Skip to main content

Posts

Showing posts with the label fjølmiðlar

Hví hata miðlarnir Don’t look up?

Einki er sum satira. Hon er krúnan á verkið. Eins og satira mangan er góð, ja kanska best og ovast á bunkanum, tá vit við ársenda taka saman um miðlaútbóðið í einum framkomnum fólkaræði við skipaðum skattafíggjaðum miðlum, eins himmalrópandi ring er miðlastøðan, tá vit onga satiru hava. Nada.  Men hov, á jólum, nett tá gamla jóla- og skemtihaldið Saturnalia endaði, kundi Netflix vísa heiminum eina stjørnusatiru, Don’t look up , sum beinanvegin festi í og skapti kjak í øllum heiminum.  Í dag er hann næstmest sæddi filmur á Netflix. Bara Netflixfilmurin Red Notice (2021) hevur hægri hyggjaratøl, hóast hann fekk botnummæli í The Guardian , sum gav honum hesu sláturorð: “There’s something so soulless and ineffectual about the aggressively unnecessary Red Notice that it almost plays like a pastiche of a Hollywood blockbuster, like a bot consumed the last 20 years of studio fare and spat out a facsimile as an experiment.” Hóast eg hyggi at nógvum filmum, seti eg meg aldri til rættis uttan a

Kallkyn, kvennkyn - og gudakyn

Mynd frá DR í kvøld  Í kvøld var Dagur og Vika í toppformi við livandi og analytiskum innsløgum, eisini laiv, hóast koronastøðan varð upplýst sum avmarkandi.  Í øllum reportasjunum, serliga teimum úr stýrhúsinum frá kavaruddingini hjá landi og kommunu, sótu menn við rattið. Tó, teir tosaðu við eina sjónvarpskvinnu um mannating, meðan grivið varð millum bygda.  Ein kvinna kom eisini fyri, tí landstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, den knassi, hevði skotið upp at víðka eitt grátt eldraráð við einari ungari kvinnu.  Á Facebook eru kvinnur av røttum í øðini um kynsdiskriminerandi redaktiónsfingurin, tí hetta líkist ongum.  Heldur ikki líkist tað nøkrum, tá eitt valfelag, ið hevur Afrika sum búmerki, leggur eftir Anniku Olsen í lítið dámligum vendingum um flokstrúskap í eini immunitetstíð.  Men hetta heimliga við at viga journalistikk á kynsbundnu skálini varð pístr vekk, tá eg skifti til ítróttasendingina hjá DR um Christian Eriksen, sum vil spæla fótbólt, hóast hann sm

Tá journalistar leggja eftir listafólki

Millum teir bestu filmarnar, eg havi sæð í biografinum í ár, er nýggi filmurin hjá Ole Bornedal Skyggen i mit øje . Havi hugt eftir honum umaftur, og eri sannførdur um, at hetta eisini er ein týdningarmikil filmur í okkara tulkingarfelagsskapi beint nú. Hóast hann ítøkiliga tekur støði í hendingini, tá okkara bretsku viðhaldsfólk bumbaðu ein franskan barnaskúla á Frederiksberg undir krígnum, er filmurin tíðarleysur, serliga í lýsingini av einum donskum hipo-manni, sum sær gálgan fyri sær, nú kríggið rennir út. Unga nunnan, dóttir leikstjóran, opnar herligheitirnar fyri honum, og gevur honum síðan bønarbókina at lesa úr. Av katólska knæfellinum stamar hann fram úr sær, so vit næstan ikki hoyra tað: ”Eg dugi ikki at lesa!”  So lesur hon fyri honum. Soleiðis sum galdandi er í nýggjari tíð í okkara tulkingarfelagsskapi - genturnar lesa, meðan maðurin er so marginaliseraður, at hann hvørja løtu kann lesa seg út av eggini. Helst er tað hesin veruleiki, sum gevur skrivandi monnum bæði brenni

Og eg, sum helt at eg var seinasti útvarpslurtarin...

