Skip to main content

Posts

Gakk ikki við tí, ið einki ger!

Føðingardagsheilsan í "Tres bien" Kristian Blak 60 ár (Tutl 2007): Við nývunnum koyrikorti og realprógvi av Oyrarbakka fór eg til Havnar í skrivstovulæru. Lærumeistari í Málingahandlinum úti við Landavegin var Áki, sum eisini hevði áhuga í tónleiki og tøkni. Á skrivstovuni hevði hann bundið ein Philips kasettuspælara til samtaluanleggið. Millum kasettubondini, ið kundu koyrast í eina slisku og renna runt, sum vóru vit á útróðuri, vóru The Shadows. Skjótt samdust vit báðir um, at hetta var tónleikur til fólkið. Hetta heita summarið í 1975 kendu øll í Málingahandlinum snøggu riffini hjá Hank B. Marvin. Hoydalar í stereo At venda pappírsrúgvum og skriva “bókað” annanhvønn dag gjørdist ov turrisligt. Ringdi niðan í Hoydalar og spurdi, um pláss var. Jú, har var pláss. Og mín sann um ikki Elin og Ásmundur vóru so beinasom at finna mær – og steroanlegginum – rúm á kostdeildini. Tá eg flutti úr tronga kamarinum hjá Gustavi á Sundi og niðan í høgu hallirnar í Hoydølum, var eg millum

62 Norður

Birgir Kruse, fjølmiðlaummælari, 62 Norður 8. mars 2007 Menn tingast og kvinnur keglast. Hørð tíðindi móti mjúkum virðum. Og skuldi tað hent, at vit ivast, so minna miðlarnir okkum á hesar høpisleysu pástandir. Men glottar eru. Dimma byrjaði mánaðin við eini framúr grein um 8. mars í nýskapandi kvinnuteignum Bloggan. Men samstundis skuffaði mannligi tíðindaleiðarin í Útvarpinum fleiri ferðir við skjødisleysum upplesturi, flutti ungdómshúsauppreisturin í Keypmannahavn í ein annan býling og navngav fiskimálaráðharran Kallsoy. Tað er líkasum ein onnur slekt. So respektleysum upplesara er óbehagiligt at lurta eftir. At ein hard core feministur, og ikki Carli, vann norðurlendsku bókmentavirðislønina, var ein skjótur vinkul hjá bæði Vikublaðnum og Portalinum. Gamaní lættkeypt, men spennandi, tá útlendsk tíðindi fáa ein heimligan vinkul og gerast okkara, hóast Carli í hesum føri var ein ikki-søga. ”15 minutes of fame” varð nevnt í SvF kjakinum mánakvøldið. Vendingina eigur Andy Warhol, ein mi

Fremstu samfeløgini hava bestu útbúgvingarnar

Fría skúlaorðið: Sosialurin 7. februar 2007: Birgir Kruse, ritsjóri á Føroya Skúlabókagrunni: Hvat fekst tú sum heild burtur úr orðaskiftinum ? Eg fekk nógv burturúr framløgunum hjá Andriasi Petersen, Heidi Petersen og Bill Justinussen. Greitt og visjonért. Tey høvdu ítøkiligar niðurstøður, ið bendu á, at flokkarnir høvdu viðgjørt málið væl og virðiliga. Eg hefti meg serliga við orðini hjá Andriasi, um at fremstu samfeløgini altíð eru tey, ið hava bestu útbúgvingarnar. Staðfesting hansara, at ”tað eru bara positivar samfelagskorrelatiónir til útbúgving” vóru helst bestu orðini, søgd á tingi. Heidi, ið var samd við Andriasi, viðgjørdi eisini móðurmálið sum meginnervalagið í læruverkinum. Eftir hetta var serliga gott at hoyra Lisbeth Petersen úr Sambandsflokkinum viðmerkja, at í skúlanum skuldi føroyskt lærast ”væl og virðiliga”. Av áhoyraraplássunum stóð samgongan BCE eina løtu bjørt á nethinnuni. Hvussu metir tú útlitini vera fyri, at umstøðurnar í fólkaskúlanum fara at batna? Landstý

Føroyskar bøkur á Google

Árni Dahl, formaður í Skúlabókanevndini og Niels Petersen, ritstjóri í Føroya Skúlabókagrunni á heimsins stórstu bókamessu í Frankfurt. Á niðaru myndini er Jens Redmer, stjóri í Google Book Search (Myndir: Birgir Kruse) Føroya Skúlabókagrunnur er vorðin "partnari" hjá Google Book Search. Tað merkir, at Grunnurin kann gera føroyskar bøkur atkomuligar hjá øllum, ið hava teldu og netsamband. - Eins og tá vit prenta, verður tó einki givið út og lagt fyri almenningin, innan rættindini eru í lagi og full semja er um ætlanina, men nú er møguleikin her og restin er upp til okkum, sigur Helena Dam á Neystabø, leiðari á Føroya Skúlabókagrunni. Leingi hevur verið fílst á, at føroyskir næmingar finna ikki heimligt tilfar tá teir leita á Google og netinum yvirhøvur. - Mítt meginstavnhald er, at allur føroyskur skúlaungdómur skal kunna finna sín egna heim og høvuðsheimildir viðvíkjandi umheiminum á góðum føroyskum máli á alnetinum, segði Árni Dahl, tá Jógvan á Lakjuni landstýrismaður hevð

