Skip to main content

Posts

Hoyr, tað rópar í oyðimørkini

Vikuskiftið, Sosialurin 19. september 2003: Liðin eru 30 ár síðani ein hin undarligasti rokkarin fór av verðini. Tað var Gram Parsons, the Grievous Angel , sum doyði í Joshua Tree í Kalifornia hin 19. september 1973. Birgir Kruse skrivar úr rúmi nummar 8, sum var karmur um mest skakandi hending í rokksøguni. Eitt jósvatræ peikar í ymsar ættir. Í veruleikanum er tað ikki nakað træ, men er av liljuættini, Yucca brevifolia. Sigst, at tá mormonar miðskeiðis í 19. øld fóru um Colorado ánna, góvu teir trænum bíbilska navnið. Fyrimyndin var Jósva, sum við opnum ørmum signar teimum landið fyri vestan. Undan mormonum brúkti upprunafólkið, indiánar, jósvatræið í listahandverki og til matna. Í hesum heita og berliga parti av Kalifornia er viðalundin The Joshua Tree National Park. Ikki nøkur viðalund í vanligari merking, heldur oyðimørk við runnum og mistrivnaðum pálmum, ið spretta millum steinar og klettar, ið tykjast sum leiktjøld frá Hollywood filmum. Luftin darrar yvir heita asfaltinum og stei...

Ólavsøkan sett 2003

Ólavsøkan sett, 28 juli 2003: Góðu ítróttafólk og hornblásarar, góðu ólavsøkugestir, góðu landsmenn! Ólavsøkan er tann krummtappur og snúningsásur, sum vit ofta máta okkum eftir. Fyri ólavsøku, eftir ólavsøku, á ólavsøku. Ólavsøkan er eitt markamót. Ólavsøkan er eisini ein hugsunardagur, ella báðir tveir, rætt sum skótarnir praktisera í sambandi við Baden-Powell. Ein hugsunardagur. Og undir hesum hugsunardøgum seta fólk hvørjum øðrum stevnu. Húski, vinfólk, starvsfelagar. Ólavsøkan er ein høvuðssnúningsásur, har allir tættir og øll bond knýtast. Hetta er stevnan, ið ber av øllum, hin stórsta mentanarstevnan í árinum – tjóðardagur okkara – hetta er fólkið, Tingið og kirkjan. Stundandi fram mót hægsta degi í árinum, eru vit enn ikki komin niðaná. Tað vera vit í morgin. Tá kirkjan, Tingið og fólkið finna saman og kunnu loka dagin í felags sangi, her á hesum staði. Tá eru vit í ólavsøkuhøpi komin niðaná. Eg vil á hesum mentanarliga hugsunardegi støðga á við hesi orðini: ”Enn eru vit ikki ...

Norðurlandahúsið 20 ár: Seinasta tannáringamáltíðin

Tíðindagrein, Dimmalætting 7. mai 2003: Í dag fyllir Norðulandahúsið 20 ár, men í gjáramorgun helt Norðurlandahúsið ein seinasta tannáringamorgunmat, har hugt varð bæði aftur á søguna hjá Norðurlandahúsinum og frameftir at tiltøkum bæði komandi dagarnar og komandi árini. Tað var lagt upp til ein hugnaligan morgunmat í Norðurlandahúsinum í gjáramorgun. Ein morgunmatur, sum Birgir Kruse skemtandi segði, tá ið farið varð til borðs, var seinasti tannáringamorgunmaturin, nú húsið fór burtur frá sínum tannárum og upp í tey meira vaksnu 20-ini. Bollarnir, osturin, teið og kaffið smakkaði væl ímillum tað sera fjølbroytta morgunmatarborðið, sum bæði taldi leiðslu úr Norðurlandahúsinum, miðlarnar og eisini listarfólk sum limir úr Gestum, Ólav Hátun og Kristian Black. Modellpallurin av stóra føroyska sangleikinum Skeyk, sum varð framførdur í Norðurlandahúsinum, var enntá eisini sloppin upp í part, har hann stóð mitt á borðinum ímillum miðlablokkar, skráir og bollar. Stórfingin føðingardagur Helg...

Eg og tónleikurin

Sosialurin 15.mei 2003: Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? Tað vil eg ikki siga, men eitt elektriskt orgul høvdu vit einaferðina. Spældi onkrar sálmar á tað. »Ongum er so trygt at fara« til dømis. Spælir tú nakað ljóðføri? Eg haldi, eg má svara nei uppá handan spurningin. Trummur í Eiðis Ljómfelag vil eg ikki ordiliga telja við. Syngur tú undir brúsuni? Nei. Men skrúvi wc-útvarpið hart frá. Og leggi onkuntíð eina fløgu á. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? Man ikki tað? Sum tannáringur við bløðunum Go! og Vi Unge? Ájú. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? Rættuliga nógv. Vil siga, at eg lesi yrkingar gjøgnum tónleik. Tónleikur er mítt bókmentunarliga filtur. Rokklyrikkur. Inngongdirnar eru til dømis Hank Williams og David Bowie. Men eisini danskarar sum C.V. Jørgensen og Love Shop. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? Eini 3000 fløgur og kanska 1000 LP plátur. Og nakrar single plátur í nøkrum flower power mappum. Hvat er tín yndisfløga? Tað broytist alla tíð...

