir av monnum úr Vági, sum fóru í annað ljós. Petur og Eivind. Øll heiðurlig minni um teir báðar, bæði privat og professionelt. Men einasti miðil, ið spurdi um loyvi at brúka myndirnar og síðan krediterað myndamannin, var VP, har Ólavur visti, hvør átti. Hugsaði, um tað mundi vera so galið, at bara hann respekteraði upphavsrættin, sum var tað tekstur. Hetta at síggja til týdningarleysa mál, sum ein uppistandsskemtari á tingi hevur til teitis at rópa krympirumpufongt, kom mær til hugs, tá eg sá, at Setrið, Fróðskaparsetur Føroya, krúnan av føroyskum dannilsi, vegna starvsfólkini, brúkti somu mynd at heiðra minnið um farna starvsfelagan og sendi til allar miðlar. Og her má eg siga sum latínlærarin í Hoydølum: De Mortuis nihil nisi bonum , um tey deyðu einki annað enn gott. Men er tað veruliga so, at myndin enn er veika ífyllan, harmonikan hjá umbrótaranum og grafikaranum, meðan