Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2010

Er Upperdog besti norðurlendski filmur?

Sara Johnsen, niðast, hevur leikstjórnað norska filmin, Upperdog, sum kappast við fýra aðrar um norðurlendsku filmsvirðislønina 2010 (pressufoto og plakat) Á sjónvarpsrásini Canal+ eydnaðist mær í kvøld at síggja filmin Upperdog , sum er norska boðið uppá besta filmin í Norðanlondum beint nú. Mentanarpolitiskt er tað áhugavert, at ein handilslig sjónvaprsrás sýnir filmin fyri øllum Norðanlondum og ikki lokali biografurin, ella norðurlendski stovnurin Norðurlandahúsið. Heldur ikki norðurlendski vinnarin í fjør, Antichrist , er enn sýndur herheima. Og eingi tekin eru um at stórsta áskoðaramagnet í Danmark beint nú, Hævnen , verður sýndur herheima. Løgið, at bestu boð uppá aktuellan norðurlendskan film hava so trupult at náa føroyskar áskoðarar. Tykist, sum um filmur er vorðin ein sjálvforvaltandi mentanarpolitikkur og at áhugaði mugu taka til takka við skránni hjá Canal+, sum lukkutíð hevur Upperdog á skránni beint nú. Hóast norskur og kaleidoskopiskur í frásøguhátti, er h...

Tankar yvir trimum popp-plátum við Mikinesi í baksýni

Skitsublokkurin hjá Mikines setir lit á verkið (Myndir: Birgir Kruse) Í kringvarpstíðindunum sunnudagin vóru høvuðsyvirskriftirnar úr tveimum bloggum. Fyrst úr listablogginum hjá Kinnu og Inger um húkin í Klaksvík, og síðani eitt prát við Eiður Guðnasson, fyrrverandi sendiharra í Føroyum. Í Íslandi er hann so næsadjarvur bloggari, at ein bestaborgarafrúa hevur hótt hann við rættarsókn. Her í landinum eru nógv skilafólk, sum blogga. Skriva nøkur orð, tí tey hava nakað uppá hjarta. Og har fór fyrsta popp-plátan av bloggastokki: Bee Gees í 1968 It’s only Words, and Words are all I have . Orð eru fátæk, men onkuntíð eru tey alt vit eiga, at lita dagin. Og har var onnur popp-plátan: Chicago í 1970 Colour My World. Meðan eg bíði við triðju plátuni, skal eg siga at myndirnar omanfyri tók eg í Listaskálanum í januar 2006. Tá sýndu tey fram málningar hjá Mikines, sum hevði verið hundrað, um hann livdi. Serliga spennandi helt eg skitsublokkin vera. Á donskum (who cares) setir Mikines navn ...

Fimm feitir filmar firnast Føroyar

Fimm aktuellar norðurlendskar filmsplakatir, sæddar úti í heimi. Koma tær ikki higar, mann tað vera tí at Føroyar ikki eru eitt Norðurland longur. Fyrr bar til at síggja listarliga áhugaverdan film úr Norðurlondum, men ikki nú Sjeynda árið á rað, eru fimm filmar skotnir upp at vinna norðurlendsku filmsvirðislønina og 350.000 danskar krónur. Filmarnir, sum allir eru nýggir, hava verið sýndir á heimsins stóru filmsstevnum, so sum í Berlin, Venezia og Toronto. Eins og undanfarin ár, hevur eingin føroyingur sæð nakran av teim tilnevndu filmunum. Tó kenni eg tvey nøvn aftur. Tey eru danski Thomas Vinterberg, sum gjørdi FESTEN og íslendski Dagur Kári, sum gjørdi NÓI ALBINÓI.  Hanne Palmquist, sum er stjóri í norðurlendska filmsgrunninum, sigur á heimasíðu teirra: "This is the seventh time we are awarding the NORDIC COUNCIL FILM PRIZE and it is very gratifying to see that once again we are able to gather a field of five very different films of high artistic and internati...

Asta og kioskin

Eitt av afturvendandi myndaevnunum í Havn er kioskin hjá Astu, í Tinghúsgarðinum undir Telefonstøðini, har løgtingið nú heldur til. Fyrr var kioskin innast í gamla kommunskúlagarði, við Posthúsið, har tey seinni fóru at selja pylsur og parkera bilar. Og tá fólk góvust at senda brøv við frímerki, bleiv Posthúsið til Snarskivu hjá Kommununi. Soleiðis broytist so mangt. Men ikki kioskin hjá Astu. Hóast flutt nakrar metrar, yvir um parkeringsplássið, so er kioskin hin sama. Og um kvøldarnar kanst tú uppliva at Asta biðjur um hjálp at seta tungu brettini upp fyri kioskvindeyguni. Sigst, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur útint hesa sjáldsamu tænastu, sum er avmyndað omanfyri. Av sonnum ein býarmynd, Asta og kioskin altso. Dimmalætting upplýsir at nú fyllir Asta í Reyðu Kiosk 80 ár. Asta var bert 18 ár, tá hon fór at arbeiða í kioskini, sum pápi hennara bygdi inni á stovugólvinum hjá Jens Næs við Hoydalsvegin í 1935. Til lukku!

