Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2017

Minnist tú enn?

Mentanarnáttina 2. juni og leygarkvøldið 3. juni kl. 19:30 fer Tórshavnar Big Band á pallin undir heitinum Minnist tú enn í Norðurlandahúsinum. Tað er íslendski saksofonleikarin Sigurður Flosason, sum sæst omanfyri, ið stjórnar stóra førosyka orkestrinum við meistarligari hond, eins og hann fyrr hevur gjørt, tá Sinatra konsertin var á sama stað í fjør. Myndin er tikin undir venjing í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð, tá formaðurin í Tórshavnar Big Band, Eirikur Skála, eisini bjóðaði rullukøku. Í ár er Suni Merkistein frásøgumaður. Í 2010 gjørdi hann væl umtóktu sendirøðina Minnist tú enn . Sjónvarpsrøðin lýsti, hvussu rútmiski tónleikurin av fyrstan tíð kom fram í Føroyum miðskeiðis í fimmtiárunum, hvør spældi hvat og hvat tónleikurin bygdi á. Fyrr í ár fekk Suni Merkistein móðurmálsvirðislønina fyri gott útvarps- og sjónvarpsarbeiði og megnaravrik innan ítróttarfrásagnir, eisini í bókum. Myndin er tikin í Løkshøll, tá Suni fekk virðislønina á føðingardegi Hammershaimbs, 25. mar...

Leygardagur í viku

Leygardagin var eg á Eiði, har henda myndin er tikin á Brekkuvegi. Nakrar tímar undan var veðrið í Havn einki serligt. Fólk vóru savnaði á Tinghúsvøllinum at ávirka parlamentið, nú landið stendur í váða og tey siga, at normala parlagið stendur fyri falli. Løtu seinni var turt og klárt, og sólin kom fram. Hvat tá, heimbygdin, Eiði, er í eygsjón, og tað verður bara klárari og klárari. Men hvar skal eg parkera á Eiði í dag? Her er marknaðardagur við Korndalsbýlið, so bilar standa í hvørjum túni og fólk í hópatali eru savnað í góðveðrinum. Sverri í Durhúsið vísur mær veg til parkeringsplássið, sum er ovasta myndin. Men fyrst fara vit ein túr oman á Møl at kanna kampingplássið. Jú, har er alt í ordan. Hyggið bara eftir myndunum av vøllinum, av Umvarpinum og heim yvir vatnið og so út yvir Múlavík við heitum pottum. Emmy hevur heitt á meg at halda røðu, nú Marknaðardagur er á Eiði. Eftir at Magnus á Stongum hevði sungið, og innan Sámal í Skorini hevði spurnarkapping ...

Fer Loveless at vinna Gylta Pálman?

Í ovurmorgin, sunnukvøldið 28. mai, endar filmstevnan í Cannes. Tá eru altíð gitingar um, hvør man fáa Gylta Pálman frá dómsnevndini, serliga nú filmstevnan hevur 70 ár á baki. Havi ongan film sæð, men leikstjórarnir eru allir spennandi, og hava verið væl umboðaðir á skránni hjá Filmsfelagnum seinastu árini. Niðanfyri eru teir 20 filmarnir - fyrst við enskum og síðan við upprunaheiti, um tað er annarleiðis - ið eru við í kappingini um Gylta Palman, Palme d'Or , sum í ár er prýddur við 167 gimsteinum í sniði hjá Chopard: In the Fade, Aus dem Nichts , Fatih Akin, Týskland The Meyerowitz Stories (New and Selected) , Noah Baumbach, USA Okja 옥자 Okja , Bong Joon-ho, Suðurkorea, USA, USA 120 Beats per Minute ‡, 120 battements par minute , Robin Campillo, Frakland The Beguiled , Sofia Coppola, USA Rodin, Jacques Doillon, Frakland, Belgia Happy End , Michael Haneke, Frakland, Týskland, Eysturríki Wonderstruck , Todd Haynes, USA Redoubtable, Le Redoutable, Michel Hazan...

Innangarðs

Í slavna mjørkanum fyrsta summardag komu hesi trý fyri linsuna heimafyri hegnið úti við Strond, har tyrlupallurin er, og Hvítisandur fjalir seg væl niðri í fjøruni. Í fjarasta baksýni hómast Nólsoyggin hinumegin summarfjørðin.

Grønt og grátt

Sum sæst omanfyri er grønt í túninum í dag. Men í erva er grátt, hvørja ætt vit so hyggja í. Tað verið seg beint út á fjørðin móti Nólsoynni, við antennunum hjá radioamatørunum í høgra horni, og í eini ljósari rípu í havsbrúnni, ella á niðastu myndini, har Eystnes er vinstrumegin og Stongin høgrumegin. Hetta er ein av mest hugtakandi summarpalettunum í Havn - grátt.

