Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur á egna miðilinum Truth Social, at The Boss, Bruce Springsteen, sær út sum ein turka sviska, ið hevur fingið ringa viðferð frá plastikkskurðlæknanum. Nú er langi fríggjadagur, tá øll binda frið og bíða eftir páskadegi, sum boðar øllum kristnum frá nýggjari vón. Hvørji menniskjanslig og sálarfrøðilig grundsjónarmið síggja vit í orðunum hjá amerikanska forsetanum, tá vit bera saman við allar sangir og virksemið hjá amerikanska sangaranum, sum hann leggur eftir? Hetta var nett spurningurin, eg setti vitlíkinum hjá Microsoft, Copilot, og niðanfyri er útgreinaða svarið. Svarið frá Copilot byrjar soleiðis: Her er ein greið og rólig greining, sum tekur støði í tí, tú hevur lisið á VP.fo , men eisini í tí psykologiska og menniskjansliga landslagnum, sum slík útsøgn hjá einum forseta setir í gongd, serliga tá hon verður borin saman við lívsverkið og sangunum hjá Bruce Springsteen. 🌿 Menniskjanslig og sálarfrøðilig sjónarmið í úts...