Skip to main content

Posts

Eftirmæli í almenna rúminum

Gunnar Onghamar, sum er úr Havn, sendi mær í dag eina mynd úr avísini, Nordjyske Stiftstidende , sum hann til gerandis skrivar fyri. Orsøkin er dagsins tekning hjá Jens Julius Hansen (f.1950), sum bara kallar seg Julius . Í dag teknar hann uppskriftina at savna eina kistu, nú Ikeastovnarin, Ingvar Kamprad, er deyður 91 ára gamal. Vágið og kanska ósømiligt, tí vit altíð halla til latínska orðatakið, De mortuis nil nisi bene , um tey deyðu einki annað enn gott. Hinvegin er tekningin hugvekjandi beinrakin og hevur eitt alment gyldi hjá øllum teimum, sum hava verið í infernohandlinum og aftaná roynt at savna skáp, borð, bríkir og sofur. Norski sangarin Ole Paus (f.1947) gjørdi í 1979 ein satiriskan sang, I en sofa fra Ikea , sum lýsir ranguna á brúkarasamfelagnum og samstundis var eitt aftursvar til sosialrealistisku filmarnar hjá norsku Wam & Wennerød um sama mundið. Danski Julius, sum enn er frammi og reiðiliga tað, er upprunaliga skúlalæri, og átti eina av teim tólv...

At gera burtur av sær

Lesur tú prentaðu bløðini, so varnast tú skjótt gamlar menn, sum gera burtur av sær, alt tað teir minnast og ørminnast. Upp og niður. Kanska við kvæðayvirskrift. Ivist í, um menninir sjálvir eru so upptiknir av at náa alt, innan latið verður upp fyri teimum og teir sleppa niður í stóra jarðarholið at liggja signaðir við øðrum. Giti, tað eru redaktiónirnar, sum umframt reyðu botnlinjuna hava lært seg memento mori, og eru so sperdar, at tær hava einki annað at siga forvitna nútíðarlesaranum, samstundis sum tær helst vóna, at eingin í álvara fer at lesa hetta gamlamannaskvaldrið, sum skjótt bara er minnir. Til slutt eru tey alt, journalistisku minnini. Hóast yngsta blaðið við elsta heitinum halgaði deyðanum eina heila útgávu, er mesta gamlamannafylla javnt og samt at síggja í einum heilt øðrum blað, sum skal verða eins ónevnt og hitt fyrra, men er longur norðan av landi. Nýggjasta í ellisblaðnum er, at lata upp fyri minnisposanum hjá einum skilamanni um skipafígging í nítjanhundraðo...

Føroyar í Wenders-treylara

Nú er ein treylari farin at ferðast á netinum, sum lýsur fyri nýggja Wim Wenders filminum Submergence . Nærri heimsfilmi hava Føroyar aldri verið. Sum sæst omanfyri fáa Ferðavinnuføroyar filmsvaluta fyri innsatsin longu í altjóða treylaranum. Hóast árið er lítið útliðið vági eg mær at siga, at hetta verður mest spennandi filmsuppliving í føroyskum biografum í ár. Filmurin hevur verið sýndur á stevnum í Toronto og San Sebastian í september í fjør og verður fríggjadagin frumsýndur fyri almenninginum í Spania. Síðani verður hann sambært IMDB sýndur í Russlandi 1. mars, Brasil 12. apríl, USA 13. apríl, Kekkia 26. apríl, Danmark 10. mai, Svøríki 11. mai, Bretlandi 18. mai, Ungarn 14. juni og Týsklandi 2. august. Filmsleigufelagið Scanbox hevur Submergence á norðurlendska marknaðinum. So skjótt hann er tøkur á okkara leiðum fer Filmsfelagið at vísa filmin í Havnar Bio. Í altjóða treylaranum verður sagt soleiðis um søgugongdina: International Trailer (2:22) Danielle Flinders and James ...

Kommuna skjýtur 150.000

Tá tú sum føroyskur lesari til gerandis leitar á útlendskum, tað er donskum, at fáa eitt nøkurlunda uttanríkispolitiskt yvirlit at kunna fylgja við í, hvat sambært betaltu miðlunum fer fram úti í heimi, kann verða áhugavert at síggja orðavalið hjá fremmandu pressuni og halda tað upp móti okkara egnu. Meðan Jyllands Posten umvegis Ritzau í morgun kann bera tey gleðiligu tíðindi, at nú eru 2000 fangar náðaðir í Etiopia, kann Danmarks Radio umvegis somu tíðindastovu upplýsa okkum um, at danskar kommunur hava skotið 150.000 í Esport. Eg mundi fingið morgunkaffi í rangastrúpan. Skotið 150.000. Er tað í fólkakommununi Esport í Norðurkorea upp undir vetrarleikirnar south of the border? Meira morgunkaffi. Svølgi og sanni, at hetta er sum tá morð, neyðtøkur og terroratsóknir verða blástar upp í føroyskum miðlum, sum var tað ein frælsisfylking til frama fyri fríðgering av Tjørnuvík. Til eg lesi nærri og svølgi. Tað er bara pressan. Hesin altjóða pestilensur, sum setur orð til sølu. K...