Til lukku Sosialurin!

At fylla 90 ár og hava givið út næstan 12.000 avísir á avmarkaða føroyska marknaðinum og enn gera seg galdandi í einum trongdum miðlaveruleika, er eitt ódnartak uttan líka. Var á gólvinum í Miðlahúsinum seinrapartin, uttan myndatól, so myndin er funnin fram heima á loftinum í kvøld. Og hon, myndin, skal verða heilsan til tykkara á 90 ára degnum, og ein tøkk fyri at sleppa at vera við, tá Turið Kjølbro og eg sluppu at ritsjórna Vikuskiftisblaðnum, sum varð lagt inn í fríggjadagsútgávuna í Sosialinum árini 2000 og 2001. Tað minnist eg aftur á við stórari gleði, eisini í dag, tá eg blaði gjøgnum allar útgávurnar. Ikki er tað sørt, at eg haldi tær verða tíðarleysar og, sum blaðingin líður, nakað av tí besta, sum er komið út á føroyskum. Men, har eri eg innhabilur og má halda gák. Immervekk, til lukku við stóra degnum, Sosialurin, og takk fyri stutta tørnið, sum var!

Biograf Føroyar

Óspiltu Føroyar eru vælsignaðar við biografmøguleikum, soleiðis plein air í norðuratlantiskum myrkri. Sum sæst omanfyri verður nýggjasta løriftið, eitt veggvarp við umfarsljóði, sett upp á Skála. Tað varð fráboðað á borgarafundi í gjár, haðan myndin omanfyri er nápað. Havi frá filmskennarum hoyrt, at á Glyvursnesi eru so góðir plein air biografmøguleikar, at til ber at flyta inn har, og bara síggja film, allan kringin, tá sólin ikki sær. Fyrr havi eg varnast tvey onnur góð og fulkomuliga óspilt uttandura drive in sýningarstøð í Føroyum. Fyrra er á Gomlurætt, sum skjótt verður ein dead end , tá undirsjóvartunnilin verður boraður, sprongdur, grivin og asfalteraður, so vit slettis ikki koma til Skopnar. Men óspilta løriftið fer at hanga her eina tíð, og tað er so stórt, at biografmaskinan kundi staðið úti í Hesti. Triðbesta plein air biograflørift í óspiltu Føroyum er í Norðragøtu. Har eru sjáldsama góðir møguleikar at vísa av damlandi báti, so filmsupplivingin kann vag...

Oljuleki í Vágsbotni

Innast í Vágsbotni er ein spennandi lítil pumpa, sum reinsar sjógvin. Men kanska er hon nakað lítil. Tí gongur tú nakrar metrar út móti Skálatrøð, so sært tú, árakað Gamla Danmark, ein støðuhyl av olju glinsa upp móti brúnni. Og ikki skal nógv til, at vágin sær soleiðis út. Bara ein bátur, ið lekur, kann elva til henda ljóta dálka. Og gongur tú javnan framvið hesum rekreativa øki mitt í Havn, so sært tú, at allarflestu bátar aldri loysa fra landi. Teir bara liggja. Tá er ringt at vita, um ikki onkur teirra er farin at leka. Eins og eitt fornminnissavn krevur ansingarfólk, so ger ein smábátahavn á Vestaruvág tað sama. Ansingarfólk. Og tað í nógv størri mun, enn allan dagin at kanna, hvør bilur stendur rætt ella skeivt parkeraður í sama kommunala øki. Ferðafólkini undrast, eins og eg.

Kris Kristofferson spælir á G!

Ein av heimsins mest elskaðu sangskrivarum og sangarum, Kris Kristfofferson, kemur at framføra á G! í summar. Tað verður ein solo framførsla við Kris sjálvum og kassaguitara, tá boðar G! festivalurinf rá í tíðindaskrivi í morgun. Myndirnar eru tiknar tá eg møtti honum í Kirkjubø og í Norðurlandahúsinum í august fjør. Kris Kristofferson, sum hevur verið í Føroyum tvær ferðir áður, kemur annars henda veg fyri at taka sær av løttum saman við føroyskum vinfólkum. Men tá ið hann frætti at tað er samstundis sum G! og at pallurin stendur opin fyri honum, so lat hann sær ikki siga tvær ferðir, men játtaði beinanvegin at spæla. Kris vil tó ikki sjálvur hava løn fyri at spæla, men letur barnaheiminum lønina sum gávu. Í summar spælir Kris nakrar konsertir í Europa, harav ein verður á G! Festival og ein verður á Glastonbury í Onglandi. Um Kris Kristofferson upplýsir G! festivalurin, at hann varð føddur í Texas inn í eina hernaðarfamilju. Tey fluttu til Kalifornia, har Kris las Cre...

