Skip to main content

Posts

Millum trúboðarar og vampýrar

»Djevulskapurin hevur tvinnanda uppruna: Øðrumegin er tann fyrilagaði djevulskapurin, sum eingin mannavilji fær rátt og hinumegin tann djevulsskapurin, ið menniskjað við vilja og vali er atvoldin til.« Umstrýddi rithøvundurin og ummælarin Carl Jóhan Jensen letur úr hondum nýggja skaldsøgu, »Ó - Søgur um djevulskap«. Birgir Kruse hevur hitt Carl Jóhan Jensen til eitt prát um vekingarrørsluna, skaldskap, og ljóðið frá øksum, ið verða brýndar. Viðtal, Dimmalætting 11. november 2005: – Ja, tað sær ikki mætari út, sigur ein lítillátin Carl Jóhan Jensen, tá eg spyrji, um hann hevur sett føroyskt skaldskaparmet. Framman fyri honum liggja 800 síður í blóðdálkaðum skinni, bókin »Ó – Søgur um djevulskap«. Hin drúgvasta skaldsøgan á føroyskum.Rithøvundurin, sum er nærlagdur ummælari, pussar brillurnar og hyggur metandi at mær, tá eg sigi skaldsøga. Tekur tjúkku bókina upp í hondina, vigar henni eina løtu og ger so í nýtum orðum vart við, at bókin er ikki ein søga og als ikki ein skaldsøga, men ba

At búgva millum úlvar og lomb

Sunnumorgunin gekk leiðin sum vant til bakaran at keypa morgunbreyð. Men gakk, gøtan var stongd og avbyrgd. Blinkstrandi brandbilar hómaðust niðast í gøtuni. Komin nærri, sást tjúkkur roykur rulla út undan bylgjandi trøum, ið spretta hesa ársins tíð. Kimiligir brandmenn ganga inn og út og illbrýntir løgreglumenn skriva upp í bókina. Túnið flýtur í vatni. Húsini, ið daga fram millum ývnu trøini, eru úr gulum múrsteini, rúmlig og við fløtum taki. Í morgun hava tey sanniliga givið upp andan. Rútarnir sprongdir og brent er upp gjøgnum takið. Blankir bjálvingarlepar hanga speiandi úr takskegginum og leiftra í lotinum. Her stendst einki at bjarga. Alt farið upp í royk. Forvitnir grannar slota eina løtu, rista á høvdinum, stinga hendurnar djúpt í lumman og ganga ilskir framvið. Undrist yvir hesa hjartaleysu atferð, nú onkur hevur mist hús og heim ein sunnumorgun. “Tað ræður um at verða fyrstur” sigur ein skrámutur blaðmaður, ið unnist illa við dagsins ljós og enn verri við at skriva meðan fó

Merkið hevur tvær síður

Flaggdagsrøða, Føroyingafelagið Áarstova í Århus 25. apríl 2004: Eitt flagg hevur tvær síður. Tað veittrar í vindinum og stundum síggja vit aðru síðuna og stundum hina. Soleiðis er eitt flagg og soleiðis eru korini at liva í støðugum vindi. Ein rennan úr einum borði og í annað. Nakað soleiðis kennist tað sum føroyingur at búgva í Danmark. Fyrr føroyingur og nú danskari. Og tó møtast vit allir føroyingar at heilsa flagginum, heimliga Merkinum. Á føroyskum, við føroyskum kóri og sangi, mitt í Danmark hin 25. apríl. At vera føroyingur í Danmark er eitt markamót – eitt interface. Vit kunnu flyta inn og út millum londini. Og hvørja ferðina vit gera tað, fáa vit sama persónsnummar aftur, og gongur koyrikortið, ella passið út, ja so kunnu vit endurnýggja tað í tí landinum – Danmark ella Føroyum – sum vit nú einaferð eru í. Og tá tað kemur til passið, ja so kunnu vit velja millum tvey. Reytt, ella grønt “der er frit valg” sum sølumenninir siga. Og so verða vit eisini boðin í hernaðartænastu, j

Tala millum veggja

Samkoma í Norðurlandahúsinum 28. januar 2004: Gott kvøld øll somul og serliga Helga, takk fyri vertskapin og innbjóðingina til hetta hugnaliga borðhald. Og av givnum ávum, sum tit øll vita um, so fari eg samstundis at takka fyri tey farnu árini og tær upplivingar, sum eg - og vit í felag - hava havt her í húsinum, alt síðani Listastevna, kajakk og ísbjørn komu her á matrikkulin. Eg skal ikki draga nakað frá, alt hevur verið spennandi. Tá ein í 15 ár hevur sitið í skúlanum, sum er eitt fast skipað og rættuliga afturlatið samfelag, har tað ringir inn og ringir út og tú beint fram kanst liva eftir konstant at verða “saved by the bell”, og so kemur út í pulserandi erhvervslívið, so er mangt forvitnisligt, onkuntíð ovæntað – bæði negativt og positivt – at uppliva. Meðan skúlin og tímatalvan, sum har er, dagliga er tryggjaður við faki, flokki, lærara, stuðulslærara, garðvakt, høli og klokkutíð, so eru hesi viðurskifti, hesir karmar, ikki galdandi í arbeiðslívinum annars. Meðan tú hevur bæði

