Skip to main content

Posts

Varpa ljós á veiðumentan

Tíðindagrein, Dimmalætting 25. juni 2001: Framsýning: Veiðumentanini í Útnorði er evnið á stórari framsýning, sum fer av bakkastokki næsta á. Framsýningin, sum verður ein ferðaframsýning, skal serliga røkka enskttalandi stórbýarfólkið við Norðuratlantshavið Stóra norðuratlantiska ráðstevnan í Norðurlandahúsinum um havið er júst farin aftur um bak. Næsta summar verður Norðurlandahúsið karmur um eina stóra framsýning sum eisini snýr seg um havið. »Veiðumentan í útnorði« er heitið á ferðandi framsýning, sum er partur av verkætlan, sum á enskum kallast »Hunters of the North«. Ætlanin er at sýna trý lond, sum í øldir hava livað í og við eini veiðumentan, og gera tað enn hóast tey eru blivin háteknologisk samfeløg. Framsýningin hevur tríggjar síður. Eina listarliga, eina fólkaminnisfrøðiliga og eina teknologiska. Lagt verður fyri í Norðurlandahúsinum í juni næsta ár. Har verður ein framsýning, sum verður bygd upp eftir einum modelli, sum listamaðurin Edward Fuglø hevur gjørt. Ætlanin er at b

Eitt forum til journalistiskt kjak, takk!

Bodil Rahbek er útbúgvin tíðindakvinna frá Danmarks Journalisthøjskole 1988 og hevur í trý ár verið redaktiónsleiðari hjá Danmarks Radio. Nú er hon farin undir nýggja verkætlan fyri Útvarp Føroya Viðtal, Birgir Kruse, Sosialurin 24. februar 2001: MENNING. Tey journalistisku arbeiðsplássini eru smá her. Júst tí hava fólk, sum arbeiða á hesum øki, tørv á at hittast og skifta orð um fakligar journalistiskar spurningar, heldur Bodil Rahbek. Hon arbeiðir við menningarætlan í Útvarpinum og heldur, at Blaðmannafelagið átti at sæð tað sum sína uppgávu, at skipa fyri journalistiskum kjaki. Bodil Rahbek, sum er útbúgvin tíðindakvinna, er farin undir nýggja verkætlan fyri Útvarp Føroya. “Verkætlanin snýr seg um persónliga og fakliga menning hjá programmfólkunum í Útvarpinum”, sigur Bodil, sum er útbúgvin tíðindakvinna frá Danmarks Journalisthøjskole 1988. “Tá talan er um menning, at dagføra sína vitan og gerast betur førur fyri at røkja sína uppgávu, so hugsa tey flestu helst um eftirútbúgving”,

Bókadeild Føroya Lærarafelags 45 years

The Bókadeild Føroya Lærarafelag, a Faroese publishing house that’s been looking after the children for 45 years NORDIC LITTERATURE 2001 BY BIRGIR KRUSE The Bókadeild Føroya Lærarafelags, or The Faroese Association of Teachers’ Publishing House (the B.F.L.), was founded in 1956 in acknowledgement of the vital importance of providing Faroese children with books in Faroese. When the B.F.L. was founded, they didn’t only have books for children and young people in mind: school textbooks were a high priority, too. At that time almost all the textbooks on the islands were Danish. But then a proper Faroese educational publishing house was founded, the Skúlabókagrunnurin, and from then on the B.F.L. gave up publishing school-books and concentrated exclusively on books for children and young people. Right from the start, and for many years afterwards, a board consisting of five teachers was in charge of all the publications. All the work was done after school, and books were published whenever

Verkamaðurin og leiklistin: Weekend á deildini

Tað várar fyri fyri føroyskari leiklist. Hóast vetur er á deildini og hon er afturlatin, hava vit nógv og gott í væntu, tá Gríma hin 17. mars fer at frumsýna nýggja leikin hjá Jóannesi Neilsen Eitir nakað land Weekend . Í gjár var høvið at lúra á Meiarínum. Birgir Kruse Sjónleikur At hjarta Jóannesar Nielsen slær hart fyri Skipasmiðjuni er einki nýtt. Hann hevur bæði yrkt, leikað og barst fyri hesum staði og teim, sum har virka. Men hin 17. mars síggja vit hesa staðfesting í nýggjum ljósi á gamla Meiarínum í Havn. Tá fer yrkisleikbólkurin Gríma at frumsýna leikin Eitir nakað land Weekend . Henda várdag, fer høvundurin Jóannes Nielsen at sita undir liðin á sjálvum skipasmiðjustjóranum Poul Mohr. Tað var treytin, tá Skipasmiðjan, kvitt og fritt, lat pallin til nýggja leikin á gamla Meirarínum. Enn ein hugfarslig staðfesting av, at vinnan og mentanin kunnu ganga hond í hond. Jú, tað várar fyri leiklistini í Føroyum. Kveikjandi leikrit Hetta er annar leikur, Gríma framførir hetta skeiðið.

