Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2020

Meira pengar til spælistøð, sum longu eru skattafíggjað!

Nú árið er byrjað, er tað ivaleyst gingið upp fyri fleiri, at forsetaval verður í USA. Hetta minna miðlarnir okkum á hvønn dag, tí Donald Trump er so íðin at tvitra við tí avmarkaða orðatilfari, sum har er. Men samstundis munnu fólk hava varnast, at tað eisini er farið at prutla undir kommunalu grýtulokunum í føroyska heimakøkinum, tí eina viku eftir amerikanska forsetavalið sleppa vit á kommunuval í Føroyum. Hesa vikuna eru trý kommunalpolitisk viðurskifti sett á breddan í høvuðsstaðnum, sum er lokomotivið, ið dregur tjóðina út í heim, so segði hann, Heðin kongur á sinni. Og eg eri ikki ósamdur. Havnin er og fer altíð at vera lokomotivið, sum dregur tjóðina fram á leið. Men hvørji eru tey trí viðurskiftini, sum longu nú eru sett á skrá í høvuðsstaðnum í kommunala valárinum? Hóast Havnin skríggjar eftir íbúðum og klondike-øki hjá íbúðahávum stinga seg upp, bara ein grønur blettur er - eitt sokallað grønt fjarhitafelag grópar allan býin upp fyri tvungnan limapening, so ikki e...

Krígsfotografar í Føroyum

Henrik Bohn Ipsen, fotografur, fremst fyri, og Boris Benjamin Bertram, leikstjóri, aftanfyri, avmyndaðir í gongini í Havnar Bio, har Filmsfelagið sýndi heimildarfilmin Krigsfotografen , har teir fylgja og lýsa ein av heimsins bestu av slagnum, Jan Grarup. Filmsfelagið tók stig til vitjanina, sum Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, fíggjaði. Í morgin, hósdag 30. januar, hava teir báðir master class í Filmshúsinum og fríggjadagin fara teir avstað aftur. Filmshúsið hevur júst kunngjørt ein drúgva og spennandi skrá, sum røkkur heilt framm til filmstevnuna í Cannes í mai, har ætlanini er at vera við. Tað er fyrstu ferð at Boris er her, men Henrik hevur verið her rættuliga ofta og hevur m.a. fotograferað fyri Katrin Ottarsdóttir. Ole Wich innleiddi sýningina í Filmsfelagnum mikukvøldið við høvuðsdenti á foto og at fotografera ein fotograf, sum aftur fotograferar á hermótinum - alt samalt til ein film. Fotobólkurin Fokus, sum letur framsýning upp í Lítluvík í næstu viku, v...

Andrias vann Robert virðislønina

Við filminum Ikki illa meint (2019), sum helst er einasta føroyska søga, ið tekur støði í Facebook, vann Andrias Høgenni í kvøld donsku Robert-virðislønina fyri besta stuttfilm. Virðislønin er nevnd eftir kenda og sjálvlærda danska listamanninum Robert Jacobsen (1912-1993), sum eisini gjørd standmyndina, ið vigar ikki minni enn 940 gramm og hvørt ár verður gjørd í sama stoypiformi á Holbæk Jernstøberi. Undirvísingarportalurin Snar hevur keypt rættindini til at brúka Ikki illa meint  og aðrar filmar hjá Andriasi og øðrum føroyskum filmslistafólkum til skúlabrúks. Í sambandi við uppgávur um filmin, verður sagt soleiðis um Ikki illa meint : Føroysku vinkonurnar Marita og Elinborg møtast í einum donskum handli. Tær búgva báðar á Oyrasunds-kollegiinum á Amager í Keypmannahavn. Vit skilja, at tær kennast væl, men nú er nakað fráliðið síðan tær hittust. Marita og Elinborg royna at práta vinarliga, men greitt er, at okkurt er hent á Facebook, ið hevur órógvað vinarlagið, nú t...

