Skip to main content

Posts

Hví kennast vit ikki við okkara egna?

Hóskvøldsdimman byrjar sum allar góðar avísir eiga at byrja, við eini oddagrein, sum er skrivað til høvið, dagin og yvirskipaða evnið í tíðindameldrinum. Og tað er filmur. Betri yvirskrift í Føroya fyri sovítt elsta blaði enn Filmsdagar kann eg ikki hugsa mær. Takk fyri tað ELJ, nú tú gevst og avísin vónandi heldur fram. Tí pappírsavísirnar eru ikki tiltakandi. Tær eru vorðnar ein anakronisma í tiltakandi gjónni millum tey vitanarsterku og tey vitanarveiku. Tey fyrru liva í og við pull -miðlum, sum tey hála til sín, tá tey hava tørv á tí, eftir ein góðan feinsmeckeradøgurða, ropandi av Pingusreyðvíni fyri tjúgutúsund, meðan útarmaði fátækrakroppurin so dánt klárar at sleingja seg á útslitnu sofuna, sum tey keyptu í Innbúgv í hálvfjerðsunum, innan push -miðlarnir eru yvir teimum, ágangandi troðkanarmiðlarnar, sum bara koma í postkassan, tí postboðið hevur ikki annað at bera slitmanninum í dag enn preprentaði tilboð. Tað er sambandi hjá undirstættini við føroyska miðlaverðuleika

Robert M. Goodman er gestadómari

Amerikanski Robert M. Goodman, sum hevur meir enn 30 ára royndir úr filmsvinnuni, verður innboðni dómarin í Geytadómsnevndini leygardagin. Orsøkin er, at konan, Anita Reher, sum er stjóri í Nordisk Panorama, hevur fingið forfall. Maðurin, Robert M. Goodman, hevur verið í uppskoti at vinna Emmy-virðislønina, hann er leikstjóri, fotografur, framleiðari og høvundur. Og so hevur hann arbeitt við øllum sløgum av filmi heilt frá turrisligum heimildarfilmi til tølandi lýsingafilm. Innan Robert flutti til Danmarkar at búgva, var hann professari á The Art Institute of Philadelphia. Har undirvísti hann í níggju ár í filmsgerð, filmmaking . Goodman fer eisini at greiða frá um Nordisk Panorama, har Anita Reher er stjóri. Fríggjadagin 14. februar kl 16:30-18:00 fer Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, at tosa við Robert M. Goodman um Nordisk Panorama og vísa klipp frá festivalinum. Prátið verður á enskum í Norðurlandahúsinum og er ókeypis fyri fólk, sum koma í húsið at lurta. Úr

Satira, ein føroysk statusrapport

Í ein sólarring ella so havi eg hildið, at hetta var ein nýggj satirustjørna, sum Føroya fremsti útvarpssatirikari, ið hevur ligið í dvala síðan seinastu øld, hevur borið fram, nývaknaður. Enn eri eg ikki sannførdur um, at hetta innslag er satira, hóast figururin sipar beint til Pipar & Salt úr farnu øld. Men eg haldi ikki at aktuella innslagið er komið har upp enn. Tað er í hvussu er ikki góð satira, tí hon inniheldur ikki forteljaraelementini í góðari satiru, sum teir báðir kryddarnir hava gróðursett fyri nokk so langari tíð síðan. Hinvegin, góðar satirustjørnur liva ikki í Føroyum, tær eru flóttar, sum liva í Argentina. Tað siga hesir báðir. Eftir fimm mánaða bíðitíð eru teir aftur við so drúgvari føroyskari satiru, at bíðitíðin er sum einki at rokna. Ein tími og eitt korter. Kryddað í fimm mánaðir. Byrjanin er tættpakkað við aktuellum tilsipingum, eisini um Holocaust, tað mátti koma, men tað allar besta er móti endanum, har teir herja á ein ungan journalist, sum p

Nielsen veit

Síðan 1923 hevur mátingarstovan Nielsen mált upp og talt, hvussu nógv gera hvat í ymsum høpi, seinast til Oscartiltakið, tá mált varð hvussu nógv hugdu. Grundarin, Arthur C. Nielsen, sum var av danskari ætt, doyði 82 ára gamal í 1980. Hann varð føddur og doyði í Chichago. Hóast Oscartiltakið er tað mest sædda innan film, sigur Nielsen mátingarstovan sambært ABC, sum sendi tiltakið laiv, at aldri áður hava so fáir amerikanarar fylgt við Oscarvirðislønunum. Altjóða filmsmiðlar siga, at tað fer helst at geva amerikanska filmsakademinum nakað at hugsa um, nú heldur eingin vertur var í ár, og nakað so óhoyrt, sum at ein ikki enskt mæltur filmur fór avstað við fremsta heiðrinum. Tað eru sanniliga broytingartíðir.

