Mundi nakar spyrja Medici ættina, tá onkur teirra fór um gøtur og stræti í Firenze at keypa list og listafólk til tað endamál, sum hóvaði teimum best og var mest sjónligt í alramanna eygum tá, fyri sekshundrað árum síðan? Omanfyri eru Medicifólkini sett inn í eitt heilagt kongafylgi í 1459. Giti, at italsku listafólkini hava verið fegin at fingið uppgávur og løn, at mála, snøgga og høgga. So fegin, at virksemið elvdi til eina endurburðartíð, rennesansuna, sum setti okkum perspektiv á tilveruna. Nógv er broytt síðan ríkasta ættin í Evropa kundi hoyggja við einum og hvørjum. Tá var eingin mentanarpolitikkur ella -grunnur at tryggja almenninginum eitt minstamál fyri egnar skattakrónur, og enn minni nakar fjølmiðil, sum kundi gjøgnumlýsa og avdúka tey duldu sambond, sum kundu taka seg upp millum handilsskap og listalig avrik í kirkjum og á torgum. Friður var at telgja sær gudar, hevði tú ráðini. Í dag eru vit altíð á varðhaldi og natúrliga mistonksom. Eisini tá ið Miklagarður ...