Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2023

Heilt vanlig fólk

Hvat er tað, sum ger at holocaustfilmar og holocaustsøgur blíva við at fáa so stóra undirtøku, at fólk altíð møta at lesa, síggja og hoyra, óansæð hvør framsetingin er? Ella hava holocaustsøgur ein serligan gróðrabotn hjá okkum, og um so er, hví? Hesin tanki kom aftur til mín, tá ein danskur filmur, Når befrielsen kommer , nýliga varð vístur fyri fullum húsum. Ein filmur um støðuna, tá sivilir týskir flóttar komu um markið úr Týsklandi til Danmarkar at vera, beint fyri krígslok. Filmurin, sum bygdi á veruligar hendingar, vísti, at higartil hálovaða danska mótstøðurørslan bleiv eins devulsett og nasistiska hersetingarvaldið, tá kríggið var av. Eingin munur var á teimum. Júst hesin veruleiki verður lýstur í nýggja tímalanga heimildarfilminum, Ganz normale Männer Der "vergessene Holocaust" , sum Netflix nú vísur á enskum undir heitinum Ordinary Men: The “Forgotten Holocaust”. Menn, lærdir sum ólærdir, úr Hamburg verða í 1942 sendir til Pólands á eina spesiella missión, eins og ...

Føroyingar og grønlendingar skulu eisini sleppa við í danska filmsgerð

Nú danska stjórnin fer at viðgera avtaluna um film fyri árini 2024-2028, hava tretivu føroysk og grønlendsk filmsfólk sent skriv til danska mentamálaráðharran, Jakob Engel-Schmidt, og mentanarnevndina í Fólkatinginum.  Tað er føroyski leikstjórin, Andrias Høgenni, sum oftast hevur vunnið einastu føroysku filmsvirðislønina, Geytan, og samstundis eisini er limur í Danske Filminstruktører, ið er stigtakari. Myndin omanfyri er tikin, tá hann vann triðja Geytan í 2019. Saman við føroysku og grønlendsku filmsfólkunum, ið eru nevnd niðast, vil hann hava Fólkatingið at síggja til, at eisini føroysk og grønlendsk filmsfólk sleppa uppí part í nýggju donsku avtaluni um film. Vegna stigtakararnar, skulu Tina í Dali Wagner og Sjúrður Skaale orða føroyska og grønlendska partin í avtaluni. Danska skrivið hjá Andriasi, sum við frágreiðandi inngangi, er dagfest í dag, er soljóðandi: Åben opfordring til den kommende filmaftale - Inkludér færøsk og grønlandsk Danske Filminstruktører bakker op om vore...

Frihedsbrevet - eitt ummæli

Fyrr helt eg amerikanska Rolling Stone Magazine, bretska Vox, svenska Slitz og norska Beat, sum øll komu regluliga í posti. So tódnað Rolling Stone so mikið, at eg segði tað upp, og hini magasinini hildu so hvørt uppat. Framíhjá helt eg donsku Weekendavísina, fyrst í pappírsformi, seinni á netinum, tí eg vildi lesa filmsummælini hjá Bo Green Jensen, tí norðurlendska nestor á økinum. Í vár varslaði nýggja progressiva redaktiónin broytingar, og aldrandi høvundurin var biðin um at gerast free lancari. Tað játtaði hann, men so varð avtalaða skipanin eisini kroyst út av redaktiónini, sigur hann mær í meyli, tá eg spurdi. Tá var mín orsøk, at halda avísina, farin. So varð alt uppi.  Eisini her heima fækka bløðini og rímiligvís verður posturin ikki eins títtur og fyrr. Blaðdeyðin er ein veruleiki.  Sum bløð krevja Sosialurin og mánaðarliga Dimman hald eins og fyrr, meðan Blaðið Vikuskifti, kann lesast frítt á Portalinum hvønn leygarmorgun. Har eru frægastu oddagreinir, eg kann lesa. ...

Jonas fær Andøvsfiskin

Jonas í Dali Wagner er hin fjórði at fáa Andøvsfiskin frá Filmsfelagnum. Fyrsti at fáa Andøvsfiskin var Mona Jensen, stjóri í Danska Filmstovninum, annar var Jákup Simonsen, leiðari á Mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu, og hin triði var Mike Day, skotskur filmsleikstjóri, sum í sjey ár gjørdi The Island and the Whales í Føroyum.  Her er talan, sum Ole Wich helt vegna Filmsfelagið fyri virðislønarmóttakaranum, Jonasi, í Filmshúsinum í dag, tá fráfaringarløta var fyri konuni, Tinu í Dali Wagner: Filmsfelagið d. 27-90-23: »Andøvsfiskurin«  til Jonas í Dali Wagner  Filmsfelagið har en pris, som vi deler ud, når vi mener der er anledning til det. Denne anerkendelse kalder vi »Andøvsfiskur«.  Navnet »Andøvsfiskur« forklares således af Hammershaimb i Færøsk Antologi 1891: “andøva” - ved hjælp af årer holde en båd stille på en fiskeplads, så den ikke driver for vind og vejr. “andøvsfiskur” - fisk som går i løn ekstra til den, som “andøva”. Nu er det jo sådan, at når f...