Burt í annan heim

Oddagrein í Prix Føroyar blaðnum hjá Sosialinum 2003: Fremstu frítíðarítriv hjá skúlaungdómi eru í dag tónleikur og filmur. Og millum fremstu ynski um útbúgving og lívsstarv standa tónleikur og mentan. Tað staðfestir ein kanning millum túsund næmingar, sum í ár skulu gera seg lidnan við antin fólkaskúla ella miðnámsútbúgving. Økisgranskingardepilin hevur gjørt kanningina. Tað merkir ikki, at vit hava slept fiskivinnuni og øðrum vinnugreinum, sum í øldir hava bygt hetta land. Men kanska merkir tað, at tær hevdvunnu vinnugreinarnar hava alt truplari at virka sannførandi, eggjandi og nýskapandi yvirfyri føroyskum ungdómi. Á tónleikaøkinum er Musikkskúlaskipanin farin at virka kring landið og annað hvørt ár er Prix Føroyar tiltakið. Helst eru hetta tveir týðandi liðir í einum karmi, sum við professionalismu og nýhugsan hava skapt eitt nýtt føroyskt ungdómsrák, har snúningsásurin er tónleikur. Egin tónleikur. Og tónleikur er ikki longur bara nakað vit passivt stinga í fløguspælaran. Nei, ...

Promoting cultural links across the North Atlantic

Røða, Hetland oktober 2003: Convener, ministers, distinguished guests. Thank you for the invitation and the opportunity to participate in this conference - and most of all thank you for the clear political signal and manifestation also to include culture in your work and your conference. Surely, a worthy cause. Thank you for that. We all carry with us our own personal belongings. My personal background is teaching and journalism. Two fields in the service sector that more than any other occupation are based on the fact to work on behalf of others. Always to work on behalf of others. The Indian film director Sanjiyt Ray, who was a brilliant director of children films, he said on one occasion that "It's a rare gift to be able to feel with the heart of a child, while creating with the mind of an adult". In other words to be able to work on behalf of others - the teacher on behalf of the parents and their children, the journalist on behalf of the reader, and always to work on...

Mentunarsending við paraply

Ummæli, Olav Enomoto, Sosialurin 5. februar 2003: Ótrúligt er tað at hoyra, hvussu miðvíst og væl tilrættislagdar sendingarnar hjá Birgir Kruse eru fyri at boða loysingarboðskapin. Vælsmakkandi: Við síni blíðu, yvirbevísandi rødd ruddar Birgir Kruse slóð fyri loysingarveinginum inn í okkara stovur og lindi. Sjálvur ger hann ikki tað praktiska arbeiðið, men virkar sum ein viti fyri tann boðskap, sum skal beina okkum lurtaranum á kós. Pedagogiskt: Eg vil geva Paula Nielsen rektara á Læraraskúlanum eitt 11-tal fyri pedagogik og framløgu. Væl varð greitt frá, hvussu ófrælsar Føroyar eru sum so mong onnur lond, og eisini hvussu føroyska fólkið bleiv hildið niðri av ávísum afturhaldskreftum, bæði í skúla og á tingi. Kelduvalið var gott og valdu endurgevingarnar vóru enn betri. Eitt 13-tal hevði verðið uppiborið, um hendan grein ikki bleiv skrivað. Fjølmiðlaábyrgd: Skilligt er nú fyri mær, hví so hart arbeiði verður lagt í at yvirtaka fjølmiðlábyrgdina. Ivaleyst so at almenn upplýsing kann ha...

Samstarvið minkar

Tíðindagrein, Dimmalætting 29. august 2002: Norðurlendskt samstarv: Tað fólksliga er um at hvørva í norðurlendskum samstarvi, og útjaðarin verður marginaliseraður, segði Birgir Kruse við Dimmalætting í gjár. Mikkjal Helmsdal er samdur, men hann heldur kortini, at politiskt hava tey smærru londini fingið okkurt burturúr. Í samrøðu við Dimmalætting í gjár segði formaðurin í Norrøna Felagnum Í Føroyum, Birgir Kruse, at tað sokallaða fólksliga í norðurlondum ikki verður raðfest líka høgt í dag, sum tað varð gjørt í eitt nú seksti- og sjeytiárunum. Hann helt, at tað norðurlendska samstarvið er sentraliserað og bureaukratiserað, við tað at næstan bert politikarar og embætismenn viðgera norðurlandamál, og tí er reellur vandi fyri, at fólkið missir áhugan fyri tí norðurlendska samstarvinum. Eisini segði Birgir Kruse, at áhugin fyri teimum smærru økjunum, sum eitt nú Føroyum, er minkaður, og tí verður útjaðarin í norðurlondum marginaliseraður. Mikkjal Helmsdal var stjóri á »Nordens Institut på ...