Hagstovan hevur rullað seg út við tølum, sum eru sigandi sjónlig og nú eisini løtt at lesa við góðum grafikki. Velja vit tann partin av pallmentan, sum er sjónleikir og biografar, síggja vit hvussu gongdin hevur verið síðan aldarskiftið, tá umræður leikir og vitjandi til sjónleikir, umframt filmsýningar í biografum. Frá 1998 til og við í fjør, hava bestu árini til sjónleik verið 2009 við 31 áhugaleikum, meðan besta árið til yrkisleik var 2019, tá ellivu yrkisleikir vórðu settir á pall kring landið. Lakasta árið til áhugaleik var fyrrárið, tá bara tríggir leikir vórðu. Árið undan vórðu eins fáir yrkisleikir, tríggir, settir á pall. Sama lágpunkt rakti yrkisleikur í 2005 og 1998. Mátið fyri at føroyskur yrkisleikur anir, men ikki doyr út, er eftir hesum at døma trý leikverk um árið. Hyggja vit í sama tíðarskeið eftir vitjanartølunum sæst, at tá einki er at hyggja eftir kemur eingin. Hinvegin er tað ikki vist, at tá flestu leikir eru at síggja, aktiverar tað flestu áskoðarar. Hóast e...