Nýggjasta matstova í Handilsgøtuni í Havn er Aroy. Ólavur í Beiti, sum fyri áratíggjum síðan fór undir Vágaportalin, um sama mundið eg fór at skriva mín egna blogg, hevur boðið til borðs, at tosa um samstarvið og at smakka ein bita av tailendskum mati, mitt í Havn, men úr fjara ferðamálinum, sum honum dámar so væl. Eigarar og stigtakarar eru Nara, Naraphorn Chairoek, og maðurin, Apiwat Chairoek, sum bæði komu higar at arbeiða í matstovuvinuni fyri fimtan árum síðan, hann í Nantong og hon í Etika, tá nýskapandi matstovan við sushi lat upp. Aftaná tólv ár í Etika, fór Nara í Glasir at arbeiða, og nú opna hon og maðurin hesa matstovu í Fransabrekkuni, har Andor Eirikstoft rammaði málningar inn, Berec battarí og seymimaskinur vórðu seld, og seinastu áratíggju hava ymsar barrir verið her, Loca millum annað. Matstovan, Aroy, er altso mitt í býnum og hartil í einastu gøtu, sum er frámerkt Handilsgøta. Kappingin móti SMS er tó kanska mest sum vónleys, og seinastu tíðina er økið kring Frans...