Tá veruleikin yvirhálar fiktiónina

Í gjár varð heimildarfilmurin Into the Deep frumsýndur á Sundance filmstevnuni, sum Robert Redford fór undir í Salt Lake City í 1978. Stevnan er hin størsta av independent slagnum í USA. Into the Deep er fyrsti filmur, sum avstralska Emma Sullivan hevur gjørt. Hon arbeiðir í Berlin og Melbourne og hevur gjørt avtalu við Netflix bæði at gera og at vísa skakandi heimildarfilmin, sum á okkara leiðum ivaleyst fer at yvirhála alla uppspunna fiktion á løriftinum í ár. Eitt ár innan danski Peter Madsen drap svensku Kim Wall umborð á kavbátinum Nautilus og sundurlimaði hana sum var hon eitt dýr, hevur Emma Sullivan fylgt og filmað mannin, ið nú er kendur sum kavbátadrápsmaðurin. Í 2015 fekk hon mentanarstuðul frá Aarhus, sum var evropeiskur mentabýur, at gera stuttfilmar, sum lýstu Danmark, og vórðu vístir á Big Little Film Festival í 2017 og á Noordelijk Film Festival í 2018. Meðan hon filmaði í Danmark, møtti hon uppfinnaranum Peter Madsen og filmaði rúmdarætlanina hjá honum, ið ...

Wikipedia við 6 milliónum greinum

Onkuntíð brúka vit frámerkið vitanarsamfelagið, sum um vitan er eitt nýtt samfelagsligt fyribrigdi og ikki var til fyrr, vitanin. Wikipedia fekk meg at venda hesum tanka eina ferð eyka í morgun. Orsøkin er, at nú eru ikki færri enn 6 milliónir greinar at finna á ensku Wikipedia. Tað var í gjár, at høvundurin Rosiestep skrivaði eina grein um eina kanadiska lærarinnu í 19. øld, sum eg einki visti um. Tað var grein nummar 6 millión. Hvat er vitan? Hvør nytta er í henni, vitanini, og hvat gagn hevur tú sum brúkari av vitanini um eitt ávíst evni til eitt ávíst høvið? Og er vitan eitt definitivt fyribrigdi, sum ikki er til diskussión, men bara er dosering niður í høvdið á næminginum, um hon yvirhøvur er atkomulig, vitanin? Ella er hon innilæst í einum okkultum munkakleystri fyri vaksin, har bara tey skriftlærdu, ið hava rætta lykilin, sleppa inn at lesa og ogna sær vitanina? Og krevur hon hald fyri at verða umsetilig, vitanin, eitt peningaligt hald, ið føðir eina merkantila algorit...

Staðleysa tjóðleikhúsið

“Hví skulu vit hava eitt nýtt tjóðleikhús”, spyr útvarpsmaðurin verandi stjóran á Tjóðpallinum í høvuðsstaðnum í gjár. Stjórin svarar, men útvarpsmaðurin er ikki nøgdur og spyr lurtarans vegna uppaftur: “Hvat er tað, vit skulu hava?” Um tað er so, at eg eri ein av lurtarunum í huganum hjá útvarpsmanninum, so umhugsi eg at skifta navn til Rindal. Landstýrismaðurin við mentamálum verður í somu sending eisini spurdur um ein tjóðpall. Og eg má siga, at í hesum føri havi eg ikki hoyrt betri funderaðan og lurtaravinarligari politikara á mentaøkinum enn tað sama. Men útvarpsmaðurin, mín talsmaður, er spurin og spyr, um tað skal vera í Havn. Aftur her er landstýrismaðurin fyrimyndarliga væl ílætin at svara. Men so koppar tað líkasum á, kanska tí at útvarpsmaðurin ikki er nøgdur við harmoniska svarið. Her má ruskast í onkrum. Hann rennir seg á kav í tíðindasavninum í egna útvarpinum, tí sum er av head line brátíðindaslagnum, har ein runavíkingur og ein sjónleikari, sum eg ikki ha...

Hvat var verðin uttan kirkjur, og hvat var tónleikur uttan gospel?

Mikukvøldið 22. januar vísti Filmsfelagið fyri fulsettari biohøll Aretha Franklin - Amazing Grace (Sidney Pollack, Alan Elliot 2019 87 min). Knút Háberg Eysturstein innleiddi sýningina við hesum orðum: Hvat var verðin uttan kirkjur, og hvat var tónleikur uttan gospel?  Gospel merkir “evangelium” ella “gleðiboðskapur”. Enski tónleikarin Mark Hollis var sangari í navnframa tónleikabólkinum Talk Talk, men livdi annars eina rættiliga gátuføra tilveru inntil hann andaðist fyri einum ári síðani í januar 2019. Hollis segði einaferð um tað at syngja, at tað snúði seg í grundini um dygd (“virtue”) og persónleika (“character”). Hann kundi ikki syngja ein tekst, uttan so at hann kendi at hann trúði tí, sum sungið var um. Hetta hevði samband við gospel. “Eg sigi ikki at allir tekstir mugu snúgva seg um átrúna, men tað tingið má vera við í tí”, legði hann afturat. Omma mín, Sunneva F. Háberg (1917-2007), kundi verið lýst sum ein gospel sangarinna. Kanska ikki av líka lívligum slag ...