Fangstkultur i Vestorden

Røða, Tromsø september 2003: Jeg takker for invitationen og anledningen til at lægge frem nogle ord og tanker omkring fangst og fangstkultur i Vestnorden, som også er titelen på udstillingen, et projekt, initieret af Vestnordisk Råd og del af Newtork North, som jeg har koordineret frem til udgangen af juni i år. Fangstkultur i Vestnorden er en rejsende udstilling, som i øjeblikket kan ses på nationalmuseet i Dublin i Irland. Udstillingen har tre indfaldsvinkler, der alle har landene i Vestnorden, Grønland, Island og Færøerne, som geografisk ramme: museumsgenstande, bl.a. fangstredskaber kunstgenstande, installationer, samt malerier og skulpturer med fangst som tema og teknologi, bl.a. i form af filétmaskine fra firma Marel. Udstillingens omfang er 500 kvadratmeter gulvareal og 6 meter til loftet på sit højeste punkt. Til udstillingen er fremstillet: engelsk-dansk katalog, redigeret af Birgir Kruse og udgivet af Sprotin (ISBN 99918-44-69-4). CD med titel “Piniartut” (TUTL CD1051) med mu

Hoyr, tað rópar í oyðimørkini

Vikuskiftið, Sosialurin 19. september 2003: Liðin eru 30 ár síðani ein hin undarligasti rokkarin fór av verðini. Tað var Gram Parsons, the Grievous Angel , sum doyði í Joshua Tree í Kalifornia hin 19. september 1973. Birgir Kruse skrivar úr rúmi nummar 8, sum var karmur um mest skakandi hending í rokksøguni. Eitt jósvatræ peikar í ymsar ættir. Í veruleikanum er tað ikki nakað træ, men er av liljuættini, Yucca brevifolia. Sigst, at tá mormonar miðskeiðis í 19. øld fóru um Colorado ánna, góvu teir trænum bíbilska navnið. Fyrimyndin var Jósva, sum við opnum ørmum signar teimum landið fyri vestan. Undan mormonum brúkti upprunafólkið, indiánar, jósvatræið í listahandverki og til matna. Í hesum heita og berliga parti av Kalifornia er viðalundin The Joshua Tree National Park. Ikki nøkur viðalund í vanligari merking, heldur oyðimørk við runnum og mistrivnaðum pálmum, ið spretta millum steinar og klettar, ið tykjast sum leiktjøld frá Hollywood filmum. Luftin darrar yvir heita asfaltinum og stei

Ólavsøkan sett 2003

Ólavsøkan sett, 28 juli 2003: Góðu ítróttafólk og hornblásarar, góðu ólavsøkugestir, góðu landsmenn! Ólavsøkan er tann krummtappur og snúningsásur, sum vit ofta máta okkum eftir. Fyri ólavsøku, eftir ólavsøku, á ólavsøku. Ólavsøkan er eitt markamót. Ólavsøkan er eisini ein hugsunardagur, ella báðir tveir, rætt sum skótarnir praktisera í sambandi við Baden-Powell. Ein hugsunardagur. Og undir hesum hugsunardøgum seta fólk hvørjum øðrum stevnu. Húski, vinfólk, starvsfelagar. Ólavsøkan er ein høvuðssnúningsásur, har allir tættir og øll bond knýtast. Hetta er stevnan, ið ber av øllum, hin stórsta mentanarstevnan í árinum – tjóðardagur okkara – hetta er fólkið, Tingið og kirkjan. Stundandi fram mót hægsta degi í árinum, eru vit enn ikki komin niðaná. Tað vera vit í morgin. Tá kirkjan, Tingið og fólkið finna saman og kunnu loka dagin í felags sangi, her á hesum staði. Tá eru vit í ólavsøkuhøpi komin niðaná. Eg vil á hesum mentanarliga hugsunardegi støðga á við hesi orðini: ”Enn eru vit ikki

Norðurlandahúsið 20 ár: Seinasta tannáringamáltíðin

Tíðindagrein, Dimmalætting 7. mai 2003: Í dag fyllir Norðulandahúsið 20 ár, men í gjáramorgun helt Norðurlandahúsið ein seinasta tannáringamorgunmat, har hugt varð bæði aftur á søguna hjá Norðurlandahúsinum og frameftir at tiltøkum bæði komandi dagarnar og komandi árini. Tað var lagt upp til ein hugnaligan morgunmat í Norðurlandahúsinum í gjáramorgun. Ein morgunmatur, sum Birgir Kruse skemtandi segði, tá ið farið varð til borðs, var seinasti tannáringamorgunmaturin, nú húsið fór burtur frá sínum tannárum og upp í tey meira vaksnu 20-ini. Bollarnir, osturin, teið og kaffið smakkaði væl ímillum tað sera fjølbroytta morgunmatarborðið, sum bæði taldi leiðslu úr Norðurlandahúsinum, miðlarnar og eisini listarfólk sum limir úr Gestum, Ólav Hátun og Kristian Black. Modellpallurin av stóra føroyska sangleikinum Skeyk, sum varð framførdur í Norðurlandahúsinum, var enntá eisini sloppin upp í part, har hann stóð mitt á borðinum ímillum miðlablokkar, skráir og bollar. Stórfingin føðingardagur Helg