Mynd: KVF Allastaðni har eg komi, verður útvarpið sløkt. Tí eri eg so himmalsfegin um kanningarúrslitið , sum vísur at fólk ikki bara brúka Kringvarpið, men eisini hava álit á tí. Hyggasíggj og hoyr, takk og lov! Hinvegin, YouTube og Facebook, ið bara eru har, sum ein planta í góðum ella ringum lendi, eru yvirmett sum tíðindaberar hjá brúkarum. Eg haldi at tey eru tíðartjóvar. Og so er tað tað, at brúkar tú alla tína disponibla tíð á hesum báðum miðlum, so verður tín tíðindahorisontur hareftir.  At tosa um álit og upplýsing í hesum føri, er í besta føri studentikost og stuttligt, helst tí at tað er kulørtari enn stirvnir gamaldags almannagagnligir miðlar, sum vilja náa øll við øllum uppá eingang og ongan fornerma, og allíkavæl gera tað gott! Haldi tað er rættari at fokusera uppá tíðarbinding og hvussu nógva tíð fólk brúka uppá Facebook og harvið forsøma teir veruligu miðlarnar, sum eg ikki haldi at YouTube og Facebook eru, uttan at leggja nakað annað í tað enn tíðarbrúkið.  Trupulleiki

Góðar sendingar

Hvat er tað, sum ger at summar sendingar verða fataðar sum góðar og aðrar ikki?  Spurningurin kom til mín longu meðan eg sá fyrstu sjónvarpssending hjá danska vertsparinum Anders Agger og Anne Hjernøe, har tey ferðast í Norðurlondum í seks pørtum frá grønlendska innlandsísinum til russiska markið, sum DR lýsir sendirøðina, ið spælir uppá, at einaferð vóru vit eitt ríki, Kalmarsamgongan, í somu viku sum leikstjórin, Charlotte Sieling, sjálv greiðir frá um biograffilmin um Margretu hina fyrstu mitt í Havn. Eftir at hava verið dømt úti í mong ár, hevur tað norðurlendska aldri verið meira kul enn tað sama.  Eitt gamalt og siðbundið evni, tað æviga fólksliga norðurlendska, sum politikkur og stokkutar verkætlanir hava bundið niður og gjørt alt fyri at taka lívið av, men ikki letur seg binda niður, fólksligi norðurlendski andin.  Tey bæði, Anne og Anders i Norden , gera longu í fyrstu sending tað best eydnaðu sjónvarpsroyndina, eg minnist meg havi sæð, at lýsa eitt Norðurland uttan at seta

Myndir lúgva altíð

"So skjótt tú hevur trýst á knøttin, hevur tú skapt eina lygn". Soleiðis segði myndamaðurin, tá hann í summar hevði funnið ein góðan vinkul at avmyndað eitt aldargamalt, tugt og tanlað evni.  "Hetta var mín redigeraði sannleiki, tað er myndin prógv um, hon er her og kann ikki afturvísast", segði hann vælnøgdur við grindadrápsmyndina, sum nú kundi fara í ringrás í altjóða pressuni.  At etableraða heimspressan, og ikki bara ágangandi áhugabólkar, veruliga eru heimsins terroristar, fekk eg eina óvantaða fatan av í morgun, tá greitt varð frá um, at nú kunnu fleiri enn tíggjutúsund arbeiðarar koma til Bretlands at slakta kalkun til bretska jólaborðið við einum lagaligum fyribilsvisa. Annars fáa tey einki at eta, bretsku húskini. Tað er tó ikki tað mest áhugaverda, visalagaligheitin. Úrvalda myndin, sum BBC brúkar í morgun, er tað áhugaverda.  Heldur enn at vísa eina endaleysa røð av slátursklárum bretskum kalkunum, ið hava sum lívsmál at verða dripnar, er ein mynd av ein

Don’t leave us alone with the trolls

Eru árini til tað, verða vit við jøvnum millumbilum mint á, at tey sum hava nógv uppá hjartað, fáa ikki rúm fyri teirra uppáhaldum, og fara so aðrastaðni. Soleiðis hevur altíð verið. Men aldri fyrr hava so nógv havt so nógvar pallar at skriva á og rópa í. Og at taka repeterandi myndir av Múlafossi og Fossá at leggja á Insta, sum stundir ikki eru at skriva fult út. Insta í minsta. Men samstundis hava tey, sum fyrr vóru einaráðandi í almenna rúminum - teir skriftlærdu kongarnir í jarðarinnar manningarhúsi - aldri verið so hótt at missa tign, sum berar av einastu meiningsfullum setningum í borgarliga samfelagnum. Og góðum repeterandi instamyndum, bevares.  Aldri hevur heimsins kór kunnað verið fjøltáttaðari enn nú.  Men krígsstøðurnar eru ikki færri fyri tað, hvørki í kabulskum veruleika, ella millum bleiktrandi reglurnar á heimliga tíðindaskíggjanum.  Skriviligi førleikin er ikki nýuppfunnin, og maktin at definera, hvør skal sleppa til orðanna er enn eldri. Eins og alt annað, sum stingur