Tríggir filmar um Holocaust

Nám hevur gjørt tríggjar stuttfilmar um Holocaust , har føroyingar siga frá. Kendi Útvarpsverturin, Petur Rouch, greiðir frá um ferð, sum hann og konan, Birgit, gjørdu til týska býin München at vitja samkynda sonin, Búa. Tað var her at nazisman fekk undirtøku og fyrsta týningarlegan, Dachau, varð tikin í brúk. Trýst á filmin og tú sært hann. Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sigur frá um tey, sum bera brek, og tí vórðu fyribeind í Nazitýsklandi undir krígnum. - Í dag kundi tað verið eg og tú, sigur Tóra í eina stuttfilminum. Trýst á filmin og tú sært hann. - Visti tú av, at føroyingar bjargaðu jødum undir seinna heimsbardaga, spyr Maigun Solmunde í eina filminum á temasíðuni um Holocaust . Trýst á filmin og tú sært hann. Við einum skjalprógvaðum dømi, greiðir Maigun frá, hvussu føroyingar í Danmark hjálptu jødum at flýggja undan nazistunum undir krígnum. Árni Øregaard, margmiðlasmiður, hevur filmað, klipt og sett saman.

Góður betri bestur

Einki er sum ein góður filmur. Men uppaftur betri eru fleiri góðir filmar á rað. Tað er best. Nú er mikudagsskráin í Filmsfelagnum aftur dagførd við tí mesta áhugaverda á biografmarknaðin beint nú. Tað sigur profilurin á Facebook og heimasíðan hjá Havnar Bio . Her eru besta gospelkonsertin nakrantíð (hon er 48 ára gomul), lívið hjá kendasta danska krígsfotografinum á hermótinum og heima við master class í Filmshúsinum, suðurkoreanski Oscarfavoritturin Parasite um æviga stættarsamfelagið, norski Disco, sum við vakra ungdómsleiðaranum førir okkum inn í eina fríkirkjumeinigheit, franskt portrett av eini kvinnu í flammum í Bretagne í 1760, eysturríkski militernoktarin Franz Jägerstätter, sum 36 ára gamal varð tikin av døgum í 1943, tí hann ikki vildi drepa fyri Hitler, men heldur vildi liva eitt stillislig lív, tað slapp hann ikki, um kvinnuliga læknan Amani, sum arbeiðir undir jørð í krígsherjaða Sýra - og at enda danska Krúttunnan , sum varð heimsókt av yvirgangsmanninum Omar st...

James Bond var her

James Bond var her, tað sigur Jógvan Joensen, festari á Kallsgarði á Trøllanesi. Hetta hevur verið dult sum mansmorð, men orðini fullu í práti við Hall av Rana um ferðavinnu á útoyggj í sendingini Breddin í Útvarpinum í gjár. Víðari sigur bersøgni bóndin í Kalsoynni, at einki uttan kvalir hava staðist av ferðavinnuni. Men tá James Bond kom úr London og vitjaði her úti í fjør heyst, kendu tey allar mannagongdir um at ganga í náttúrini, til forskel frá øllum øðrum, sum gera tað sama. Øll loyvi vóru fingin, og James Bond og tey løgdu meira eftir seg, enn øll ferðavinnan hevur givið síðan hon tók seg upp fyri nøkrum árum síðan. Soleiðis segði festarin á Kallsgarði, Jógvan Joensen, í sendingini Breddin í Útvarpinum í gjár. So er tað sambært Kringvarpi Føroya alment staðfest, at James Bond hevur verið í Føroyum og heilt nágreiniliga á Trøllanesi í Kallsoynni. Havnar Bio vísir nýggja James Bond filmin No Time To Die hósdagin 2. apríl í ár.

