Síðan tríggir tilkomnir menn soleiðis hissini søgdu sína meining, og tað beint fram, um eitt aktuelt politiskt mál, hava flestu Facebookskrivarar knýtt teir til aldrandi donsku ronkedorarnar , sum misantropiskir tosa um leyst og fast á eini dekadentari matstovu meðan fólk ganga teimum til handa mitt í danska sjónvarpinum. Í sjálvum sær er innslagið við okkara trimum heimlandsmonnunum tó ikki so interessant sum eftirfylgjandi kjakið, har journalistar og aðrir meiningsdannarar staðfestu, at ikki bar til at fáa kvinnur í henda leiklut. Tí varð valt, sum valt varð. Eg taki ikki undir við hesum premissi. Heldur ikki, tá journalistar og aðrir meiningsdannarar í álvara fara at skilja millum hetta sokallaða harða tilfar, sum politikkur sigst vera, og tað bleytara tilfarið, sum mentan verður søgd at vera. Tað kunnu øll møsna um og stilla upp til soleiðis reint politiskt. Tað ger ikki møsnið minni og slagkraftina betri. Men hitt fyrra, tað harða tilfarið, kann bara eitt heilt serligt ...