Til endans fer styrkin í upplýsing at vinna

 - Vit mugu standa saman um at vísa á, at til endans fer styrkin, sum er í upplýsing, altíð at vinna.  Soleiðis skriva blaðstjórarnir á fýra teim fremstu avísinum i Norðurlondum í einum mótmælisskrivi í morgunsólini til kinesiska Xi Jinping, ið sæst omanfyri, og sum síðan 2012 hevur verið leiðari í kommunistaflokkinum har í landinum.  Ørindini eru, at í dag fyllir flokkurin hundrað, og orsøkin til sjálvt skrivið er manglandi pressufrælsið í Hongkong, har avísin Apple Daily er stongd og myndugleikarnir hava tikið ræði á Radio Television Hong Kong. Sama hevur verið gjørt í Russlandi í áratíggju, har kritiskar avísir hava verið stongdar, tí ventilatiónin ikki riggar nóg væl, ella tí at brúkaralisensir til telduforrit ikki vóru nóg mangir.  Ikki fyri at hálova heimligu pressuni á nakran hátt, hon er á reyvini sum aldri áður, men samanumtikið skulu vit prísa okkum lukkulig, at einaræðisábendingar so sjálvdan vísa seg í okkara landi. Men tað kemur fyri.  Umframt donsku avísina, Politiken, su

Danskar pínligheitir

  Mynd: Jákup Sørensen Hesa ársins tíð plaga vit at verða mint á, at Menniskjatingið har suðuri í Danmark heldur seg eiga ikki bara okkum, men eisini inuittar í norðurprovinsini.  Og tað slær ikki feil.  Heldur ikki í ár, hóast Menniskjatingið tók myndina burtur nokkso skjótt, tí hóast alt er eisini skomm skapt í onkrum umsitingarligum parlamentarikara, kanska á leið í sama lutfalli sum í sentralprovinsini her hjá okkum.  Spell, tí eg ætlaði at taka eina ordiliga mynd við plakatini til komandi stórfilmin Margretu hinari Fyrstu á borðinum. So tað verður við myndini omanfyri, sum Jákup Sørensen var so heppin at taka og lána mær til høvið. Takk fyri tað.  Hesi mongu farnu árini havi eg í okkara landi møtt eini endaleysari røð av formidlarum úr suðurprovinsini. Tey eru hundrað ferðir størri enn vit, so tey fáa eisini hundrað ferður so nógvan pening at vitja okkum og afturfyri fortelja teirra fólki um okkum.  Eisini koma formidlarar úr norðurprovinsini at vitja okkum at hoyra, hvussu vit k

Fólksins rødd

Hetta er nýggja fólksins rødd. Klippið er av Portalinum í dag, tá tey endurgóvu tíndaskrivið frá Kringvarpinum um neyðugar sparingar og at siga fólk úr starvi. Við samtíðarbrillum vóru fyrr fínar sendingar. Fimmarin beinleiðis í Útvarpinum mikudagar klokkan fimm, tá øll tjóðin helt ondini, og so Fólksins rødd í Sjónvarpinum. Báðar sendingar fangaðu fólksins rødd, akkurát so sum tær vildu, og hepnið var við Varpinum, tí øll lurtaðu og hugdu. Men so er dragnað millum framleiðara og brúkara, sum hetta klipp omanfyri skilliga ber boð um. Gamaní nakað einoygt og óreflekterað, men kortini sett fram í almenna rúminum í dag við fullum navni, so øll síggja, í ein heilan dag Veit ikki, um útmeldingarnar eru umboðandi fólksins sonnu rødd, tí eingin miðlakanning er kunngjørd í nýggjari tíð, og einki innovativt átak, hvat innihaldi viðvíkur, er kunngjørt úr Kringvarpinum. Einki, sum ein gamal útvarpsfjeppari sum undirritaði kann ugga seg við, meðan øll rópa krossfest, krossfest, ella í dagsins

