Kringvarpið er fari at gera rip off versiónir av Spískamarinum hjá Gutta Winther undir heitinum Foytar Greyðir , sum annan vegin kunnu tulkast sum vulgarisering av føroyskari gastronomi, og hinvegin sum ironisk distansa at náa ein hyggjaraskara, ið kann draga aldurin á føroyska sjónvarpshyggjaranum niður í helvt ella so. Matur, sum fyrst bleiv eitt barometur hjá betra slagnum at bjóða øðrum, og síðan eksotiskur veiðifongur at reypa av úr londum, sum eingin í vinabólkinum kendi, trophy travels , er nú blivin innbakaður kjaftfiskur. Gongur tíð, so slær alt bakk. Eisini mat- og kokkasendingar. Í mínum eygum eru Foytar Greyðir avgjørt ein óhátíðarlig sending, gjørd við ironiskari distansu, yvir sjálvhátíðarliga føroyska køkin, og tær heilagu uppskriftir, har verða hildnar fram. Stuttliga ósmagligt og hvørt høvið at pilka í nalvanum verður brúkt. Tað ger stuttligheitina so troyttandi, at vit aldri gloyma satiruna. Fara vit í filmiska heimin er annarleiðis bit og slit í upptøkunum, har