Færri ferðamannaskip í Barcelona. Tað eru greiðu boðini frá José
Antonio Donaire Benito, omanfyri, sum eg fríggjadagin hitti á ráðhúsinum, har hann er
Ovast á bunkanum eru tøl og frágreiðingar um javnt høga ferðafólkatrýstið í søguliga fleirmilliónabýnum í sólskránni hjá Atlantsflogi, nú summarið fer at lækka og septembur er hálvrunnin.
Nýggjastu uppskotini
á skrivstovuni hjá José eru fyrst og fremst at leggja 24 evrur á hvørt ferðafólk
umborð á skipi, at færri ferðafólkaskip sleppa til býin, at einki nýtt hotel verður
bygt og at dagferðandi frá øðrum støðum, daytrippers, ikki sleppa ótarnað inn
í býin.
Ferðavinnuligu avbjóðingarnar eru mangar í Barcelona.
Marta Salicrú, til vinstru niðanfyri, ið er kommiserur fyri at fremja katalanskt mál - og hevur skannað føroysku tekstirnar á hesum staði, serliga filmsummælini - er hugtikin av lívliga virkseminum í føroyska máløkinum, og mælir til talgilt málsligt samstarv við Substack.
Hinvegin er Marta serstakliga stúrin um gongdina, at færri og færri brúka katalanskt mál, ið saman við tónleiki, eru hennara fyrisitingarligu virkisøki.
Í løtuni rinda escala-ferðafólk, ið eru tey, sum koma við skipum, ið liggja við kai í tólv tímar í Barcelona, ellivu evrur í ferðafólkaskatti. Fram til 2030 vilja tey á skrivstovuni hjá José hækka skattin upp í 30 evrur, har býarins egni partur skal vaksa úr fimm upp í 24 evrur.
Uppáhaldið er, at eftir at hava gingið allan dagin í býnum, sova, eta og brúka tey mest sum allar pengarnar umborð á ferðafólkaskipinum og ikki í býnum. Tey fylla trongu gøturnar og elva
til stórt trýst á almennum økjum, uttan at geva serliga nógv, mest sum einki, aftur
til lokalu vinnuna.
Síðani eg fyri tíggju árum síðan vitjaði Barcelona fyrstu
ferð, og skrivaði greinarnar Skal ferðavinnan oyðileggja besta býin, Barcelona- reinur býur og Ferðing sum spegil, at skilja teg sjálvan, havi eg, við føroyskum bakveggi, grundað
yvir, hvar og hvussu mørkini eru fyri ferðavinnu.
Í fjør segði Rachel Dodds úr Kanada, sum sæst til vinstru omanfyri, at føroyska ferðavinnan kann veruliga fara at broyta samfelagið, um hon veksur ov nógv meir.
Hon var komin higar at standa fyri verkstovum við føroyskum fólki - vinnulívi, íbúgvum, kommunustýrum, ferðavinnuídnaði - at fáa eina fatan av ferðavinnu, bæði avbjóðingum og framstigum, sum aftur eru partar av eini royndarverkætlan, sum hon arbeiðir við, at hjálpa og stuðla ferðamálum, at flyta seg frá mongd, volume, til virði, value, sum mát fyri væleydnaðari ferðavinnu.
- At tað eru færri ferðafólk í septembur broytir einki, sigur José, tá eg spyrji hann um støðuna við hópferðavinnu, nú hásummarið er av.
- Barcelona hevur nátt markinum fyri yvirturismu fyri fleiri
árum síðani. Tað segði eg longu tann dagin, eg tók við hesum starvi, og einki,
sum er farið fram í summar, hevur fingið meg at broyta ta støðuna. Katalonia
endaði árið 2025 við 20 milliónum vitjandi, og heldur fram at vaksa. Gistingarprosentið
í august var aftur á metstøði. At La Rambla er friðarligari triðju vikuna í
september, skyldast veðrið og vegarbeiði, og ikki at politikkurin virkar.
- Sostatt
er støðan nú henda. Loyvini til ferðafólkabústaðir verða avtikin innan 2028, og
tað verður uttan undantak. Øll tey umleið 10.000 loyvini, sum eru virkin í dag,
fella burtur. Vit nærum tvífaldaðu ferðafólkaskattin í ár fyri at tryggja, at
pengarnir ikki longur hvørva í marknaðarføring, men í staðin fara til at loysa
tær avbjóðingar, sum borgararnir í veruleikanum liva við her í býnum. Vit
trýsta á havnarmyndugleikarnar við at skerja talið á transit-cruise ferðafólkum
við einum fjórðingi innan 2030 og við eini helvt innan 2035, og vit hava sett
ítøkilig tøl á. Hvørt av hesum ferðafólkunum kostar býnum nógv meira í
veruligum umhvørvisligum og sosialum avleiðingum, enn tað eykagjald, sum í
løtuni verður kravt inn, nakrantíð fer at dekka. Júst tann munurin er
høvuðsorsøkin til, at vit vilja tvífalda gjaldið einaferð enn.
- Eg kann
siga tær beint út, hvør setir seg ímóti hesum ætlanum. Tað eru partar av
hotell- og ferðaskipavinnuni, ið framvegis tosa, sum um málið er at stýra
almennu fatanini, perception, heldur enn at stýra volume, sjálvum
ferðafólkatalinum. Tað er tað ikki. Arbeiðið við at áseta burðarevnismarkið, the
carrying-capacity work, sum eg havi víðkað nógv í ár, fevnir um alt økið, ikki
bert sjálvan býin. Orsøkin er, at tað er eingin loysn at flyta trupulleikan út
í høvuðsstaðarøkið; tað er bert ein máti at sleppa undan honum.
- Og novembur
hevur størri týdning enn septembur. Tá fara vit at leggja fram handilsligu skipanina
the commercial right-of-first-refusal mechanism og Barcelonsku Menningarstovuna
fyri Mentan. Hesi bæði tiltøkini skulu forða fyri, at ferðavinnan endaliga
oyðileggur tað, sum eftir er av grannalagslívinum, tá ferðafólkini eru farin
heim.
Dømið
býin heldur eftir, hvussu hann stendur seg komandi august, ikki eftir, hvussu
friðarligt tað kennist í honum beint nú, sigur José og vísur runt í søguligu
katalansku hølunum hjá býarstjørnini innan vit flúgva heim aftur við
Atlantsflogi.
José, sum
er kommisserur fyri burðardyggari ferðavinnu í Barcelona, er serstakliga
livandi persónur, og kundi givið øllum pørtum í føroysku ferðavinnuni nógv at
hugsa um.







Comments