Flóvur av slovum flow tv

Ein fótboltsspælari doyði á einum donskum vølli, men stóð upp, eftir at køn fólk á staðnum høvdu funnið ein hjartastartara og dugdu at brúka hann. Alt meðan upptøkutólini gingu og øll verðin hugdi.  Hetta flow av hendingum rakti út í hvønn krók, so vit fingu upp í leypar av magasinsendingum um at doyggja á vøllinum, um fólk, sum vóru til staðar og sóu hendingina og ikki fingu kreppuhjálp, og um hjartastartarar og hvussu vit plasera teir, og hvussu vit kunnu brúka Stayin' Alive úr farnu øld sum rytmiska pumpu, tá vit standa mitt í tí og skulu geva massasju mitt í miðlunum, in medias res, har the medium is the massage , so segði hann.  Og í vikuni hevur fremsti sjónvarpsverturin verið á makrelveiðu við gøtumonnum, og innkomnir liggur Brimil fyri teimum og gevur eina bót. Eftir siti eg við spurninginum, hvør visti av hvørjum, ella var hetta bara ein summarkrimi hjá Degi og Viku um heimligt eftirlit, sum faktiskt virkar. Ein cliffhanger av teim stóru. Miðsavnandi miðlar, sum eru á sta

Livandi orðið givið upp til skutil

Í dag hoyrdist, at einasta blaðpressa í landinum ber seg ikki, og fer at snara lykilin um á ólavsøku. So er slætt borð, einki blað verður prentað og einki útistandi er. Frá at vera heimsins mest avíslesandi fólk eru vit endaði í null. Hinvegin, tað er eisini endamálið við ein projekti. At enda í null.  Góða innleggið, sum fyrr var í Dimmu, er langt síðan hildið uppat, Sosialurin roynir seg enn við einum vikuskiftisinnleggi, luftborna Pressan í Útvarpinum kom ikki afturíaftur, og mest sum bara aftureftirlítandi sendingar eru í tí miðilinum, sum eg altíð havi hildið vera hin fremsta og einasta tjóðarbyggjandi í landinum. Tað haldi eg enn. Men lesa fá, so lurtar eingin. Bara tey á mínum aldri og nógv eldri, sigst.  Tá eg skilti, at Útvarpið verður betraktað sum ein óljóðskassi í einstaklingasamfelagnum, royndi eg meg um dagarnar við einum poddi, sum tey siga, skal bjarga gamla útvarpsmiðlinum. Gjørdi hann saman við Árna, men annars púra fyri meg sjálvan á einum stuttligum skeiði, eg slapp

Pastisjunnar háborg

Hyggasíggj. Italskur power glamrock frá 70’unum, við eini danskari Suzi Quatro á bass, vann á fronskum Piaf chanson við einum ternusnerti av belgiska Brel, sum aftur vann á artistiskum Elvis look alike, sum dyrkar Scott Walker í sveisisku alpunum, meðan Ukraina er farið út í hvønn heimakrók at finna geografiskt siðbundna fólkatónan við eini raddarkraft sum hjá karelskt-finsku Värttinä.  Einki er sum Grand Prix kappingin, sum nú eitir Eurovision Song Contest, Evrópska söngvakeppnin, sum málsliga stuttligu íslendingarnir siga, nú vit gera tað legalt at kappast um sang og tónleik úr øllum Evropa - og so hinum, sum eisini vilja verða við. Evropa er eitt rúmsátt hugtak. Og tað er praktfult, tá vit hugsa um heimliga krimprumpuveldið, sum sigur, at einki skal kappast um nakað, og brúkar tað sum umbering fyri einki at gera við nakað.  Eurovisionsjovið er briljant hugtakandi og fer langt fram um senukantin í hvørjum tí einasta sangi. Og so er tað ein konstantur cliff hanger, tá talt verður sama