Vit fyrireika okkum at halda almennan Holocaust-dag

Til vinstru sæst Herminia Daeden, attaché fyri franskt mál á Institut Français í Keypmannahavn, og til høgru Hanna Jensen, sum er franskur konsul í Føroyum, miðnámsskúlalærari á Kambsdali og fyrrverandi landstýrskvinna við skúlamálum. Herminia, sum er her í sambandi við skeiðsvirksemi hjá fransktlærarum í Føroyum, ynskir samstarv við Filmsfelagið um nýggjan franskan film. Tær báðar vóru millum áskoðararnar í Filmsfelagnum í kvøld, har Holocaust-satiran "Jojo Rabbit" varð sýnd. Vanligt er í Filmsfelagnum at mikukvøld innleiðir ein vælvaldur persónur sýningina. Hanna Jensen helt hesa røðu innan filmurin "Jojo Rabbit" varð sýndur: Vit fyrireika okkum at halda almennan Holocaust-dag! Kæru filmsgestir, eg havi glett meg nógv til hesa sýningina, og eg eri glað fyri at sleppa at siga nøkur orð, áðrenn vit fara inn í hendan heimin, sum Taika Waititi úr New Zealandi hevur skapt um Nazi-Týskland, um Holocaust, bygdur á skaldsøguna, Caging Skies, eftir Christine L...

Áttanda Geytakvøldið kunngjørt

Leygarkvøldið 15. februar verða Geytavirðislønin og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu latnar bestu føroysku stuttfilmunum í Norðurlandahúsinum. Til áttandu filmskappingina eru komnir 20 filmar. Úr innkomnu rúgvuni hevur dómsnevndin valt 8 filmar, sum verða karmurin um Geytakvøldið í ár. Eyðkennið fyri innkomnu filmarnar er dirvi, fjølbroytni og hugurin at ganga nýggjar eksperimenterandi leiðir. Talan er um ymisk filmsløg, sum hvør í sínum lagi tala til ymsar málbólkar. Harumframt royna innkomnu filmarnir at náa ymisk støði í stíli, og størri dentur verður nú lagdur á sjónleikin og leikstjórnanina, eins og filmiska frásøgusnildin verður brúkt elegantari enn fyrr. Tekniskt er góðskan eisini blivin betri, og søgurar eru týðuligari, mest tí at nú verður oftari skorið inn á bein. Úr filmsrúgvuni kann nevnast: Animatiónsfilmar, sum royna nýggj og bersøgin útrykk, eini heimildarfilmurin brúkar nýggjan frásøgumáta, fyri børnum skapa tveir vertir ein øðrvísi heim og í ár er ein sa...

Dagsins bók

Dagsins bók, er hon, sum Jóan Pauli Joensen greiddi frá um í almannavarpinum í morgun . Hann skal ritstjórna eini føroyskari útgávu, sum skal gevast út á føroyskum, donskum og enskum og í talgildum líki. Síðan eg rendi meg í hana á einum antikvariati á Vesturbrúgv í Keypmannahavn, hevur hon staðið komplett á bókahillini sum eitt møbilstykki, Trap Danmark, í útgávu frá 1930, tá Gunnar Knudsen í Charlottenlund og E. Weitemeyer, høvdu brúkt 11 ár til ritstjórnararbeiði av hesum níggjunda bindi av tilsamans tíggju. Tað siga teir í fororðunum. Eisini verður sagt at Færø Amt parturin, sum er í hesum bindi, í bókstavarøð fekk stuðul frá Gunnar Dam, Anton Degn, Geodætisk Institut, M.A. Jacobsen, Ejnar Knudsen, Alfred Larsen, Poul Nørlund, D.P. Otzen, Hj. Ringberg, A.C.A. Strubberg og Vandbygningsvæsenet. Sagt verður ikki hvør hevur bundið inn. 90 ár seinni haldi eg at tað er flottasta avrikið. Tað sigur nokkso nógv um fyribrigdi bók, ikki minst leksikon, og so um netstøð sum Wikiped...

