Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2020

LS í ÚF hjá KVF á FM

Nú styttist til nýggjárs. Og hetta við at styttast og at stytta tað, sum styttast kann, hevur fingið so mikið av ferð, at dagsins orð hjá Sprotanum er hálarumpa, sum eg fyri vist helt betýða at glíða og blíva við at glíða. Ein hálarumpa. Men nei, tað er eitt annað orð fyri brosmu. DF, dekanfari, sum er MLV, miðalvarping, men eisini kann verða FRÍÐK, sum er eitt fríðkanarorð. DF. Í hesum jólaferiudøgum stendur útvarpið frá alla tíðina. Útvarpið hjá Kringvarpinum, ella ÚF hjá KVF, altíð á FM. Tað er líkasum baktjaldið fyri øllum, skiftandi veðri og skiftandi ljósi, skiftandi drekkamunni og so breyði, sum eftir hondini er TES, ein turkaður endaskálkur. Soleiðis verður skorið burtur av øllum, til einki er eftir. AVD, alt verður decimerað til einki er eftir, skamtað burtur í einki. SBE. Veit ikki um tónleikasendingarnar í ÚF eru minni umhyggiligar enn orðaríkt uppbyggiligu talusendingarnar, tá umræður styttingar at stytta sær um stundir við, nú alt styttist og ber mót endanum. Í eini tónlei...

Føroyar til útflutnings

Tað er ikki bert stertur, og tað, ið svimja kann, sum í hesum døgum verður flutt úr føroyskum øki til fremmandar marknaðir at gera seg galdandi fyri eini áskoðarafjøld, ið er nógv størri enn okkara.  - Tveir spennandi túrar út í Lítlu Dímun í juni og september í 2014 saman við Hans Peturi Hansen vóru ikki til fánýtis, sigur Uni Arge um filmin "Lítla Dímun - gimsteinurin í sjónum".  - Katrin Streymoy, sum arbeiðir á Mentanardeildini í Kringvarpinum og haðani skundar undir eitt dokumentariskt umbýti, spurdi einaferð, um hon kundi bjóða filmin um Lítlu Dímun út til hini norðurlondini, sigur Uni.  Saman skrivaðu tey eina eksotiska sølulýsing av filminum, og SVT tók av. Í morgin klokkan 17:45 verður føroyski filmurin vístur á Sveriges Television 2 undir heitinum "Lítla Dímun - en juvel i havet". Tey senda filmin aftur 2. og 7. januar.  - Stuttligt er, tá tílíkt eydnast. Kringvarpið býtir um sendingar gjøgnum Nordvision. Svenska sjónvarpið, SVT, valdi eitt árið hendan fil...

Tá eitt flogfar ferst

”Tá tað hugtakandi og upplýsandi gongur hond í hond, uttan at tað skakandi sleppur at taka yvirhond. Og so er tað ljóssetingin í stovuupptøkunum, sum tit duga so framúr. Dramatiseringarnar vóru seinasta kittið, sum helt øllum saman. Framúr dramadokumentariskt avrik. Takk, nú er at minnast til í kvøld.” Soleiðis skrivaði eg spontant á Facebook, eftir at hava sæð fyrra part av søguni um flogvanlukkuna í Mykinesi í 1970. Og tey orðini standi eg við. Í almennu søguni um film í Føroyum, er lítið at taka seg aftur í, at meginpartin av farnu øld, ja alt síðan filmur sum tekniskt úttrykk kom fyri dagin, hava vit mest sum bara dúvað uppá útlendsk listafólk, og tikið til takkar við passiva leiklutinum sum útvegari av location og baktjaldi. Fyrst við Farornas Ö í 1929 og síðst við James Bond í fjør. Til eina útlendska grein um Føroyar sum filmsland, skrivaði eg herfyri soleiðis: ”Den første film er den sort-hvide svenske stumfilm Farornas Ö, som friherre Sten Nordenskiöld (1889-1987) og fotograf...

Tunlasjónir

Seinastu dagarnar hevur hugtakið tunnel vision , tunlasjón, staðið sína roynd. Meðan orðamyndin sipar til lítið sjónarøki og tað snævurskygni, sum er í at síggja heimin úr einum trengri og trengri sjónarhorni, er tann visión, sum nýggjasta tunnilsarbeiðið í Føroyum byggir á, borðin fram, útint og sett í verk av tí berklektaða víðsýni, sum nú – við bravour - stendur sína fólksligu roynd. Nú fara vit eina ferð gjøgnum tíð og tunlar. Eina ferð, sum aftur og fram kann gerast í eina spælifilmslongd ella so, góðar hundrað minuttir, hóast vit ikki gjørdu so skjótt av í dag. Tríggjar dagar upp í slag havi eg gjørt mær ørindi inn í Eysturoynna og longur, hesuferð við lagaligum uppfarti á Strondum. Í dag varð farleiðin heilt norður til Hvannasunds at heinta ein málning í kjallaranum hjá Livari Nysted. Tað var vinmaðurin, Terje, sum eftir eini kámari svarthvítari smámynd hevði bílagt eitt portrett av pápanum, Sigurði hjá Jóin á Húsum, sum var føddur í 1915 og doyði í 1960, tá Terje var fýra. Gjøg...

Tríggir steðgir stytsta dag

Her stendur hann, originalurin, og kikar eftir ljósinum, stytsta tunnilsdag í 2020. Vit eru í túninum í garðinum hjá Nólsoyar Páll, sum Archibald Black fór undir at endurreisa á Biskupstøð í 2014. Og eg skal skunda mær at siga, at tað er ikki ein gittari, ið stendur við hansara vinstru lið. Tunnilin inn í Eysturoynna hevur víðkað okkum rásarúm og virkisøki. Eftir lítlari løtu, og uttan at møðast av leiðiligari koyring norður gjøgnum Sundalagið, inn millum Fjarða, undir Valaknúkum og til Skipanes, kanst tú nú taka teg beint inn í Runavík, og hendingaløtu troyttast av smáteinum av Glyvrum til Gøtueiði, so tú fært tann futuristiska tankan, at nú er bara eftir at stytta Skálafjørð. Og innan tú hevur hugsað tann tankan lidnan, ert tú niðri í Syðrugøtu, og tekur inn í teg angan og ljóðið av havi, so allar porur standa opnar. Nú manglar bara G! festivalurin og eitt navn av Robert Plant kalibri at vekja okkum úr kovidskum mentanardvala og fáa okkum at trúgva uppá framtíðina aftur. Fotostopp ei...