Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2023

Fotoskeið í Føroyum í tíggju ár

Her er mín amerikanski fotovinur í meir enn tíggju ár, Bill Schwab, sum podkastarin Matthew Workman av fyrstan tíð setti meg í samband við. Á fráfaringarsamkomu á Hotel Føroyum í gjár gav Bill mær eitt signerað prent á Hahnemüle papír, twice gum over platinum , sum hann sigur, at fáa ein ávísan lit av Múlafossi og Gásadali, ið er eitt av støðunum og føroysku myndaevnunum, sum hann øll hesi árini hevur sett skeiðslutakararnar at arbeiða við.  Hvørt kvøld í skeiðsvikuni møtast tey og ganga gjøgnum dagsins myndir. Umframt at perspektivera og tosa um lokalitetir, helt eg tað mest áhugaverda vera, tá hann metti um, hvat leiðir eygað, og um tað er í tráð við upprunaynskið hjá fotografinum í tankanum um grundkompositiónina, har kenslulødda landslagið verður lýst smooth við opnari linsu á ein friðfullan hátt - known for his emotionally charged yet peaceful urban and natural landscapes, sum Wikipedia skrivar um fotoarbeiðið hjá Bill. Í morgun fór Bill heim aftur við skeiðsluttakarum, sum...

At seta mørk á Markusarmessu

Theodor Eli Dam Olsen, sóknar- og orlogsprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, helt í dag flaggdagsrøðuna á Vaglinum í Havn, eftir at skótar høvdu marsjerað og Havnar Hornorkestur spælt í Gamla kommunuskúlagarðinum, nú miðbýðurin er at kalla avbyrgdur.  Theodor byrjaði og endaði hugvekjandi røðuna við heitinum á skaldsøguni hjá Hemingway, Hvørjum ringja klokkurnar fyri , ið kom sama ár, sum bretska hersetingarvaldið kravdi og góðkendi eitt føroyskt flagg, Merkið, ið loysti okkum frá tí ríkisrættarligu forðing, sum frammanundan hevði verið løgd í vegin. Ein Deus ex machina, ið tá greip inn og loysti gamla flaggspurningin.  Í einum Evropa, sum aftur er krígsherjað, vísti Theodor til evangelistin Markus, ið gevur degnum navn, Markusarmessa, og minnir okkum, við Merkinum í hond, á at seta mørk og at virða mørk.  Ein sjáldsama nærverandi flaggdagsrøða, sum á virðiligan og varisligan hátt megnaði at nema við russisku fløggini, ið hava somu litir sum okkara, og tó umbo...

Nítjan satsir í Oyndarfirði

Meðan vit spakuliga varnast ein farra av summari og gróðuri, og tí fara at hugsa um summarferiu burturi í øðrum londum, bjóðar Runavíkar kommuna til heimliga Mentanarviku og eina røð av upplivingum, sum eru beint fyri í okkara egna landi. Tilsamans 130 í øllum teim fimtan bygdunum, sigur Urd, sum samskipar. Ein av upplivingunum, sum eg vil viðmæla, er í Oyndarfirði, har tey ikki bara hava sjáldsama Eckersbergmálningin frá 1839 í kirkjuni, men eisini einastandandi Víkhúsini frá 1856, har Niclas Joensen, Linda Klein og Oddbjørg Joensen bjóða Heimablídni í húsunum, sum var tað eitt tónleikaverk, borið fram í nítjan satsum, gjøgnumkomponerað og útsett fyri krýddað ljóðføri, soleiðis at perforerandi poetiska heitið hjá Jóanesi Nielsen Tapet millum øldir stendur upplivingarliga klárt fyri mær, nú dekkað er upp. Í dag er kalt, kavi er í fjøllunum, og niðri á vegnum møti eg einum oyndfirðingi, sum eg sigi frá um ørindini. Tá vit skiljast, skimast hann uppá luftina og sigur reflekterandi, at tá...

Hansina Iversen: Purple Rain

Undir heitinum Purple Rain, ið sipar til kendasta sangin hjá Prince, sum nú hevur fjøruti ár á baki og rakk heilt inn í dansbanda sjangruna, bjóðar Steinprent til framsýning við nýggjum málningum hjá Hansinu Iversen (f.1966) fríggjadagin klokkan 16: - Til framsýningina Purple Rain hevur Hansina Iversen serliga arbeitt við kobolt violettum, ið er ein serstakur litur - kostnaðarmikil, tí hann er sera konsentreraður og ljósektaður. Við litinum arbeiðir listakvinnan bæði í dýpdini og á yvirflatanum á løriftinum. Purpurlitti, violetti, bláreyði, lilla liturin hevur sína egnu listasøgu, har hann gjøgnum øldur hevur verið knýttur at konga- og keisaratign, at kirkju og at gandi. Violett sameinir kalt og heitt, andligt og holdborið, bláan himmal og reytt blóð. Purple Rain merkir violett regn og er jú eisini heitið á eini slóðbrótandi poppútgávu hjá Prince í 1984. Gitt hevur verið um eksakta týdningin í sangheitinum hjá Prince (1958-2016). Orðabókatænastan YourDictionary , sum hevur verið á...

In restless dreams

Tá íslendski stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjörvar (f.1943) um aldarskiftið fann uppá Listastevnu Føroya, royndu fólk at fáa Paul Simon higar at syngja, eftir at Björk varð uppgivin, tí hon var ov kravmikil. Listarliga orsøkin, at fáa Paul Simon higar, hevði í nógv ár verið eyðsýnd, men praktiska orsøkin var, at Simon sjálvur nú var farin at siga, at hann bara sang á smáum støðum.  Ein lokalur sponsorur, eitt skeinkistað í Havn, legði eina risa upphædd á borðið, um vit eydnaðust at fáa Paul Simon higar at syngja.  Tá evropeiski umboðsmaðurin vildi hava at vita, hvat vit høvdu at rutta við, just for starters, at vita soleiðis á leið, hvar vit flutu, segði hann "Mister, I have to inform you, that that is not even within the interest of my client!" og smekkaði rørið á.  So lendu tey aftur á heimalandsstrond, og máttu taka til takka við logistikki, pallum og inntøkumøguleikum, sum ikki í huganum, men í peningastýrda veruleikanum eru og altíð fara at verða avmarkaður....

Ein stjørna í Nólsoy

Stóra stjørnan, á teim átta av tíggju stovukonsertunum, mær eydnaðist at hoyra og uppliva í Nólsoy í gjár, var Maria á Heygum, sum eisini ber millumnavnið Ronnisdóttir, ið avdúkar, at pápin er Ronny Nielsen, sum sæst við gittarinum, og at mamman er kenda sangarinnan Rúna á Heygum. Eg hoyrdi Mariu í stovuni hjá Gunnvør og Hilmar Joensen. Hóast allar konsertir á stOVEtónum verða borðreiddar í einum samspæli millum rúm og fólk, og høvdu hvør sín profil og upplivingareginleika, var júst henda konsertin við Mariu á Heygum hin besta, eg hoyrdi í gjár.  Umframt Brævið  frá Kemm Poulsen við lagnum hjá Kim Hansen og Føgru blómu hjá Poul F, sum í báðum førum longu eru klassiskir standards, ið hon lyfti upp til nýggjar hæddir - hin seinna við lagnum Silver threads among the gold,  sum í USA kann sporast til 1873 og í 1916 hevur verið ein svenskur friðarsangur  Varför skola männ'skor strida -  so sang Maria eisini Hallelujah  hjá Leonard Cohen í týðing hjá Geor...