Skip to main content

Posts

Flýggja - ella niður at lesa

Brot úr bloggi, har eg eftir frumframførslu á Glasi 16/11 2024 ummælti skúlaleikin Romeo og Juliu: Niður at lesa. Tað hevur leingi verið svarið hjá føroyskum ungum, tá spurt verður, hvat tey fara at gera við einum nývunnum miðnámsprógvi í hondini. Burturúr stendst ein kompleks burturfaringarmentan, sum er heilt sjáldsom, og hjá øllum teim luttakandi varar alt lívið, antin tey koma aftur ella ikki. Lestrarárini í útlegd merkja fólk. Einaferð segði ein vinmaður, at eftir at tey høvdu sungið Frændir í Hoydølum, hildu tey fram at syngja Frændir við somu vinum á Oyrarsundi, og tá tey, sum komu heim, uppá skift settu hvørt annað í starv, so sungu tey aftur Frændir. Soleiðis gongur burturflytingin, varandi ella stutt, og merkir samhaldsfestið upp á gott og ilt. Ein stjóri, eg einaferð hevði, helt fyri, tá vit tosaðu um holocaust í undirvísingini, at Oyrarsund var gott dømi um eina transittlegu, har føroyingar búðu, meðan teir bíðaðu eftir at fara heimaftur, uttan nakrantíð at interagera v

Einki annað land - No Other Land

Hvørt mikukvøld sýnir Filmsfelagið ein úrvaldan nýggjan film í Havnar Bio. Undirtøkan er góð, og mikukvøldið, tá Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International, Føroya deild, innleiddi, var fult hús. Tá varð sýndur nýggi ísraelskt-palestinski heimildarfilmurin No Other Land. Neyvan nakað evni á filmi kann savna so nógv fólk, sum just filmur um Holocaust og aktuellu støðuna í Ísrael og grannalondum tess, eisini í filmi, sum ísraelska Sendistovan í Keypmannahavn hevur útvegað, ofta um avbjóðandi evni sum samkyndleika og ivasama búseting á Vestara Áarbakka. Í framhaldi av hesum tanka er eisini vert at geva sær far um, at á hvørjum ár verður altjóða Holocaustdagurin, 27. januar, hildin í føroyska skúlanum. Enn ein minningardagur er 9. desembur, sum tekur støði í hesum sama degi í 1948, tá ST gjørdi sáttmála um International Day of Commemoration and Dignity of the Victims of the Crime of Genocide and of the Prevention of this Crime. Umframt at undirtøkan fyri filmi í Filmsfe

Hjálp til føroyskt í Budapest

Í dag fekk eg eitt stuttligt bræv frá Tibor Erdös úr Budapest í Ungarn. Sigst, at snarar tú eitt lítið sned, so hava øll eitt hondfast samband. Í hesum føri var tað hjá trímenninginum í Gøtu, Maigun, ið er omma guðssynirnar hjá Tibor, Gabriel og Sebastian. Men tað vóru ikki jólaørindini. Tey vóru at siga mær frá, at komandi árini verður hann offisiellur svenskur útlandslektari á Institutionen för Skandinavistik, og fer at starvast á ungarska ELTE universitetinum í Budapest. Til gerandis undirvísir hann í svenskum og svenskum sum fremmandamáli á lærda háskúlanum í Halmstad og nú altso eisini í Budapest. Fyrsta februar fer hann í hesum høpi undir skeið í føroyskari mentan, máli og bókmentum. Óvantaða tilboðið, sum honum ongantíð hevur eydnast at fáa skipað í Svøríki, er fyri BA og MA lesandi og fevnir um várhálvuna. - Nú er tað so, at mítt egna savn við føroyskum bókum og tilfari, er størri enn tað á universitetinum, har bara gomul tíðarrit eru, og tvær skaldsøgur. Eg hugsi mær at

Íslendski filmurin Missir í Havnar Bio í morgin

Íslendski framleiðarin, Fríðrik Þór Fríðriksson, sum í 1992 varð Oscartilnevndur fyri vakra filmin Börn náttúrunnar, sigur, at Føroyar vórðu valdar, tí tær verða nevndar í skaldsøguni hjá Guðbergi Bergsson, sum filmurin byggir á, og eisini eitir Missir. - Hugskotið var at lata Reykjavík standa gráan og keðiligan, meðan Føroyar tónaðu fram sum grønar og vakrar oyggjar, sigur Fríðrik, sum leggur afturat, at alt í Føroyum gekk væl í hond, wonderful and nice, sum hann sigur. Friðrik, ella Frikki millum vinir, er ein av mesta etableraðu filmsframleiðarum og leikstjórum í Íslandi. Í 1989 vitjaði hann fyrstu ferð í Føroyum. Tað var saman við Einari Kárasson, sum hevði skrivað søguna Skytturnar, um tveir stórhvalastingarar, sum koma í land. Fríðrik gjørdi søguna til film og vann fyrstu virðisløn á norðurlendskari filmstevnu í Lübeck. Spurdur, um hann hevur hug at koma aftur til Føroya at gera film, sigur hann, játtandi, at ”Tað vildi eg fegin, gjørt ein film í Føroyum. Men tit mugu vera varin,