International Book Fair Frankfurt

Birgir á máttuni í Frankfurt 2006, har India er heiðursgestur (Mynd: Niels Petersen) Á hvørjum ári er bókamessa í Frankfurt. Messan, sum er í oktober, er heimsins stórsta. Her hittast bókahandlarar, forløg, høvundar, teknarar og prentarar. Sum ritsjóri á Føroya Skúlabókagrunni stóð mær í boði at luttaka í 2006. Tað var nýtt og spennandi. Sum starvsfelagin Niels Petersen plagar at siga: "Var tað ikki fyri Frankfurt, so hevði mangan verið møðisligt at arbeitt við skúlabókum!" Rætt hevur hann. Bókamessan í Frankfurt er ein íblástur av teim sjáldsamu. Kanska serliga hjá smáum forløgum.

Heimsókn frá Færeyjum

www.namsgagnastofnun.is 5. september 2006: Undanfarið hafa tveir ritstjórar frá Föroya Skúlabókagrunnur, þeir Birgir Kruse og Gundur Mortensen, verið í námsdvöl hjá Námsgagnastofnun til að kynna sér uppbyggingu og innihald námsefnisvefjar stofnunarinnar. Eftir skoðun á námsefnisvefjum sem á boðstólum eru á Norðurlöndunum töldu þeir að vefur Námsgagnastofnunar bæri af í þeim hópi og óskaði forstöðumaður stofnunarinnar, Helena Dam á Neystabø, þess vegna eftir því að fá að senda starfsmenn til að kynna sér vefinn betur. Ritstjórarnir dvöldu hjá Námsgagnastofnun í viku og áttu gott samstarf við starfsfólk, einkum þó Hildigunni Halldórsdóttur tölvunarfræðing, sem hefur í mörg ár borið hita og þunga af uppbyggingu vefjar Námsgagnastofnunar, nams.is. Föroya Skúlabókagrunnur, sem er systurstofnun Námsgagnastofnunar í Færeyjum, hefur fengið sérstaka aukafjárveitingu frá færeyska menntamálaráðuneytinu og samtökum sveitarfélaga til að byggja upp vef sinn og hefur stofnunin nú sótt um leyfi til að

Going to the festival!

Føroyar á enskum: Í tráð við alheimsgerðina skulu føroysk børn læra enskt longu í 4. flokki. Undan ólavsøkuni hevur Una Poulsen lagt seinastu hond á skúlabók í enskum, sum tekur støði í heimligum viðurskiftum og knýtir samband við enska býin Poulton Viðtal, Dimmalætting 27. juli 2006 Á fyrsta sinni kunnu heimsins børn lesa um ólavsøku á enskum í eini føroyskari lærubók. Una Poulsen, lærari í Vestmanna skúla, hevur farna skúlaárið kýtt seg at skriva enskt lærubókatilfar, nú føroysk børn skulu læra enskt eitt ár fyrr, longu í fjórða flokki. Nú er fyrra enska bókin, sum tekur støði í føroyskum viðurskiftum, liðug. Seinna bókin, ið tekur støði í enskum viðurskiftum, kemur næsta ár og skal brúkast í fimta flokki. - Sum lærari í enskum havi eg stórliga saknað føroyskar undirvísingarmiðlar, ið menna førleikan hjá næmingunum at málbera seg á enskum um heimlig viðurskifti, tí tað er grundleggjandi í allari námsfrøði, at frálæran hevur sítt støði í umhvørvi næminganna, sigur Una Poulsen, ið hevu

Til Havs við happing

Videolist: Millum óndskap og vakurleika, ger donsk listakvinna, ið gekk í Nonnuskúlanum, listarliga installatión um happing Viðtal, Dimmalætting 14. juli 2006 Hesa vikuna hevur eitt filmslið ferðast bygd úr bygd, at finna umstøður, til eina videoinstallatión um happing. - Heilt ítøkiligani snýr tað seg um eina einkulta scenu, eitt klipp, sum er ein panorering allan kringin runt, sigur Eva Koch við grønum bøi í baksýni. - Panoreringin byrjar úti á havinum, fer inn at strondini, so síggja vit nøkur hús og síðani børn, sum spæla og kasta við onkrum. Upptøkutólið fangar eitt barn, sum rennur burtur frá og vit síggja at tað er ein steinur, ið varð kastaður. Panoreringin heldur fram, framvið barninum og út yvir bakkan og endar har hon byrjaði, úti á opnum havi.Tað er David Geyti, ið hevur gjørt panoreringsútgerðina, sum myndamenninir Bjarni Rubeksen og Rúni Kjær brúka, meðan Pauli Magnussen fangar ljóðið í harðbalnu føroysku náttúruni. Guðrun Eysturlíð er framleiðari og tann, ið skal fáa alt