Frá blogg til podd

Í vikuni gjørdi eg mítt fyrsta poddvarp á skeiði í Námi hjá Dorte Palle og Tor Arnbjørn, sum fyri tveimum árum síðan skrivaðu Podcastbogen , hina fyrstu í Danmark. Tað var ein evarska lítil bundin uppgáva í tveir minuttir, sum eg valdi at loysa við telefonini á gongubrúnni við Bukkevald í Havn eitt kvøldi við lítlum uppgangi.  Dorte hevur egið poddvarp, heimasíðu og Soundcloud, ið er ein ókeypis sýningargluggi, sigur hon. Bæði hava Rakkerpak Productions í Keypmannahavn, tey skipa fyri kveikjandi skeiðum, og við støði í kursistum, sum á okkara leiðum gera poddvarp, hava tey Nordic True Stories gangandi. Magni Høgnesen, sum situr við mína lið, hevur eitt greitt undirvísingarligt sikti, tá hann sigur, at skeiðið í Námi er ein góð samanrenning millum ástøði og uppgávur.  - Tað gjørdi, at eg bleiv noyddur at fyrihalda meg til innihaldið, og slapp at royna meg við tí verkliga. Tað eru ótrúliga nógvir møguleikar við poddvarpi, fyri meg í skúlanum. Tað vildi verið upplagt hjá okkum á Miðnámi á

Í Havn smakka tey ikki mun á bankatoski og øðrum fiski

Regin Winther Poulsen, sum er journalistur hjá Al Jazeera í New York, hevur í dag grein í heiðurskrýndu bretsku avísini The Guardian um føroyska bankatoskin, sum hvarv, og hvat føroyskir lyklapersónar halda um júst henda toskin, hvat hann var eyðkendur fyri, og hví hann mundi hvørva. Ein sjáldsama frálík grein, sum við nærlagni førir okkum út í markleysu verð við okkara bestu vøru, uttan at stranda í donskum jabbaríi úr koloniunum, sum vit altíð enda í, tá ein av móðurlandsins synum, helst nýútbúgvin, verður sendur at vitja og rapportera, sum var tað av einum hermóti, har bara reyvin av fimtu división var at finna.  Í so máta er faktamettaða og rapporterandi greinin í The Guardian eitt risa framstig. Flott! Á Facebook hava longu fleiri funnið yndissetningar í greinini. Sjálvur haldi eg, at mest áhugaverdi og avbjóðandi setningur okkum til innvortis tykt og læru, er setningurin frá skiparanum í Klaksvík:  “He says he is not bothered that the fish he used to catch in the Faroe Bank are

Tá angrandi syndarin fer til bekennilsi

Einki er sum ein, ið biður um umbering. Og tað serliga, um umberingsbiðjarin hevur sitið á landsins fjórðhægsta hesti, ført eitt drúgt sjálvrættvísisstríð, har eingin annar sannleiki er til uttan hann, sum journalisturin sjálvur kroystir úr egnum upplýsingarpenni. Men onkuntíð er tað neyðugt.  At grípa í egnan barm og viðganga, at eg, journalisturin, varð drigin uppá tráð av einum egosentrikara, sum gamaní eisini hevur eina privata lívssøgu og eitt navn, bæði tá og nú. Nú er hann, heimildartrygdin hjá Sosialinum , endaður á niðastu rók í klivamentanini, har neyvan nakar formidlari vil tala hansara núverandi søk, so sum gjørt var fyri fimm árum síðan, tá evni var slatur.  Sjálvt ørindini upp í saman at nevna hansara dómfelda navn, ið partvíst er einnevnt í føroyskari navnagávu, elva til fakligt kjak í journalistiskum høpi. Jú, nøvn skulu nevnast, tá dómur er fallin og straffurin er yvir eitt vist, verður sagt, í mínum oyrum við skaðafróari gapistokkamentan. Tað havi eg skrivað eitt dek

At hoyra søgur úr egnum veruleika

Týskvøldið gjørdu Jan Lamhauge og hansara fólk eitt ordiligt come back við sendingini Teir ómettiligu . Jú, tað er í kalkyni, tí tað er týðuliga ein maskulinur eginleiki at vera ómettiligur, ikki minst tá tað snýr seg um jarðiskt góðs og fæ, um tú so skalt bøta fyri alt við sál tínari.  Religiøsiteturin er eyðsýndur, eisini tá vit lesa longur í tekstinum: “Og alt fyri eitt fell tað eins og skøl frá eygum hansara”. Eitt av mínum yndissitatum.  Og her er tað Jan Lamhauge kemur inn í myndina, journalistiskt at taka skøl frá eygunum, sum vit blindu atkvøðuneyt, fyrilitarleyst trúgva uppá og lata okkum blenda og tøla av í einum politiskum veruleika, sum á øllum stigum er gjøgnumsúrgaður av korruptión og pengasterkum útlendingum, ið brúka primervinnuna í Føroyum sum royndarvøll til egna ótálmaða girnd úti í heimi.  Noteraði  mær í morgunbókina henda sama týsdag, at Kringvarpið byrjaði tíðindadagin við tveimum søgum. Onnur var um turbulens í flogídnaðinum, og hin um tey bæði ungu í bretska ko