Tá framtíð gerst samtíð

Sosialurin, Vikuskiftið, 5. januar 2001: Nú eru longu fleiri ár liðin síðani árið 1984 fór í kav og vit kundu smýrast at ræðandi framtíðarsøgu George Orwells við sama navni. Og eisini filminum, sum kom sama árið Nú er aftur eitt ár upprunið, har ein framtíðarsøga gerst samtíðarsøga. Tað er skaldsøgan "2001: A Space odyssey", sum bretski rithøvundurin Sir Arthur C. Clarke (f.1917) skrivaði í 1968. Hetta kollveltandi árið fann hann saman við filmsleikstjóranum Stanley Kubrick (1928-1999) og burturúr hesi framtíðarsøguni skrivaðu teir handritið til samnevnda filmin, sum er um tiltiknu rúmdarferðina í 2001. Filmurin hevur langt síðani fingið kult-status og eftir at Kubrick doyði vóru flestu filmar hansara givnir út á DVD. Sir Arthur C. Clarke er ein av virknastu og mest kendu science fiction rithøvundum. Hann hevur eisini verið virkin granskari innan tøkni, samskifti og rúmdarferðir. Longu í 1945 hugsaði hann sær til ein samskiftis-fylgisveinin. Tað var í grein, hann nevndi Extr

Klaksvík kallar

UMMÆLI. Mangt bendir á, at listarligi ásurin í ár hevur flutt seg úr meginøkinum norður til Klaksvíkar. Í hvussu er á rútmiska fløgumarknaðinunum. Meðan tónleikur og ljóð eru framúr, tykist minni verða gjørt burturúr teksti og rættlesturi, heldur skúlalærarin við reyða jólapenninum Birgir Kruse Nýliga eru komnar tvær fløgur úr Klaksvík, sum tó báðar hava rót í útheiminum. Hin fyrra Sangur til frælsi í svensku tekstum Afzeliusar og hin seinna A matter of time við rót í altjóða ensktmælta gospelmarknaðinum. Hin fyrra er spæld inn í Studio Pegasus í Klaksvík og hin seinna í JakZak Studio í Havn og Nashville í USA. Hesi bæði føroysku ljóðstudio eru helst einastu virkandi av sínum slagi ídag. Leiðandi kreftirnar á fløgunum báðum eru klaksvíkingarnir Steintór Rasmussen og Torkil Mørkøre. Teir hava gjørt eitt megnar arbeiði, sum nú verður lagt fyri almenningin. Ørindi teirra eru ymisk, sum eg skilji tey. Steintór vil á heimligum botni varðveita eina mynd ikon úr sjeytiárunum, meðan Torkil

Spírin verður lagdur í barnaárunum

Vikuskiftið, Sosialurin 8. desember 2000 SAMRØÐA. - Tá tú skrivar, verður tú meira opin fyri øllum, sigur Sólrun Michelsen. Tú sært og hoyrir og leggur tær í geyma á ein annan hátt enn áður. Tú fært inspiratión av øllum uttanum teg. Einki er so spennandi sum veruliga lívið - Sólrun, hvat er títt dagliga yrki? Eg eri fyrisitingarleiðari á eini heilsølu í Havn. ... men tó so, tú hevur eisini skrivað? Ja. Eg byrjaði seint at skriva, men seinastu sjey-átta árini havi eg skriva nógv. - Hvussu nógvar bøkur hevur tú skrivað higartil? Eg havi skrivað tríggjar bøkur. Hin fyrsta Argjafrensar kom út í 1994. Hetta er ein bók um barnaár míni á Argjum, sum tá var ein lítil bygd. Sum barn hevði eg lítið og einki við stórbýin Havnina at gera. Vit spældu í fjøru, bøi og haga, og vit kundu eisini spæla á vegnum, tí har var so gott sum eingin ferðsla. Bussóli kom einar tvær ferðir um dagin. So bardust vit um at hanga afturúr so langt vit orkaðu at renna. Annars var bara skipasmiðjubilurin, og so onkur, s

Góð skriving, er tað ikki gandur?

Sosialurin 24. november 2000: HARRY POTTER Í grundini er tann foreldraleysi Harry Potter tann lítli prinsurin, ið kemur frá einari aðrari klótu. Hann veit bara ikki av tí sjálvur, at hann hevur serligar gávur, at hann hevur gandamegi í sær, sigur týðarin Gunnar Hoydal í samrøðu. – Haldi sjálvur, at tað er hetta, sum nógv børn kenna seg aftur í: Hvør eri eg? Tit halda meg kanska bara vera ein lítlan lort, men bíðið bara! Samrøða Birgir Kruse Fyrstu ferð eg hoyrdi navnið Harry Potter, helt eg tað var ein poppstjørna. Men sum Hodja, so bleiv eg klókari...men hvussu ert tú, Gunnar, komin tær uppí alt hatta hóvastákið við Harry Potter? Eg hyggi av og á í útlendsk bløð og tíðarrit, sum viðgera bókmentir. Tað man vera eitt ár ella hálvtannað síðani, at eg festi meg við navnið Harry Potter, kanska tí at ein stórur enskur rithøvundur eitur nakað tað sama: Dennis Potter. Tað var hann, sum skrivaði fleiri tiltiknar, nýskapandi sjónvarpsrøðir, t.d. The Singing Detective. Men tað var