Elli er fyrsti fíggindin, serliga hjá Joe Biden, sum frá byrjan í fyrsta av trimum forsetakjakum leitar eftir orðunum, og ellismerktur er illa sminkaður til ljósið í handilsligum sjónvarpi, sum er sett í verðina júst í USA. Men óflýggjaliga tosingarlagið, at tosa í holið á hvørjum øðrum, sum siður er á lærarastovum, tað er allar størsti fíggindin, ikki minst tá Donald Trump alla tíðina fer eitt stig longur og tosar bæði politiska kappingarneytan og sjónvarpsvertin niður. Og so rakar Biden sekundini, tá hann stendur fastur, stamar og blundar. Hann er avgjørt ikki ein forsetamynd. Valdi verturin, 72 ára gamli Chris Wallace frá Fox News, má kunna sløkkja mikrofonirnar, tá luttakararnir eru so ódisiplineraðir, sum í hesum føri. Tað ger hann tó ikki. Men Biden, fyrrverandi varaforseti, dugir at tosa beint í kamera til veljaran, sum hyggur heima, og vegleiða hann, veljaran, sum vónandi fyrstu fer kann lokkast á val, tí valluttøkan í USA er so syndarliga lág....