Bjartur fríggjadagur í Havn

Sólin er farin um Kirkjubøreyn og tað er gráur fríggjadagur í Havn. Men bara í túninum, har frostið legst. Tí innandura lýsa tvær kvinnur upp, har tær sýna fram á Skálatrøð og í Gundadali, onnur úr Havn og hin av Eiði. Hin fyrra er Hansina Iversen (f.1966), sum klokkan trý læt upp málningaframsýning við trettan verkum í Steinprenti við eini satiriskari yrking hjá Tóroddi beint fyri úthurðini. Søluframsýning er merkantila listaheitið, ið sjálvspeiandi tekur støði í eini grønari oyggj við bláum skýggjum uppá bestilling yvir gráari sofu. Yrkingin er úr  savninum  Svøvnlendingur rættar kumpass  (2003). Hetta er herrligt. Listasavnið hevur verið á vitjan og keypt ikki færri en tríggjar málningar hjá Hansinu í Steinprenti. Heitið á framsýningini er  Portraits of the loved ones . Í innbjóðingini sigur Steinprent, at heitið ber brá av figurativum portrettmyndum, men er í veruleikanum ein tilsiping til egin verk og til skap i verkunum hjá listakvinnuni, ...

Ein millión til besta norðurlendska filmin

Altjóða filmstevnan í Göteborg gongur Norðurlandaráðnum ein skarpan gang. Meðan almenna ráðið við innheintaðum skattakrónum úr teim fimm norðurlendsku tjóðunum letur 350.000 danskar krónur til besta av fimm úrvaldum norðurlendskum filmum, fer filmstevnan í Göteborg á tredvinta sinni at heiðra besta av níggju úrvaldum norðurlendskum filmum við  Dragon Award Best Nordic Film , sum er ein millión svenskar krónur. Vinnarin í fjør var Sameblod hjá Amandu Kernell úr Svøríki. Filmsfelagið vísti filmin í fjør, tá Heðin M. Klein innleiddi sýningina í Havnar Bio. Norðurlandahúsið vísur sama filmin seinni í ár, so gott høvi er at síggja virðislønta sámiska filmin. Tað er Volvo, ið fíggjar stóru svensku virðislønina, ið helst er heimsin størsta, saman við Västra Götalandsregion og Göteborg býi. Í altjóða dómsnevndini á filmstevnuni, sum byrjar í dag, eru Steve Gravestock, Dani Kouyate, Linda Wassberg og Maria Blom. Einasti tilnevndi filmur, eg havi sæð, er norski Hva' vil folk si hjá Iram ...

Portraits of the loved ones

Fríggjadagin 26. januar klokkan 15-17 letur Hansina Iversen upp málningaframsýning í Steinprenti. Á framsýningini verða myndir framsýndar við felagsheitinum Portraits of the loved ones . Myndina av Hansinu niðanfyri og hina niðastu tók eg í Listaskálanum tá Várframsýningin læt upp í fjør. Heitið ber brá av figurativum portrettmyndum, men er í veruleikanum ein tilsiping til egin verk og til skap i verkunum hjá listakvinnuni Hansinu Iversen, ið øll árini hevur verið trúføst móti sínum egna listarliga, nonfigurativa útgangsstøði, tó at hon støðugt førkar seg yvir í tað ókenda, sigur Steinprent í almennari innbjóðing. - Heitið á málningunum kom mitt í arbeiðsprosessini, tá listakvinnan helt seg kenna aftur onkur skap, sum hava verið í hennara málningum áður, verður sagt í tíðindaskrivinum. - Tað eru hesi skapini, ið tykjast vera komin afturíaftur, sum málarin skýrir at vera síni elskaðu ella Portraits of the loved ones . Hóast okkurt kent hómast í organisku formatiónunum og sjálv...

Hvaðan eru blogglesarar?

Á hesum bloggi havi eg sett mær fyri at brúka ókeypis funkur og ongar reklamur. Sjálvur pallurin, blogspot, er ókeypis og krevur einki hald ella logon. Harafturat er alt, næstan 100%, á føroyskum, so tað er rættuliga sjálvsagt, at lesarar eru føroyingar. Í dag sigur ókeypisversiónin av Statcounter soleiðis um býtið millum lesarar á Birkblog og hvaðan teir koma: Flestu lesarar, tað er 55%, koma frá tilvísandi heimasíðum, sum í allar flestu førum er VP, men fyri ein lítlan part eisini frá øðrum føroyskum bloggum. Næstflestu lesarar, tað er 22%, stava frá sosialum miðlum, tað er í høvuðsheitum Facebook. Triðflestu lesarar, tað er 15%, eru beinleiðis lesarar á blogginum. Fæstu lesarar, tað er 8%, finna Birkblog á leitimaskinum á netinum. Av hesum eru 88% frá Google og bara 12% frá bing. 88% av lesarum á Birkblog hava føroyskan netveitara. Næstflestu, tað er 5%, hava danskan veitara. Eitt fátal, men eitt stútt og javnt tal av Birkblog-lesarum, eru úr allari verðini. Júst í dag eru ...