Skip to main content

Posts

Hví spyrt tú ikki á føroyskum?

  - Hví spyrt tú ikki á føroyskum, sigur amerikanski læknin, Mimi Syed, ið er av pakistanskari ætt. Ein farri av suðuroyarmáli liggur í óvæntaða setninginum. Meðan Føroyar hyggja eftir fótbólti á tveimum vígvøllum eri eg farin í Finsen, har Elisabeth Skarðhamar Olsen innleiðir og bjóðar vælkomin til fullsettan fyrilestur í auluni við Mimi Syed. Fimtan ára gomul var hon skiftisnæmingur í Føroyum skúlaárið 1996/97, og búði hjá Elisabeth Holm, sum gamaní er av Tvøroyri, men býr í Hoyvík. Fyrilesturin úr Gasa byrjar og endar við sitatinum hjá týska prestinum, Dietrich Bonhoeffer "Silence in the face of evil is evil itself." Orðini hjá Bonhoeffer, sum týsku nazistarnir drupu í 1945, hanga skilliga lýsandi í heimligu auluni, ið er prýdd við Sjúrði og orminum á Glitraheiði. Fyrst er ein heimildarfilmur í 25 minuttir, “Kids Under Fire: An investigation into Israeli soldiers shooting children”, sum tíggjufaldi Emmyvinnarin, algersk-amerikanska Amel Guettatfi, hevur gjørt fyri am...

Føroyskt whisky sum uppliving og ferðamál

  Konsentrerað og smakksterkt, sum whisky við fatstyrki er, er greitt, at fyri kennarar er tað ein ótyntur og ektaður upplivingarfaktorur í sjálvum sær. Men ein nýtist ikki at verða afficiendo fyri tann saks skuld. Og heldur ikki at vera globetrottari, sum Tróndur í Götu sigst hava verið, fyri at sanna, at føroyskt whisky við fatstyrki kann verða eitt savnandi ferðamál hjá útlendingum við enda jarðarinnar, ella so langt sum slepst frá meginlandinum í Evropa, sum granskarar frá Columbia University greiddu frá í morgun. Føroyar eru ikki bara eitt ferðamál, men hevur fingið eitt nýtt aktiv. Tað upplivdi eg í fjør heyst, tá John Dalsgarð skipaði fyri norðurlendskari ráðstevnu í Varpinum um atgongd til útbúgving og arbeiðsmarknað, eisini hjá fólki við skerdum førleika við lopfjølini á Tekniska skúla, har í býnum, sum briljantum dømi. Tá møttu vit Anniku Waag, sum í søguligu hølunum hjá Føroya Bjór við sjóvarmálan í Klaksvík greiddi livandi frá um nýskapandi tilgongdina at gera whisky....

Observerandi og vælupplagt rockportrett

Í kvøld bjóðaði Pætur Hjalmar Evensson mær oman í Blábar at síggja heimildarfilmin Róin - spælimaðurin við heimsins enda , hin fyrsta hann hevur gjørt. 58 minuttir við einum in your face portretti av sangaranum Róin Siggertsson úr Vestmanna, bygdin, sum stundum í filminum verður kallað Westworld, og hvast, men góðlynt sum flugan á vegginum, lýsir 19 ára gamla spælidrongin, sum fer heiman og til Danmarkar, og byrjar at nærkast heimlandinum og bygdini aftur sum vaksin, nú hann er 46. Ein filmur um útlongsul og flyting, sum neyvan er tilætlaða, konsis og avtalaða, kanska eins nógv ein flýggjan, til okkurt, sum í løtuni fatast størri og betri, uttan at verða tað á einum tilvitaðum og realistiskum pláni, hugsi eg. Men eisini treytaleyst at ofra seg fyri listina, at vilja hana, tónleikalistina, har sum møguleikarnir í løtuni tykjast bestir, og fara frá tí, ið fatast sum trongt og avmarkandi. Ein innistongdur útlongsul, er fatanin eg siti eftir við. Upprunaliga hevði Róin fingið læruplá...

Tunlar skapa lív

Hallur, lærarin á Viðareiði, bjóðar kaffi í túninum uppi á Garðsvegi, har vit skifta orð um skúla, ferðavinnu og tunlar. Veðurfrøðingurin, Turid, sum býr longur uppi á vegnum, kemur við í hugnaliga summarprátið, ið myndar lagaliga lívið á bygd 59,89 kilometrar úr Havn ein leygardag seinrapart. Í løtuni síggjast bara einstøk ferðafólk ganga framvið. Í ovastu húsunum eru týskarar við einum húsvogni. Beint niðanfyri, har skeltið greitt sigur, at her er bara fyri búgvandi, eru leigubilarnir settir. Tey eru farin niðan eftir gøtuni, summi at síggja lagaðu garðarnar og taka myndir í bjarta og næstan hallusinerandi grønu brekkunum, sum eyðkennir Viðareiði á sumri so mikið, at hvar tú vendir tær, er tað sum at ganga í einum Vegghamarsmálningi. Onnur eru so djørv, at tey eru farin til stroks at síggja Enniberg, ið verður lýstur sum ein tungur túrur. Brætta Villingadalsfjall, triðhægsta í føroyska fjallaheiminum, er grannafjallið. Útsýnið, higani vit sita niðri á sløttum, er dragandi vakurt og n...