So ymiskt er veðrið

Í dag er sól og stilli. Frá ringasta veðri og sitrandi duni, tá aldan í gjár sló í klettin, so alt ristist, er nú stilli og sólskin. Ikki ein ond. Í dag er veður at lesa bløðini úti, uttan at tey flúgva avstað. Hvíta skúmrondin er gróður í sjónum. Og fyrsta summarservering á terrassuni var í morgun. Sum sæst, hevur einsamalli tjaldbúgvin givið upp dystin við brimið á grøna kampingplássinum, sum í dag er innbjóðandi tómt. Men longur úti við Strond standa seyður og gæs og njóta nýkomnu summarsólina. Sjálvt teir vetrartyngdu flugufrensarnir fara á flog og sveima í nýkomnu Tórsbyrgislýkkunni. Ein vespa er farin í hjálpirøturnar, at sannføra tey mest seinfatandi um, at nú er summarið komið.

Maðurin, tjaldið og havið

Nú er hvørki at ivast ella angra. Tað krevur sín mann, at sova í tjaldi í Føroyum. Í hvussu er, um tú vilt liggja á fyrstu havparkett, og samstundis hava atgongd til allar nútímans hentleikar, sum stórbýðurin kann bjóða. Sum hjá skótunum er at verða til reiðar, tá hann øtlar veðrið. Altíð til reiðar, eisini ein leygardag í mai, tá vinfólkini sóla sær suðri í heitaru londunum. Nei, her var einki sýnið í kvøld. Eg haldi eg dragi fyri, og leggi meg bara, her við havsins hjarta. Góða nátt!

Triði filmur er oftast hin besti

Hetta vikuskiftið varpa franskir miðlar ljós á film, nú filmstevnan í Cannes hevur 70 ár á baki. Filmstevnan, sum byrjaði mikudagin, verður mett at vera hin týdningarmesta, tá umræður nýskapandi og listaliga áhugaverdan film heldur enn bara stjørnufongdar metsølufilmar. Í eini roynd at finna best umtókta filmin í lívskeiðnum hjá einum filmsleikstjóra, hevur franska avísin Le Monde funnið fram til 2000 klassiskar filmar hjá 110 kendum leikstjórum og bygt úrslitið á tilfar frá 99 mió filmshugaðum brúkarum á netinum. Henda margháttliga, men væl undirbygda kanning, bendur á, at triði filmur hjá einum leikstjóra, sum hevur gjørt nógvar filmar, oftast er hin best umtókti. Men undantøk eru. Tann filmur, ið fær flest stig í kanningini er Que Viva Mexico! , sum, alt eftir hvussu gjørt verður upp, helst er tíggjundi filmur, sum russiski Sergueï Eisenstein gjørdi. Eisenstein, sum var úr núverandi Latvia, fær fyri henda filmin 9,3 stig av 10 møguligum. Vorðið sum dagdvølja hjá hagfr...

Kom og skriva eina bók!

Í hesum døgum eru sekstan norðurlendskir lærarar á skeið í Føroyum. Ferðaleiðari er Stefan Åge Hardonk Nielsen, ið sigur, at tey savnast kring norðurlendskar smábøkur, sum tey sjálvi gera til undirvísing á øllum málum, eisini smámálum, ið vanliga ikki sleppa uppí part. - Atlantbib.org er ein norðurlendsk verkætlan á netinum, ið eisini er ein bloggur og ein Facebooksíða , har endamálið er savna smáar bøkur í evni til undirvísing, á øllum málum, eisini finskum, sámiskum og grønlendskum. Í løtuni eru flestu bøkur danskar, svenskar, norskar og føroyskar, tí júst hesi lond eru við í verkætlanini, sum er knýtt at Nordplus skipanini, sigur Stefan. - Bøkurnar eru um staðbundin viðurskifti og kunnu brúkast í lærugreinum sum landafrøði, søgu, náttúru, list, mál og mentan. Bøkurnar, sum vit gera á netinum, týða vit til hini málini, og lesa tær inn sum ljóðbøkur á øllum málum. Á henda hátt kunnu næmingar í til dømis Danmark og øll onnur, sum hava áhuga, lesa um fletting yvirhøvur og um h...