Mikukvøldið varð seinasta sýning í Filmsfelagnum fyri jól. Tað var gullvinnarin í Cannes í ár, The Square , sum svenski Ruben Östlund (f.1974) leikstjórnaði. Solveig H. Olsen, sum er savnsumsjónarfólk í Listasavninum, innleiddi sýningina við sipingum til listafólk, sum vóru til staðar. Tað gjørdi sýningina nærverandi, aktuella og viðkomandi. Filmsfelagið hevur fyrr sýnt Force Majeure (Östlund 2014), ið varð vístur fyri fullum sali í Havnar Bio í februar í 2015. Beint frammanundan hitti eg smílandi svenska leikstjóran á norðurlendskari filmstevnu í Lübeck og tok hesa purpurlittu nøtriljósmyndina. Eftir at hava sæð svenska filmin The Square , og hin eins nýggja norska Thelma (Joachim Trier), havi eg varhugan av, at eitt nýtt ættarlið av norðurlendskum leikstjórum er við at vinna sær fótafesti innan listaliga spennandi film, sum fjøldin lukkutíð eisini vil síggja, eitt nú í Filmsfelagnum. Og so eru báðir hesir leikstjórar føddir í 1974. Til felags hava teir eis...