Skip to main content

Posts

Føroyar sum brand

Merkið er nógv brúkt brand í íslendskum handilsgluggum í løtuni. Ovast gamli skreythandilin hjá Franch Michelsen, síðani Boys in a Band í geisladiskabúðini hjá Smekkleysa og niðast Icelandic Wonders við íslendskum ullavørum, sum allar eru føroyskar og frá Sirri (Myndir: Birgir Kruse) Føroyingar, ið ferðast í Íslandi, verða bornir á lógvum. - Var tað ikki fyri tykkum, so fóru vit á húsagang, sigur ein handilskona, ið selur mótaklæði til múgvandi kvinnur á handilsgøtuni í Reykjavík. Eftir okkara pungi er prísurin í botni, hóast merkini eru tey dýrastu. Á Laugavegnum er einki tekin um kreppu. Men tað kennist pínligt at vera føroyingur í Íslandi. Í næstu búð eru fløgur til sølu. Skilji, at Smekkleysa eigur úrvalið, sum er í topp og tænastan hægri. Eftir ein fyrilestur um Pétur Poppara, Pétur W. Kristjánsson, varnist eg nakrar føroyskar fløgur. Harkaliðið og Boys in a Band. Henda seinna stendur fremst og best fyri í geisladiskabúðini. Merkið, føroyska flaggið, er sett á dreingirnar úr Gøtu....

Gentan, ið spældi við eld

Ovast Lisbeth Salander (Noomi Rapace) í Bowie-máling sum einsamallur hevnari. Í miðjuni tey bæði Lisbeth Salander og Mikael Blomkvist (Michael Nyqvist). Niðast Paolo Roberto (ipso facto) og Mikael Blomkvist (Pressumyndir frá filminum) Notat í Havnar bio, tá filmurin Gentan, ið spældi við eld varð sníksýndur mikukvøldið 16. september 2009: Format Formatið og tøknin í filminum um Gentuna, ið spældi við eld , elva til ein kornutan og grumsutan myndaflata. Filmurin er gjørdur til sjónvarp og dvd, og nú blástur upp til vítt og breitt biograflørift. Fyrri filmurin Menn, ið hata kvinnur hevði munin skarpari myndir, serliga frostmyndir burturi í óbygdum har norðuri í Svøríki. Av øllum nøvnum lýddi danski leikstjórin navnið Oplev. Til henda nýggja svenska filmin er framleiðsluliðið svenskt. Løgið, so ymiskt úrslitið verður. Leikstjórn Svenski leikstjórin Daniel er sonur Hasse, Hans Alfredson, sum vit kenna frá Hasse & Tage. Daniel er 50 ára gamal og hevur fyrr gjørt tveir Sjöwall og Wah...

Hoyrispæl ella fakta?

Einaferð var eg í hørðum orðadrátti á Filmskúlanum í Ebeltoft. Orsøkirnar vóru tvinnar. Øðrumegin journalisturin Anders Agger og hinumegin filmsleikstjórin Birger Larsen. Hin fyrri, Agger, hevði gjørt nógvar gernadissøgur til Søndagsmagasinet , tíðindasendingina hjá Danmarks Radio. Til dømis við tónleiki og sterkum kensluskapandi effektum, tá jarðarferðir skuldu lýsast og eingin møtti. Hin seinni, Birger Larsen, hevði gjørt filmarnar Latið hvítabjarnirnar dansa, Kalsvognur og allar reklamufilmarnar um Squash við Jacob Haugaard og Finn Nørbygaard. Eftir at Agger var liðugur við eina sterka og mettaða framløgu av kenslujournalistikki, sum fer undir dýnuna, niður í buksurnar og langt undir húðina, fekk navnin Larsen orðið. Hann bannaði alt kensluligt følarí niður og norður. - Í hvussu er tá eg hyggi at tíðindum, segði hann avgjørdur og vísti á at TV-avísin er hægsta álit í dagliga tíðindafloyminum. Og soleiðis vil eg hava tað at vera, sigur Larsen. - Vil eg uppliva kenslur og verða for...

Poetiskur beiskleiki

Traðrirnir knýta seg á bryggjuni, har taxasjáførurin Erik fær ein óvæntaðan mann í bilin (Myndir úr filminum Passasjeren, Sakaris Stórá 2009) Í postinum um dagarnar kom ein stuttfilmur á fløgu. Poststemplaður heima á Sandi og við avsendara í Skopun. Sakaris Stórá er navnið. Varnaðist navnið í apríl, tá filmsstevnan Vársól var í Havnar Bio. Tá var fyrsti filmur hansara Ikaros sýndur sum forfilmur. Við briljantum teknikki var frásøgustílurin lágmæltur, men intensur. Ein desperado av bygd, ið segði mær nógv. Uttan tey mongu orðini. Cleancut. Lati brævbjálvan upp og leggi fløguna í Sonyspælaran við umfarsljóði. Filmurin startar. Heitið er Passasjeren . Dialogurin er norskur við enskum undirteksti. Lágmæltur og intensur. Ja, niðursjóðaður dramatikkur. Ein nútíðar tragedia í steinoyðuni á bygd, har lítið verður mælt og minni hendir. Søgan er leikandi einføld og tó samansett sum eitt mysterium. Klassiskt og væl frágingið. Myndirnar undirstrika sama strenga einfeldni, ið bara sæst, har eingin...