Tjørnuvík og Gásadalur eru vakrastu bygdirnar

Av teimum bygdum, har landfast og koyrandi er úr Havn, eru Tjørnuvík og Gásadalur tær vakrastu. Ikki bara bráðvakrar, men mest hugtakandi, tá tú kemur til bygda og gongur í túninum. Neyvan bara hjá okkum, ið verða sannførd av herrópinum um at ferðast í egnum landi, men eisini tá tú lurtar eftir fremmandum ferðafólki og hendingaferð kemur á tal við tey. Sum í Tjørnuvík í dag, tá ein tilkomin dani sigur øðrum ferðandi, hann júst hevur møtt, at hetta er the pinnacle í Føroyum. Toppurin og hámark fyri útsýni og uppliving. Í meðan skiftir ein kvinna á sandinum og kastar seg í bikini á bláman. Tá gera menn við nakað hvítari holdi rungandi víkingaróp, so hvørt teir stetla longur út á sandin og kenna rullandi kuldan upp úr sjónum. Tað havi eg ikki hoyrt áður. Rópini runga niðan millum húsini og koma oman aftur úr líðunum. Nakað sum tá íslendsku fótbóltsfjeppararnir savnast til dyst. Hugtakandi ljóðmynd millum kafégestirnar í Tjørnuvík. At koma til, er bygdin Gásadalur best fyri. Har er br...

Kapitalisturin sum vampýrur

Nú summar er, og vit aftur seta oljuna á breddan og halda fram at starva við oligarkar, hevur tíðarritið Rolling Stone gjørt ein lista við hundrað teim bestu filmum í ein og tjúgindu øld. Suðurkoreanska stættasøgan, "Parasite" (Bong Joon-ho 2019), ið New York Times í somu ørindum fyrr í summar fekk at verða hina bestu, er í hesum føri nummar fýra. Fremstur og bestur, ið ruddar alt av vegnum, er náðileysa amerikanska oljusøgan um nýríka Plainview og tvíburðarnar Sunday, Paul og Eli, hin seinni við kirkjuni, hann selur oljufikseraða nýlinginum - "There will be blood" (Paul Thomas Anderson 2007). Ein filmur beint eftir mínum hjarta. Ummælarin, Alex A. Dowd, sum er úr Chicago, og limur í National Society of Film Critics í USA, eigur lýsingina av aldarinnar filmi, sambært redaktiónini á Rolling Stone. Endasetningurin í ummælinum, ið er sum skaptur til eina pallseting av vinstravonginum í Føroyum, ljóðar: "What could be more relevant to the 21st century than a ...

Gellumasurkan er aftur!

Í vikuni fegnaðist eg um, at Gellumasurkan er aftur. Hesuferð sum reel á Facebook. Fyrstu ferð eg legði merki til hana, var fyri sjey árum síðan á YouTube á eini kanal hjá Miðlahúsinum. Stílurin er hin sami, sjálvreflekterandi speisøgur úr gerandisdegnum, kanska av songarstokkinum, innan hon fer upp at møta degnum. Júst tann løtan letur upp fyri gerandisdjúpum hugsunarsemi. A moment of Zen. Á Facebookvanganum sigur hon “Tað byrjaði við humoristiskum forteljingum um gerandisdagin við børnum. Men so mitt í tí heila, bleiv Gellu-MAsurkan til, og hon hevur fylt meira og meira. Oh well 😊 ”  Gellumasurskan er eitt kærkomið høvið at fylla meiningsloysið og aðrar deyðar løtur í gerandisdegnum, tá feria er. Viðkomandi, kanska serliga hjá monnum at uppliva, tí hetta er sum eitt watering hole hjá kovboyarum á nýbyggjaraheiðini, har lítið er til av skemti, kanska púra turt og upp í einki, tá eg skal teinkja meg um. Í 2017 skrivaði eg ein blogg undir yvirskriftini ”Teigar til teitis”, h...

Vitlíki í eini villari dansitíð

Nei, hatta gert tú bara ikki, hatta er halgibrot, hugsi eg beinanvegin, eg síggi The Velvet Sundown á Abbey Road, mest fotograferaða vegi í London, síðan Beatles góvu út ellintu LP plátuna, hina seinastu í studio, og sum tók navnið á júst teirri gøtuni, hóast hin fyrr upptikna, Let it be, kom út árið eftir og legði lok á tað heila. Soleiðis eru rørslurnar, sum í foxtrot, endurtakandi og sirkulerandi, frameftir, til síðurnar og aftur har, alt byrjaði. Vitlíki hevur onga moralska kumpass, tí hóast mannaskapt og -fóðrað, er tað sum navnið sigur, úr líki mansins, vituliga sett saman, men aldri blivi til í menniskjansligum samstarvi. Tí tað er tilgjørt, sum í artificial. Dávur, starvsfelagin, og eg vendu hesum viðurskiftum afturvið morgunmatinum týsdagin, tá vit eta í felag. Ofta semjast við um tónleik í smakki og útrykki, sum Skyscraper hjá Underworld, serliga teimum, men eisini í funktión í samfelagnum, frá country til dansband, nú summarfestivalarnir eru yvir okkum. Okkurt identifis...