Um vikuskiftið var eg á tekniskeiði hjá Jón Sonna Jensen á Háskúlanum, og einu løtuna leygarkavøldið gjørdi eg ein avstingara inn í Løkshøll at hoyra Bjørn Eidsvåg. Tvey góð peilipunkt, sum eg vil ráða øllum til, tekning og Eidsvåg, hevur tú høvið og møguleika at velja. At geva tilveruni perspektiv, ella endurfinna og sjeina upp tey peilipunkt, tú einaferð hevði, ella í minsta lagi helt teg hava. I gode venners lag, fyri at sitera Eidsvåg í Skyfri himmel, helst hin mest sosialt útfarandi og tí rámandi sangurin á allari konsertini, soleiðis sum eg fataði og upplivdi hana. Ja langt aftaná, lá hesin sangur á og elvdi til hugsunarsaman resonans. I gode venners lag. Konsertin er ein rammusøga um tað góða og tað illa. Bjørn byrjar við at siga søgnina um hin gamla cherokee indiánan, sum mettur av døgum fortelur abbasoninum um teir báðar úlvarnar, sum støðugt vilja vinna á okkara tilveru, annar við tí illa og hin við tí góða. Á pallinum eru frá vinstru Kjetil Steensnæs, gittar, Bjørn Holm, bas...