Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2025

Krás fyri tey fáu - meir av tí nógva fyri massan

Við Stemme for de stemmeløse fremst fyri í huganum reflekteri eg yvir tríggjar góðar konsertir hetta vikuskiftið, nú marsvárið kom yvir okkum og astronomar søgdu, sum rætt varð, at nógvar stjørnur kundu síggjast á himmalinum. Tríggjar dagar á rað vórðu vit vælsignað við, ja eg vil siga bestu konsertstjørnum í eitt mannaminni á trimum ógvuliga ymiskum pallum, rúmum og ikki minst støðum.  - Men hvør var hin besta konsertin á míni rundferð í kvøldarmyrkrinum millum tøttu spælistøðini Løkshøll, Tjarnir og Lívdina, sum tú eftir ongari tíð kanst náa, bara plakatin festir í og bjóðar inn til tað, sum hon veruliga gjørdi hetta stjørnuvikuskiftið? Løkshøll: Sivert Høyem  Fríggjakvøldið hoyrdist sterkasta mannfólkarøddin úr Vesterålen at syngja út yvir Noregshav, Atlantshav, Íslandshav, ja Norðurhøv, kært barn har mange navne, sum geografarnir, ið ikki altíð eru so samdir, siga og skriva, á skrá í Løkshøll. Sivert Høyem frá Sortland á Langøya við ikki færri enn átjan sangum. Takk til U...