Hús, bátar, fólk - og ein bilur

Myndir av ovastevnu í Nólsoy 2010 (Myndir: Birgir Kruse) Ovastevnan varð hildin í fagrasta veðri um vikuskiftið. Eftir setanina, har Havnar Hornorkestur spældi og Marin Katrina Frýdal helt røðu, komu allir bátarnir, sum høvdu verið í Regattasiglingini norðan av Eiði, til Hósvíkar og nú til Nólsoyar. Summir stórir, summir smáir bátar. Um hálvthundrað høvdu bílagt pláss við bryggjuna og flotbrúnna, men nógv fleiri komu, so trongligt og strævið var at fáa pláss til allar. Børn fiskaðu og fangaðu krabbar, fyrrverandi landstýrismenn slerdu bøin, og sum nakað nýtt, struku bilar fram við hornum, so ein skuldi ansa sær at ganga millum húsanna, tí alla staðni var opið og gestablídni skortaði ikki. Har var bæði matur og drekka til stór og smá.

Um fjørðin í annan heim

Myndir av ovastevnu 2010 (Myndir: Birgir Kruse) Fáir høvuðsstaðir hava somu forrættindi, sum vit í Havn. Eftir fáum minuttum kunnu vit flyta okkum um fjørðin og verða í einum heilt øðrum umhvørvi - í Nólsoy. Umborð á Ternuni seldi Petur á Brekkuni ferðaseðlar til 5700 fólk, aftur og fram. Og so varð borðreitt til seytjandu ovastevnuna í Nólsoy. Fastur táttur er svimjing um fjørðin. Vinnari varð Erling Ejdesgaard. Guðrun Sundar Hansen bjóðaði honum og svimjarunum, teirra millum Jákupi Enni, til døgurða - og upp í hornið av Lívsins Vatni. Eftir setanina, undir Mikkjalsveggi, handaði Marin Katrina Frýdal steypini.

Reyði tráðurin

Tað fløðir millum háhús... Hvør er reyði tráðurin í eini søgu? Er hann altíð greiður og sjónligur, ella mugu vit lesa hundrað síður at finna hann? Og um so er, hvør orkar tað? Og er hin besti lesarin, hin mest áhaldni masokisturin? Nýggjasta Skúlablaðið talar sína greiðu søk. Tað er einki samband millum høvundar og lesarar. Bara dovnir lærarar, skilst. Sæð í mun til, at fleirtalið av Føroya fólki aldri lesur annað enn tað, teimum varð borðið upp í hendurnar í skúlanum, er hetta forferdiligt . Fyri almúguni er reyði tráðurin fjaldur. Sum í miðaldar reyðu rósu Umberto Ecos. Listin er læst á fjallinum. Kanska vil yvirstættin tað so. Fjøldin er, og skal verða, bæði býtt og blind. Men fólksins agnhald er biografurin. Fór tí hagar at hyggja eftir Inception í Havnar Bio. Fyrsti filmur, eg veit um, sum Internet Movie Data Base gevur nærum fult stigatal, longu við frumsýning. Var ov seinur at síggja hann í stóra salinum. Filmurin var longu fluttur á løriftið í minna og klaustrofob...

Prát og forvitni

Prát og forvitni eyðkennir eina ferð í USA. Men send filminum Super Size Me ein vinaligan tanka, tá sølufólk lumpa teg (Mynd frá filminum) Tá summarfrítíðin nærkast, og tú skalt taka støðu til, hvagar leiðin skal ganga, vigar USA tyngri enn Evropa. Orsøkin er at í Evropa eru fólk afturlatin og tosa ikki við fremmand, meðan fólk í USA práta og eru forvitin. Helst stavar hetta frá einum gomlum evropeiskum arvi, ið elvur til stirnaðan maktstruktur, eitt nú Jantelógina, og ræðslu fyri øllum fremmandum, meðan Amerika er so ungt, forvitið og opið. Her eru øll byrjað á sama nýggja støði, øll eru tilflytarar og nýbyggjarar. Summi, móti teirra vilja, og upprunafólkinum kostaði hvíta innrásin øll tilverurættindi. Men eisini hetta vilja amerikanar skifta orð um. Ja, tey ganga við ranguni úti. Bara tú steðgar eina løtu og hyggur í kortið, so er ein lokalur, sum spyr og vil hjálpa. Men mest er tað fyri forvitnið. At vita, hvaðan úr gamla heiminum tú ert. Hetta ger tað stuttligt og perspektivríkt ...

