FedEx er heimsins størsta og skjótasta flutningsfelag. Men ikki øll lond eru til reiðar at taka ímóti so vælsmurdum flutningi. Eitt nú slow landið Føroyar. Útvið fýra ár havi eg fingið pakkar frá einum altjóða bókaforlagi, HarperCollins, sum helst eisini er heimsins størsta. Tí brúka tey altíð ein professionellan speditør, FedEx ella líknandi, og rinda í dýrum dómum, so alt kemur fram í røttu tíð til rættan móttakara, sum í hesum føri situr í Føroyum og skal góðkenna tilfar úr Glasgow, innan tað verður prentað í Hongkong. Í hesi fýra ár hevur nevnda forlag sent pakkar, til dømis eitt proof print pappírsrull at góðkenna, innan ein ávísan klokkutíma ein ávísan arbeiðsdag. Men í øllum hesum førum, og tað hundrað prosent, ja 100%, er eingin av pakkunum komin á mítt borð uttan fjant, fjas og roks. Ikki ein einasti ein. Tá tosað verður um altjóðagerð, enntá við øllum heiminum sum arbeiðsevni, er tað eitt sindur snópisligt at vera føroyingur. Havi hug at senda Ben Arabo í Sjá...