Burturtagdi sonurin

Fyrrapartin av sjeytiárunum vitjaði eg systkinabørn í Notodden í Noregi. Tá fóru vit í biograf í Drammen og sóu Cisco Pike við ultrakula Kris Kristofferson. Men best minnist eg lýsingina ”Olje i Nordsjøen, et eventyr fra vor egen virkelighet”. Eitt ævintýr úr okkara egna veruleika. Tað, sá eg á Tjóðpallinum í kvøld, har Sonurin hjá Jon Fosse varð framførdur. Byrjanin er við kalligum gittargrumsi hjá Benjamini, meðan gráa stovan hjá gráu hjúnunum kemur fram á intima pallinum.  "Hann hevur onga framtíð," sigur pápin. Men so kemur hann við bussinum, sonurin, sum tey ikki hava hoyrt frá í útvið eitt hálvt ár. Svartklæddur við høkuskeggi, pink turriklæði og hestahala, sum Fosse. Grannin, ið er komin við sama bussi, men hevur brúnt turriklæði, hevur eisini skegg og hestahala, sum Fosse. Hesin seinni dualisturin, grannin, tekur klárt erotiskt niður eftir stólarygginum í stovuni, tá hann kemur inn, og leggur eisini hondina dvalandi niður á ryggin á pápanum. ”Hann hevur ikki sagt na

Sóttarhald við brunnin

Móðir Lorenza á fjórðu hædd í tíðarleysa ungdómsleiknum um Romeo og Juliu úr húskjunum Montague og Capulet í sóttarrakta býnum Verona, ið er settur upp sum panoptikon á Glasi. Marita S. Dalsgaard er fransiskanaranunnan. Foto: Erla Rajani Ziskasen. Trý ár hevur hevur tað tikið at fáa verkætlanina um Romeo og Juliu at búnast, sigur Gunnvá Zachariasen, sum hevur boðið mær til frumframførslu á Glasi í kvøld. Nú er klárt, og eg lesi komprimeraða stutttekstin, the caption, í lýsingini av kendasta leiki í verðini: - Tvey ung og forelskaði hvør sínumegin eitt drápiligt arvastríð kempa fyri teirra kærleika í einum sjúkum heimi á tremur við haturi.  Soleiðis sigur Facebooksíðan , ið hevur allar upplýsingar um Romeo og Juliu á Glasi.   Tað er leygarkvøld úti í Marknagili, har eg seinastu dagarnar havi varnast, hvussu sjáldsama hvassur vindurin kann verða. Nú er vátaslettingur og myrkt, og eg eri komin inn um snurrandi svingdyrnar, ið eru betri enn tær í Musikkskúlanum. Havi sett bilin á stóra par

Dropi ert tú

Meðan vit liva í einum veruleika, sum politiskt enn er merktur og heftur av einum serstakliga trongum mentanar- og listasýni, hava vit lukkutíð eitt meira privatpersónligt vítt og aktivt uppsøkjandi mentanarsýni, sum av og á gevur okkum upplivingar, ið eru óvæntað sjáldsamar.  Ein tílík var í Løkshøll í Runavík leygarkvøldið, har Pauli í Sandagerði og Sigmund Poulsen buðu til frumframførðslu av tónleikaverkinum Dropi ert tú við undirtitlinum Sangur um lívið .  Eitt varisligt ekkó av samstarvinum kring sangleikin Jesus og Makedonarin fyri fjøruti árum síðan. Eins og tá hevur Pauli skrivað tónleikin, sum nú er fyri kvinnukór, strúkikvartett, klaver og bass, og Sigmund hevur skrivað tekstin.  Hann er í seks pørtum við heitunum Keldan, Løkurin, Vatnið, Áin, Fossurin og Havið. Tónin er javnt og høgt insiterandi, væl balanseraður í rúminum, men við støði í teim seks kvinnurøddunum ytst í vinstra borði, beint framman fyri, har eg siti.  Við ljóðmyndini fái eg ta fatan, at tónin er dropin, i