Vilt tú ein góðveðursdag, meðan tokan liggur gráslavin yvir Havnina, uppliva eina grasgrøna bygd, sum enn er autentisk, og harumframt fáa ein eyka ágóða framíhjá og púra óvæntað uppliva og eygleiða, hvussu hon tekur móti fremmandafólki, er at fara norður til Tjørnuvíkar. Tað gjørdi eg í dag - hóast tað ikki er ráðiligt at traðka í fótafarið hjá meistaranum, Jørgen-Frantz, sum frá sjósíðuni skrivaði ferðafrásøgn úr Sjeyndum her á Tjørnuvíksleiðini í 1927. Men kargari eygberingar kunnu eisini gera tað ein óforpliktandi hásummardag knapt hundrað ár seinni. Komin út úr heilhuldu Havnini, byrjar at klárna í Sundalagnum, har tað gongur upp fyri mær, hvussu avkrøkt Sundalagið er blivið, eftir at Eysturoyartunnilin varð tikin í brúk hin vegin. Onkur eg tosi við, fegnast, at nú er friður av teim mongu bilunum, sum tíðliga og seint koyra til og frá arbeiði og gera sneisaørindi í Havn, hóast depilin kring brúnna um Streymin varð skýrdur og veruliga væntaðar at verða miðdepil Føroya. Nú skulu ...