Limabræv frá Steinbrá : Hóast sjáldsama mildan januar, rakti fyrsta vetraródnin við aldum so høgum sum háhús. Tað hava vit ikki sæð fyrr. Men inni í fjálga grafiska verkstaðnum, Steinprenti, verður arbeitt sum vant. Millum uppgávurnar hava vit eisini havt stundir at skeinkja sjampanju í frøði um, at yrkjarin og myndlistamaðurin Tóroddur Poulsen fekk Mentanarvirðisløn Landins 2012. Umframt heiður og gleði ber virðislønin í sær tær natúrligu arbeiðsnáðir, sum 150.000 krónur geva. Í takkarrøðuni, sum Útvarpið sendi beinleiðis úr Spaniastovu, læs Tóroddur úr nýggju bókini “Avbyrgingar”. Hetta er yrkingasavn við upprunagrafiskum prentum, sum Steinprent gevur út. Og í síðstu viku vórðu vit mint á ta víðu fløtu, sum havið er. Av opnum havi og inn til okkara kom ein kúlubøka og spældi millum bátarnar, dygst við dyrnar. Hóast onkur vildi hjálpa hvølpinum út á tað vágvilla hav, kom hann inn aftur til okkara, so børn í øllum aldri gleddust og leitaðu oman á søguligu brúgvarnar hjá Öström.