Páll Danielsen er leikstjóri, nú Kringvarpið sýnir "Fólk og dólgar í Kardamummubýi" í Havnar Bio. Eg og abbasonurin, Olaf, hava fingið sess við síðuna av fyrstnevnda persóninum á drúgva leikaralistanum, Hjálmar Dam, sum er dólgurin Kaspar. Teir tosaðu um Star Wars og allar teir góðu og minni góðu figurar og leiklutir, sum har eru, frá Luke Skywalker til Darth Vader, hina ljósu og hina myrku síðuna, so eg misti púra málið og sitifestið, meðan teir tosaðu. - Eg hugdi eisini eftir Star Wars, tá eg var lítil, sigur Hjálmar. Frammanfyri situr Tórfríð Tavsen, sum er speedsyngjandi papageykurin við framúr røddini í filminum. Og tá vit ganga út, síggja vit Sofíu Nolsøe Mikkelsen, sum er Suffía mostur við tí hvassa og avgjørda málinum og tosingarlagnum, sum seinni í filminum kyrrast og lendir, og verður vinarliga innbjóðandi. Afturat henni er Kjartan Hansen, sum eisini er dólgur í filminum. Røddirnar eru valdar av einslistum og hóska fyrimyndarliga væl til persónstypurnar, og eru væ...