Anita Reher er innbodni Geytadómarin

Innbodni Geytadómarin í ár er danska Anita Reher, ið fyri tveimum árum síðan tók við sum stjóri fyri filmstevnuna Nordisk Panorama eftir Søren Poulsen, sum tá hevði sitið í trý ár. Við heimasíðuna hjá Nordisk TV og Filmfond segði Anita Reher tá. “I am thrilled to be joining the Nordic family of storytellers and reconnecting with old and new friends. I look forward to continuing what has been Nordisk Panorama’s strength - promoting documentary and short film talent for 30 years and renewing that strength for a new generation of filmmakers. My goal, in the ever-changing media landscape, is to keep Nordisk Panorama continuously relevant for the industry and our audiences.” Fríggjadagin 14. februar kl 16:30-18:00 fer Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, at tosa við Anitu Reher um Nordisk Panorama og vísa klipp frá festivalinum. Prátið verður í Norðurlandahúsinum og er ókeypis. Úr Føroyum hava trý filmsfólk søkt um at sleppa við á Nordisk Panorama, sum varir seks dagar og f

Týdningurin av listini

Samrøða og framførsla - Hvønn leiklut hevur listin í dagsins samfelag? Tiltakið er partur av TÓFF og er fyriskipað av Filmshúsinum Hvønn leiklut hevur listin í dagsins samfelag? Listin hevur altíð havt ein týðandi leiklut í heiminum. Um vit fara langt aftur í tíð og heilt fram til nýtímans samfelag, síggja vit, at listin altíð hevur havt og hevur enn ein týðandi týdning í samfelagnum. Hetta er framvegis galdandi hóast ymsu leiklutirnar, listin hevur í ymsu samfeløgum. Í vesturheiminum í dag verður listin ikki løgd undir kirkju ella krøv frá teimun ráðandi, men tað eru listafólkini sjálvi, ið fáa frælsi at deila teirra sjón og fatan av lívið. Vit liva í eini tíð, har individualisman ræður, har eitt hvørt listafólk við virðing fyri sær sjálvum leitar eftir síni egnu rødd. Hetta ger at týdningurin av listini í samfelagnum kann verða trupul at peika á. Listafólkið hevur stórt frælsi, men kann hava trupult við at finna fótafesti. Filmshúsið skipar fyri einum kvøldi uppi í Norðu

Tíggju í Fokus í Lítluvík

Tíggju limir í Myndafelagnum Fokus gera í kvøld klárt til fotoframsýning, sum letur upp við 49 myndum í Smiðjuni í Lítluvík í morgin, fríggjadagin 7. februar kl. 14:00. - Kaffi er á kannuni og øll eru vælkomin, sigur Óli Lindenskov. Opið verður til og við týsdegnum 11. februar. Óli hevur millum annað verið í Sandoynni og fotograferað við Gívrinar hol. Fyrst er at tryggja sær, at alt er í vater og hongur harmoniskt út frá hornunum í gomlu grótlagaðu veggunum í hvíttkálkaðu smiðjuni. Eitt reyðlýsandi niveleringsapparat tryggjar at alt hongur í vater. Myndafelagið Fokus varð stovnað í 2009 og hevur til endamáls at savna saman fólk, ið hava myndatøku sum ítriv. Øll kunnu gerast limir í felagnum, sum heldur til í einari skúlastovu í gamla Argja skúla. Tey skipa fyri fototúrum og limatiltøkum, har tey hittast til fotoprát, og síggja og vísa myndir hjá hvørjum øðrum og læra um myndatøku og myndaviðgerð. Tey tíggju sum sýna fram í ár eru Gudny Benjaminsdóttir, Jórun á Fløtti Jac

Bió Paradís má víkja fyri byggispekulantum

- Hin fyrsta mai í ár lata vit aftur! Soleiðis sigur framúr væleydnaði og virkni listabiografurin, Bió Paradís, á heimasíðuni og á uppsløgum. Nýskapandi listabiografurin, sum er í miðbýnum í Reykjavík, er hin einasti av slagnum í Íslandi. Bió Paradís, sum við stórari eydnu hevur virkað í miðbýnum í Reykjavík í tíggju ár, er limur í óhefta áhugafelagsskapinum The International Confederation of Arthouse Cinemas, sum varð stovnaður í 1955, og telur 1170 limabiografar í 68 londum. Christian Bräuer, sum til gerandis rekur AG Kino í Berlin, er formaður. Í opnum brævi skrivar hann til øll filmshugaði í dag, at “Arthouse cinemas are vital cultural spaces for communities: as meeting points and places of free speech, they foster democratic values in our societies. In a nutshell: they choose to serve their community over the maximization of profits. Many internationally acclaimed film directors would not have been able to launch their careers without the support of enthusiastic arthouse