Summar orðamyndir standa sterkast fyri tær, tá tú ikki væntaði at hoyra tær. Sum í sendingini Úr Íslandi til Sumbiar at vaksa upp hjá Tórði Mikkelsen mánakvøldið fyri nátturða. Tað er eitt avgjørt nýbrot at hoyra 91 ára gomlu Henny Egholm í besta nútíðar ljóðkvaliteti fortelja beint fram og uttan at verða avbrotin ella kommenterað um barnaár í Sumba, og tað, sum tá fór fram. Ikki er tað tespuligt, sum tá øvrigheitin kemur við fakligum sannleiksvitni norðan úr Havn eftir eini gentu, ið ikki er sum hini. Hon rennur undan, nú hon skal sendast av landinum. Fyri hennara egna besta. Tú sært hendingina fyri tær sum hin ljóslivandi filmur undir eygnalokunum. Hetta er besta heimliga útvarpsarbeiði eg havi hoyrt í fleiri ár. Kanska tí tað var so óvæntað, nú tað mánakvøldið kom á meg. Púra uttan nakað forhondsreyp. Og so hin tvey ára gamla, sum dettur í vaskitunnuna og doyr, sum í einum Johnny Cash sangi á fátækastu cotton picking heiðini over there. Ikki er tað lætt...