Í vikuni hevur nýggjur public service sáttmáli fyri Kringvarpið verið fyri í Tinginum. Hin triði í søguni. Er tað nakað, sum kann øsa tingfólk upp, so er tað Kringvarpið. Eini tingmaðurin, hann hevur ta útbúgving, ið flestu meta sum heimsins bestu, sigur fyrst, at vit hava ikki eitt, men trý útvørp, og í seinnu tingmannaútbering verður útvarpstalið til fimm føroysk útvørp, tí vit hava fimm útvørp og ikki bara eitt, vil hann vera við. Er tað nakað, sum tingmenn og ódefinerað kjakfólk í skýmaskotum kunnu fáa um skrúvuna, so er tað Kringvarpið, ella heilt spesifikt - Útvarpið. Tað hava øll eina meining um, tí har er alt trunkað saman. Morgunlestur ta einu løtuna og Jimi Hendrix hina løtuna. Alt til øll uppá eingang. Men kristni fyrst. Tí er gott, at sáttmálin millum tað almenna og Kringvarpið aftur er komin í ljósmála. Tað hevur hann ikki verið í longri tíð. Katastrofan hevði verið, um útvarpið varð slókt, tá sáttmálin ikki var til, ella ikki var í gildi. Ábyrgdarøkið...