- Tí velji eg at gerast borgari í Amerika!

Tá vit sigldu við Torben Hammer á Michiganvatninum til Chicago, gav hann mær hesa grein, sum hann hevði klipt úr dagsins útgávu av Chicago Tribune. Greinina hevur ein dani, Henrik F. Rasmussen, skrivað í sambandi við at hann bleiv amerikanskur ríkisborgari í summar. Í donskum miðlum fekk hendingin umrøðu, tí Henrik er sonur Anders Fogh Rasmussen. – Síggja vit burtur frá tí nalvapilkandi, sum miðlarnir ofta gera seg sekan í, so fevnir greinin um júst teir tankar, tú, dani ella ikki, gert tær, tá tú skalt velja rísborgararætt her í landinum, sigur Torben, sum er ættaður av Bornholm, men býr í Chicagoforstaðnum Fox Grove. Konuni, sum er hiðani, møtti hann á International People's College í Helsingør fyrst í sjeytiárunum. Í 1983 var eg í starvsvenjing júst á tí skúlanum. Torben, sum er sterkstreymsverkfrøðingur, hevur ikki altíð búð í so borgarligum og konservativum umhvørvi, sum her. Á siglitúrinum avdúkar hann, at hann var ein teirra sum búði í Thy leguni, tá henda tók seg upp í...

Heimferð

So er heimferðin byrjað. Icelandair er seinkað tveir tímar, so stundir eru til eina sigarett á JFK flogvøllinum. Vit kjekka inn heilt til Føroya við Atlanstflogi dagin eftir. Á JFK flogvøllinum kenna tey alt til Føroyar og Atlantsflog og Reykjavík. Men tað gera tey ikki í Keflavík. Øll okkara kuffert misfarast í nakrar tímar, men so finna vit tey. Mest sum sjálvi. Sama er galdandi fyri onnur ferðafólk, sum ferðast úr New York til Føroya í dag.Tænastan á Keflavíkar flogvølli er ikki góð. Hinvegin er tænastan á Sjómannaheiminum Ørkini altíð góð. Her skriva vit okkum inn at skifta, busta tenn og fáa ein blund. Jóhan Karl Høgnesen bjóðar kaffi og vit skifta orð um mangt og hvat. Fyrsta dagin kemur ein ungur klaksvíkingur, H.M. í Mittúni, at loysa hann av sum leiðari á Ørkini.

Tað stóra í tí lítla

Í øllum New York meldrinum er einki sum ein fríløta frammafyri einum av málningunum hjá Jackson Pollock á Museum of Modern Art, MoMa. Sveimandi jazz prikkar, sum standa eftir, tá tú blundar. Hetta er New York. Og so Hallstein framman fyri litríka málninginum hjá Jasper Johns av øllum USA, sum vit júst hava koyrt ígjøgnum. Men allar bestur er málningurin, sum vísir superrealistiska amerikanska mátan at fortelja eina short story um tað stóra í tí lítla. Poetiska, magiska realisman hjá Andrew Wyeth frá 1948 Christina's World. Ætlaði at síggja onkran av málningunum hjá Philip Guston, mest fyri hansara knøppu og fyndugu sitat um egna myndlist og hvat myndlist yvirhøvur er fyri nakað. Havi sæð hann fyrr her, men ikki nú. Spurdi meg fyri hjá trimum vaktum, sum ikki kendu Guston og tí vístu til listfrøðiliga kunningarleiðaran. Hon, ein tilkomin og væl lisin kvinna, visti ikki at svara. Blaðaði upp í innventarlistanum og fann onga mynd av Guston. - Kanska er hann á lagri, hes...

Til Rockefeller

The Subway, undirgrundartokið, er skjótt og lætt at brúka í New York. Yvirlitið við øllum støðum, er greiðari enn eg havi sæð aðrastaðni. Eisini til The Rockefeller Center. John D. Rockefeller er stóri lærumeistarin hjá Hallsteini. Hann byrjaði sum blaðberari, Rockefeller, og hevur kveikt Hallstein í øllum hansara arbeiði á hesum sama øki. "Man verður ikki millióningar av at bera út bløð, men tað kann verða byrjanini og ein lærpeningur, seinni í lívinum", sigur Hallstein. Við speglingum av háhúsunum uttanum, standa hesi orð Rockefellers hinumegin á steininum: "I believe in the supreme worth of the individual and in his right to life, liberty, and the pursuit of happiness. I believe that every right implies a responsibility; every opportunity, an obligation; every possession, a duty. I believe that the law was made for man and not man for the law; that government is the servant of the people and not their master. I believe in the dignity of labor, whether with head ...