Krígsfotografurin - filmur og masterclass

Mikudagin 29. januar kl 20:00 vísir Filmsfelagið danska filmin Krígsfotografurin . Filmshúsið hevur boðið leikstjarnum, Boris Benjamin Bertram, og fotografinum, Henrik Bohn Ipsen, til Føroya í hesum sambandi. Eftir sýningina fara teir báðir at tosa um filmin og at svara spurningum í Havnar Bio, har Filmsfelagið vísir film hvørt mikukvøld. Tina í Dali Wagner, sum er stjóri í Filmshúsinum, fer at stýra prátinum, og Ole Wich fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum. Í seks ár hava Boris og Henrik fylgt kenda krígsfotografinum Jan Grarup til arbeiðis í lívshættisligum krígsøkjum úti í verðini og so heima við hús í Danmark. Dagin eftir filmsýningina fer Tina at skipa fyri masterclass í Filmshúsinum við Boris og Henrik frá klokkan 14:00 til 17:00. - Vi vil fokusere på samarbejdet mellem fotograf og instruktør, samarbejdet med hovedpersonen Jan Grarup, og vi skal tale om hvordan man planlægger optagelser i farlige områder, om research, om æstetik og etik og om filmens narrativ. Vi...

Nógv fólk í biograf

Ongantíð áður hava so nógv fólk gingið í biograf sum nú. Tað sigur Jákup Eli Jacobsen, sum rekur Havnar Bio, har Filmsfelagið vísir film hvørt mikukvøld.. Beint nú hava ikki færri enn 528 fólk sæð heimildarfilmin "Marianne & Leonard: Words of Love" í Filmsfelagnum. Tónleikafilmar av hesum slag hava altíð verið serstakliga vælumtóktir í biografinum. Fýra av døgunum millum jól og nýggjár vóru størstu dagar nakrantíð hjá Havnar Bio. Mest sæddu filmar í undanfarna ári vóru: 1 Løvernes Konge 2 Avengers Endgame 3 The Birdcatcher's Son 4 Joker 5 Frost 2 6 Aladdin 7 Sådan træner du din drage 3 8 Spier Man: Far From Home 9 Star Wars: The Rise of Skywalker 10 Jumanji: The Next Level Filmsheitini eru í flestu førum donsk, tí filmarnir verða sýndir við donskum undirteksti og eru frá donskum útvegarum. The Birdcatcher's Son varð tó sýndur við føroyskum undirteksti. Havast skal í huga, at nakrir av mest sæddu filmunum vórðu frumsýndir beint fyri árss...

Í fyrstuni var myndin

Aftur í dag var eg mintur á ósvitaligu styrkina í myndini. Ein so ósvitalig styrki, at í minsta lagi eftirlit má til, og hjálpir tað ikki, so er tað fyrst ávaring og síðan fullkomið bann, eyðablikkiligt myndabann. Tað minti Facebook meg á í dag, nú kjøt verður selt frá bóndanum í Búðini úti á Heyggi á Velbastað. Tað púra gerandisliga, sum er í matsølu, og tað púra natúrliga, sum er í heimligum slakti, verður skrásett sum vandamikið og niðurbrótandi í altjóða eygum. Í einum automatiseraðum snareftirliti fer pengasterkasta fyritøka í verðini instantly eftir føroysku myndini, at rætta staðbundna forfallið inn til altjóða standard. Men havi eg dirvi, so kann eg klikkja og taka hana fram undir egnari ábyrgd, demoraliserandi myndina. Herrópið og stavnhaldið hjá pengasterkastu fyritøkuni, sum varð stovnað í 2004 og hevur adressu á Hackergøtuni í Menlo Park, er enn sum áður Give people the power to build community and bring the world closer together. Men henda myndin er ov st...

Bilisma fer at taka lívið av okkum

Nú er aftur kjak um, hvar Tjóðleikhúsið skal verða. Áki, sum situr í Suðuroy, skrivar á portalinum In.fo í dag, at 2400 borgarar hava mótmælt, at ein Tjóðpallur skal vera har, sum bæði kommuna og landstýrið hava peikað á í fleiri harrans ár, nevniliga á Skálatrøð í Havn. Men út til ovurhondsstóra parkeringsplássið, sum kommunan umsitur av einslistum fyri okkara skattapening, er ein handil, sum eigur mest sum allar bygningar, ið longu verða leigaðir út til ymisk privatpeningalig og profittmaksimerandi endamál, eisini til tað almenna skattasystemið. Í hesum eina handli hava viðskiftafólkini um skivuna fingið høvið at skriva undir eitt kræddarseymað mótmæli, nú tey kortini vóru har og keyptu, innan tey settu seg aftur í bilin, sum stóð á vælhildna kommunala parkeringsplássinum uttanfyri. Henda atferð gevur mær enn einaferð høvi at grunda yvir, hvør bestemmar í Havn. Eirindaleysa handilslívið ella fólkavaldi kommunali myndugleikin. Samstundis sum vit fyri somu skattakrónur, ella í...