Góð epli í Tórsbyrgi

Leygardagin tóku tey epli upp í Tórsbyrgi. Tað var í mai, at eplini, oleva, vórðu sett niður. Tey fingu upp í tvær rokaðar hjólbørur, og bóru epli til dyrnar í posum til fólk í býlinginum. Jana Mikkelsen og Jón Kragesten skipaðu fyri, eins og tey eru undangongufólk í vakstrarhúsinum Hvamminum, sum er í lagdini, har matriklarnir hjá Tórsbyrgi, Lágargarði og Boðanesheiminum møtast. Vakstrarhúsini eru gjørd úr burturbeindu vindeygunum frá Boðanesheiminum. Eplaveltan er á fløtuni framman fyri húsini hjá bæði Jón og Janu. Ytst á fløtuni er bakki, har grønur vøkstur verður koyrdur, tá ruddingardagar eru.  - Sum tað sæst á myndini, vuksu nógv flest epli, har varð taðað við kunsttøðum, sigur Jón, sum upplýsir, at næstbesta úrslitið var, har ið bara biotøð vórðu nýtt.  - Síðan varð umleið eins gott, har taðað varð við løgi úr bokashi, og kompostmold úr Tórsbyrgi. Biotøð, saman við ull, sá ikki út til at eydnast so væl, og ei heldur har, ið bara ull varð nýtt. Jón sigur, at slokkarnir f...

Skam dig, kvinde

Klipp av heimasíðuni hjá danska TV2, sum kunngerð tríparta sendirøðina "Skam dig, kvinde", sum fer fram í Føroyum. TV2 eigur myndina, innihaldið, framsetingina og allar karmar um frásøgnina Í morgun helt eg, at eg hoyrdi yvir meg, tá sjónvarpið, sum stóð á TV2, fór at tosað føroyskt. Men tað var rætt nokk. Tær tosaðu føroyskt og vóru úti í haganum. Skilji at evnið er abort, fosturtøka, og at danska TV2 hevur fingið tríggjar ungar kvinnur at siga sína søgu. Heitið er Skam dig, kvinde og fyrsti partur av trimum verður sendur og tøkur frá 1. oktobur.  Fyrr var TV2 í Hvannasundi og fekk tey lokalu at tosa danskt um skakandi hendingar har á staðnum, so Ríkið kundi fylgja við.  Nú tykist sum um danska TV2 hevur funnið útav, at í Føroyum tosa tey føroyskt, hóast fosturtøkulógin ikki er á støði við nakað annað land í okkara parti av Heiminum. Kanska er hetta rætti mátin, at fáa dagførandi broytingar gjørdar heima hjá okkum. At leita til útlendskar, tað vil siga danskar, miðlar at fá...

Lira sleipar Ester

Í morgun lá eg uppá lúr á terassuni, at taka eina mynd, tí á Vessel Finder og Marine Traffic hevði eg sæð, at eitt russiskt skip, Lira , sleipar eitt annað russiskt skip, Ester , inn á Runavík.   Netbornu skipatænasturnar vita eisini, at Ester er drifting , rekur fyri vág og vind, var tað ikki, at samsinta systurskipið Lira sleipaði, og tí er skrásett at hava restricted manouverability . Í tilíkum føri eru stongdu føroysku havnirnar opnar fyri russarum. Í morgun var eisini prát í Útvarpssendingini Vikan , har presturin, Marjun í Kálvalíð, var hin einasta at melda greitt út, at vit av moralskum ávum eiga at slíta samstarvið við russarar, eisini í russiska partinum av Barentshavinum. Annars er eingin greið útmelding um Russlandssáttmálan frá 1977, ið politisku flokkarnar og føroysku bygdirnar og høvuðsstaðurin liggja og sleipa aftur og fram, sum vóru tey bæði drifting og havandi restricted manouverability. Tá er gott at listin , hon hjá Tóroddi Poulsen, kann melda klárt út við ...