Sakaris Stórá, filmslistamaður úr Skopun

Sakaris Stórá er 23 ára gamal og uppvaksin í Skopun. Tá hann hevði arbeitt trý ár á flakavirkinum í bygdini fór hann til Noregs á filmsskúla. Nú er hann heima aftur. Fyrst gekk hann eitt ár á film- og videolinjuni á Agder Folkehøgskole uttanfyri Kristiansand og helt so fram í tvey ár á Nordland Kunst- og Filmfagskole í Lofoten. Passasjeren var endaligi fráfaringarfilmurin á seinna skúlanum. Á sama skúla hevur Sakaris fyrr gjørt stuttfilmin Ikaros . - Tað er nokkso ringt at seta orð á, hvussu man fær eitt hugskot til ein film, tað kemur oftast í smáum, sigur Sakaris. - Tá eg gjørdi mín fyrsta film Ikaros , setti eg mær tað mál, at tora at fortelja eina søgu sum var nokkso persónlig. Tað vil siga at eg kendi væl til kenslunar, the setting og umhvørvið í filminum, sjálvt um problematikkurin og sjálv konfliktin ikki var persónlig. Hugskotið til Ikaros kom frá einum lítlum essay, sum eg skrivaði um ta kensluna, ið er knýtt at útlongsli. Ein kensla, sum tey flestu, ið vaksa upp á bygd ke...

Merkið í 65 ár

Tórgerð Hentze vísir mær oman í kjallaran, har gomul skjøl er skrásett av einslistum. Her er ljóst og rúmligt og til ber at blaða og lesa á einum borði framm fyri bókahillunum. Fyrst sæst Gerðabókin og síðani uppslagið frá 1944 við undirskriftum. Við í málinum er áheitanin frá løgtinginum um at flagga føroyskt frá 1943. Ovast sæst Merkið og flaggið hjá kommununi veittra, tá Tórsbreyt varð tikin í brúk og borgarstjórin helt talu í skarpari sól (Myndir: Birgir Kruse) Í 65 ár hevur Merkið veittrað á kommunalum bygninum í Havn. Í einari bók, sum ein vinmaður viðmælti um dagarnar, stóð nakað at lesa um júst hetta sama. Bókin eitir Nationale symboler i det danske rige 1830-2000. Høvundur er Inge Adriansen, f. 1944, lic.phil. og savnsvørður á Sønderborg Slot. Tórgerð Hentze, sum arbeiðir í journalini hjá Tórshavnar kommunu og hevur sjáldsama góða hilling á gomlum skjølum, fann mær málið fram. Stuttligt at síggja upprunaskjøl frá eini tílíkari hending. Málið er nummar 22 í árinum 1944, lagt...

Backstage í Nashvík

Undan Nashville-konstertunum í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, var ein hugnaløta backstage. Her var høvið at hitta stjørnurnar, fyrireikararnar og stuðlarnar. Eg tók myndatólið fram eina løtu innan konsertin byrjaði. Seinni vóru ikki stundir at hugsa um myndir og foto. Vónandi ordnaði onkur professionellur tað framman fyri pallinum. Backstage vóru fyrst og fremst familjurnar hjá høvuðspersónunum, Jákup Zachariassen og Petur Háberg Jacobsen. Eg fekk eina mynd av Jákupi saman við beiggjanum Jógvani og pápanum, Zacharias Zachariassen. David Hungate skifti orð við landstýrismannin í vinnumálum Jóhan Dahl. Teir eru jú royndir bassleikarar báðir. Hungate, sum er lítillátin, segði: "I'm just a failed tromboneplayer". Umfram el bass, spælir hann trombon og jazzgittara. Frá Paul Leim vildu klaksvíkingarnir Sonhard Johannessen - klæddur í Opry Land jakka og undir svørtum hatti - og Hallur Joensen, hoyra nærri um Music Row í Nashville. Magni Christiansen, Faroese hat act, hitti Br...

Fimti flokkur er on-line

5.a flokkur frammanfyri talvuna í nýggja skúlanum við Løkin í Runavík. Talvan er ikki sum talvur flest, men eitt cleverboard . Tað er ein talva, ið tú kanst skriva á við einum blýanti, sum er on-line. Talvan er eisini er ein telduskíggi. Krit verður ikki brúkt longur. Fríggjadagin, tá eg hitti tey, arbeiddu tey við søguni um Gummi Tarzan. Tey vistu alt um YouTube og Google Earth. Spennandi, tí nú eru allar føroyskar skúlabøkur on-line. Á Google Book Search kanst tú blaða og lesa í øllum føroyskum skúlabókum. Flokslærari hjá 5.a er Anja Pálsdóttir. Uttan fyri vindeygað er løkurin, sum skúlin hevur navn eftir. Á Toftum er gamli skúlin frá 1958 bygdur um og gjørdur størri. Í høllini, sum er innafyri durin, hongur ein málningur, ið stavar frá gamla skúlanum. Tað er Jack Kampmann (1914-1989), ið hevur málað. Sum sæst til høgru, hevur málningurin hingið við trappurnar inni í høllini í gamla skúlanum. Gott, at skúlin hevur varðveitt málningin so væl.