Týdningarmesta grein í Dimmu

Undir yvirskriftini Neyv søgufrøði ella halgisøga svarar Hanus Kamban í dag aftur teim viðmerkingum, hann hevur fingið fyri greinina Glíðibreytin í Dimmu hin 12. februar.  Sjálvur var eg millum tey mongu, ið góvu til kennar, at upprunagreinin var serstakliga týdningarmikil at lesa í einum føroyskum miðili í dag.  At greinin nevnir ein føroying sum dømi, helt eg ikki taka nakað frá henni, soleiðis sum eg lesi og fati hana, greinina, sum vil vísa á, at ekstrem hvít høgraradikalisma er sum aldri áður tvunnin saman við evangeliskt religiøsum fríkirkjuaktiviteti, serliga sjónligur í USA undir Trump, og samstundis her heima við eini javnfjarari og beint fram samtykkjandi rørslu í okkara tíð, fyri ikki at siga beint nú. Greinskrivarin mælir í greinini í dag til, at vit sleppa nútíðar pyntisjúku og í staðin hyggja beint í andlitið á tríatiárunum. Júst tað ger greinskrivarin sjálvur, og miðvísur, sum hann altíð er, finnur hann - umframt eina staðfesting av, at umrøddi føroyingur las Mein Kamp

Kann man vera haturskristin?

Tá tín argasti fíggindi skrivar um títt samlaða lívsavrik: " Humanisma Hanusar er ikki annað enn plagiat av Fjallaprædikuni, " tá kann tað ikki verða betri, haldi eg. Tað er jú vakrasti tekstur í verðini og søguni, so sum vit kenna hana, søguna og verðina.  Sjálvt Roy Andersson kann ikki skamma Fjallaprædikuna niður í horna, men dyrkar hana sum eitt upphevjað úttrykk í misantropisku filmunum, sum nú eisini hava funnið brettir á føroyskum palli.  Men haldi ikki, at greinaskrivarin fatar tað framseting, hann kroystir úr egnum krampapenni, beint fyri evstamark, tvíhaldandi um hann, pennin, meira orgastiskt hatursfullur enn nakrantíð.  Greinin hjá briljanta ensktlæraranum, sum í kjalarvørrinum á religiøsa fólkaforføraranum, Jim Jones, leiddi okkum trygt gjøgnum How they bend minds í Newsweek í 1978, fær meg at spyrja:  Kann man vera ein haturskristin?  Er nakað til, sum eitir haturskristin?  Móti mínum vilja, fær Óli meg ikki bara at halda tað, men at tað er plausibult og í fína

Gott at lesa Høgna aftur

Meðan føroyingar, sambært ársfrágreiðingi hjá Ríkisumboðnum í tíðini undan sjónvarpi, kundu uppliva, at fleiri enn túsund bløð sirkuleraðu millum hvørji túsund fólk - upplagskontrollur hevur aldri verið í Føroyum - hevur blaðdeyðin síðan verið málaður reyður sum í Mósebókini í hvørjum duri. Tá er hugvekjandi, kveikjandi og eisini stuttligt, brádliga, at síggja Høgna Djurhuus skriva aftur í Sosialinum.  Síðan eg í fyrndini hoyrdi Jógvan Arge spyrja um leveringsdygtigheit - er hasin og handan leveringsdygtig, og síðan staðfesta týdningin av staying power , at blíva við og gera serstakt profileraðar sendingar og annars at skriva uttan íhald - hevur tað altíð verið mær greitt, at miðlaarbeiðið er ikki bara sjálvt avrikið í løtuni, men eisini tann vøllur, sum javnt og samt verður strikaður av. At miðling eisini er at skapa eitt forum, ein heimstað, ella bara ein sjónligan pall, ið er heimstaður fyri reportasjum um og ummælum av list og mentan. Ikki bara uppistøkksfyritøkur, men ein lívseigu