Vit sláa ring um bankatoskin

Takkað verið nærlagdum útflytarum til katólsku londini, er bankatoskur - ein meir enn hundrað ára gomul søluvøra - so væl varðveittur, at hann tolir allar vinklingar og tilgongdir, bara hann er atkomuligur, bankatoskurin. Tað er sjón fyri søgn í Áarstovu í hesum døgum. Eftir at hava havt egna matstovu í Danmark, Steingríms Kælder, kom Jógvan Steingrím Rasmussen til Føroya í fjør, og hevur verið køksleiðari í Áarstovu síðan. Nú eitt ár er umliðið, hevur hann fingið spanska, Eli Gonzáles Roda, við í køkin. Eli hevur arbeitt á Roks og fer framyvir at verða køksleiðari í Barbara Fish House hinumegin túnið. Hann hevur ellivu ára royndir sum kokkur, er úr Alicante í Spania, og hevði arbeitt í Cork í Írlandi, nú hann kom til Føroya.  Nú vit nema við mobila arbeiðsorku í føroyska køkinum, er eisini áhuagvert at hefta seg við, at matstovuleiðarin, John Mikkelsen, hevur fingið ukrainsku Anju afturat sær. Hon er har eysturi úr krígsrakta Ukraina, dygst við russiska markið, og hevði búð í høvu...

Dania - multivers og renesansa í Norðurlandahúsinum

Frá tí minsta, sum yrkjarin Dania Tausen festir á blað, fær hon tónleikin at spretta, útvarpið at ljóma og filmin at bleiktra. Eisini í Norðurlandahúsinum í kvøld. Zooma vit langt út í tað kosmiska, til slipsið hjá William og rúmdarferðina hjá Kubrick, er tað í mínum optikki eitt renesansumenniskja, ið vitjar okkum hesa løtu. Prosaiski sjúkrahússtjórin segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at tá tímarnir í døgninum eru farnir, koma teir ongantíð aftur. Jú, henda konsertin var ein væleydnað roynd at fanga tíman, goyma hann og geva okkum eitt dropatikið destillat av tíðarleysari tíð á móðurmálinum, transparent millum heimar, so sum vit í hvør sínum lagi kenna teir. Øll sonn list ger tað. Fangar løtuna, og ger til einkis ultimativa fíggindan, sum í hesi gleðistund skal verða ónevndur.  Knappi tímin andar sum ein alda av menniskjansligari inklusjón. Og í Norðurlandahúsinum í kvøld er júst hetta eitt undrunarvert avrik, tí hesin organiskt fevnandi heyggur, sum kom úr Norðurlondum og lendi...

Kongalig komedia á Netflix

Í nýggjasta Netflixfilminum, Ehrengard: The Art of Seduction , samstarvar Oscarvirðislønti leikstjórin Bille August við Drotning Margrethu um pallmyndir og búnar, production design, tey kalla. Hon er 83 og hann er 74.  Ungdommiliga filmiska samstarvið tekur støði í samnevndu søguni hjá Karen Blixen, einari tale , sum hon skrivaði á enskum í 1952, og skrivaði umaftur, beint innan hin doyði. Men tá hon fór úr tíðini, 77 ára gomul í 1962, var søgan ongantíð komin fyri nøkur eygu. Ikki fyrr enn í 1963 bleiv hon almenn, í USA undir navninum Isak Dinesen, og í Danmark í týðing hjá skrivaranum, Clara Selborn, Ehrengard: Forførelsens kunst. Hetta er annar filmurin frá Bille August í ár. Hin fyrri var Kysset , sum bygdi á søgu hjá Stefan Zweig. Bille August, sum árini 1989-1992 vann fremstu altjóða filmsvirðislønir, hevur verið sjáldsama virkin seinastu árini. Í 2021 gjørdi hann filmen Pagten , ið var um aldrandi Karen Blixen og unga yrkjaran Thorkild Bjørnvig. Fyri Nordisk Film gjørdi Bill...

Tá avísir doyggja

Í báðum teimum donsk-føroysk orðabókunum stendur blaðdeyði fyri føroyska endanum, tá tú leitar eftir avisdød . Blaðdeyðin, sum hevur verið serliga sjónskur her hjá okkum, er eisini eitt faktum á donskum, sum í fólksligu orðabókini er synonym við úti í heimi . Fyri áratíggjum síðan, tað mundi vera í 1980’unum, teknaði eg hald, so eg fekk donsku Weekendavísina við postinum, sum tá varð borin út leygardag. Orsøkirnar til haldið vóru tvinnar.  Fyrst hin góða uppsetingin, ið mettaði estetiska sansin, so hvørt tú blaðaði gjøgnum innihaldsríku avísina, við fáum vælvaldum og enn betri plaseraðum myndum, og teksti, sum grein fyri grein er settur upp við øllum hugsandi lesivegleiðingum, fyrst eitt einsamalt tematiskt stikkorð, ið er manchett, so ein sentrerað undiryvirskrift, sum altíð er omanfyri yvirskriftina, og so breyðteksturin, ið grafiskt er settur upp við sama skilvísi, millumyvirskriftum, sitatum og faktaboksum, sum ovasti partur av greinini leggur upp til, sum var tað eitt tónleik...