Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum, handaði í kvøld Tóroddi Poulsen Mentanarvirðisløn Landsins , sum er 150.000 krónur. Handanin fór fram í Spaniastovu í Klaksvík, har Turið Sigurðardóttir bar fram røðu um Tórodd. Eg avmyndaði teir báðar, Bjørn Kalsø og Tórodd Poulsen, á bókamessu í Göteborg í september í fjør, har teir eisini hittu Bertil Falk, sum stovnaði bókamessuna. Niðanfyri er mynd av einum vælnøgdum og ikki sørt forherðaðum Tóroddi við prentinum Løgmaður í klønum tráð og bókini Avbyrgingar í Steinprenti í november. Silja Strøm, myndlistakvinna, fekk Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 krónur. Silja er ættað úr Vestmanna og lesur og arbeiðir í Glasgow. Eftir handanin helt Nils Orth, savnsleiðari, ein fyrilestur. Næsti virðislønarmóttakari var Marianne Clausen, vísusavnari, sum hevur lagt seg eftir at savna Kingo- og kvæðaløg. Zakarias Wang segði nøkur orð um virksemi hennara. Sømdargávur landsins, frá og við í ár og restina av lívinum, fara til