Ber til at gera satiru úr Holocaust?

Fyrsti almenni føroyski dagur til minnis um Holocaust nærkast. Dagurin er 27. januar og skal eftir samtykt í Løgtinginum hereftir haldast í Føroyum. Orsøkin til at júst hesin dagur er valdur er, at 27. januar fyri 75 árum síðan bjargaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødum og øðrum kúgaðum fólkum úr týningarleguni Auschwitz-Birkenau. Sum upptakt til fyrsta Holocaustdagin í Føroyum fer Filmsfelagið at vísa spildurnýggja filmin Jojo Rabbit , sum nýsælendski Taika Waititi hevur gjørt úr søguni Caging Skies . Taika Waititi er jødi og maori. Hanna Jensen fer at innleiða sýningina, sum er mikudagin 15. januar í Filmsfelagnum. Filmurin Jojo Rabbit er ein amerikansk satira um Holocaust og Nazitýskland. Vit fylgja 10 ára gamla týska dronginum Johannes Betzler, sum verður kallaður JoJo og mest av øllum stríðist við einsemi. Tað er Roman Griffin Davis, ið hevur leiklutin sum Jojo. Tá hann ein dagin uppdagar, at mamman, sum er Scarlett Johansson, krógvar eina jødiska gentu (Thomasi...

Sigert á russiskum

Í fyrrárið var eg í Moskva at vísa føroyskan stuttfilm saman við Bjørn Kunoy í Dom Kino mitt í býnum. Í elevatorinum upp til biografin, sigur ein djúp rødd: ”Gott kvøld og vælkomin til Moskva!” Eg hvakk við, tí hvussu sært tú á fólki, at tey duga føroyskt? Tað var Andrei Melnikov, sum ikki bara dugdi føroyskt, men eisini øll mál úr okkara grannalondum. Eg varð bergtikin. Tá bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum møttust vit aftur, tí hann legði fram bókina um Sigert í Kirkjubø á russiskum. Ja, á russiskum. Men hvussu í allar víðu verð bleiv tað til? - Nú skal eg fortelja, hvussu hugskotið um útgávuna av bókini hjá Sigerti gekk út. Vinir hjá mær í Føroyum høvdu leingi tosað við meg um, at bókin burdi verið týdd til russiskt. So fór FarLit til Russlands at luttaka í einari stórari bókamessu, Moscow Non-Fiction Book Fair, sum var í november 2018, og eg gjørdi royndartýðingar av nøkrum føroyskum bókum fyri tey, harímillum Siberiabókina. Á messuni hittu vit leiðsluna í forlagnum Pau...

Eydnan er at finna...

Tað er mánakvøld í ivaveðri og eg møti Edward Fuglø í durinum í Tjóðleikhúsinum í miðbynum í Havn. Har hevur hann gjørt pallmyndina til satiriska skemtileikin Kynstrið at vera eydnusamur , ið byggir á tesur hjá týska heimspekinginum Schopenhauer, sum varð føddur fyri meir enn 230 árum síðan, og sum ein annar klaksvíkingur, Anfinnur Heinesen, hevur leikstjórnað og sjálvur triði spælir við í. Jenny Petersen gevur mær eitt nummar á bringuna, og innkomin uppdagi eg, at høllin er ein kulissa, øll sum hon er. Stólar og sofur at sita í, sum vóru vit í Dugna á Hjalla ella í einum risastórum endurnýtsluhandli hjá Frelsunarherinum í einum kontinentalum stórbyi, har allir lutir hava livað eitt lív og siga eina søgu, soleiðis beint uppá okkum, har vit sita.  Á vegginum er ein bingomaskina, sum spýtir bóltar við numrum á, tá leikurin er byrjaður, stillført og avmált sarkastiskt sum ein stórbýarblues hjá Kaurismaki. Jú, vit eru á bingo mitt í býnum. So er høllin bilverkstaður við n...