Brimheim hevur leiklutin sum Beinta í filminum "No Rest for the Wicked". Hvussu fekst tú henda leiklutin? - Tað var mín góði vinur, Heiðrikur á Heygum, sum var við í fyrireikanini og ráddi filmsliðnum at kontakta meg. Eg havi altíð havt áhuga í leiklist sum listagrein, so eg hugsaði "hví ikki", tá eg fekk fyrispurningin í telefonini, og fór til casting, hóast eg kundi vænta, slettis ikki at sleppa við. Eg hevði latið meg í frakkan og skuldi fara, eftir at hava lisið nakrar senur fyri Anju, sum var castari, og leikstjóranum, Kaspar, tá eg vendi inn aftur og hugsaði - kanska skuldi eg sungið fyri teimum! So eg fór inn aftur og sang "Hurricane" úr míni nýggjastu plátu. Innan eg var liðug, sótu tey bæði og grótu, so eg fór avstað, eitt sindur meira sannførd um mínar møguleikar at sleppa við. Hvussu var at gera film saman við Pilou Asbæk og føroysku leikarunum, við Egor Venned fremst fyri? - Tað var vakurt at eygleiða eyðsýnda sambandið, sum var m...