Inngangur til sýningina við Taxi Driver í Filmsfelagnum 28. oktobur 2026. Rannvá Jónsdóttir tók myndina. Vit liva í tíðum við nógvum fokusi á bøkur, tí Bókadagar eru. Tí verður tú rímiligvís spurdur, hvørja bók tú lesur beint nú, og hvør var fyrsta bókin, tú minnist teg hava lisið. Men óreinskutíð, síðsta bókin eg havi lisið, er so tunn, at hon telur bara 58 síður, so eg fari, undanstøkkandi og samvitskuraktur, í kvøld at gera mær tað tankaeksperiment, at svara bókaspurninginum: eg lesi ikki bøkur. Í staðin fyri bøkur innbundnar í rygginum og við isbn tali, lesi og fordjúpi eg meg í staðin í vælskrivaðum essay líknandi tekstum hjá BBC, sum hvønn fríggjadag klokkan eitt sendir sjey tær bestu greinarnar út til haldarar. Beint nú um ein mann á bygd í Avstralia, sum í bili koyrdi á lokalu parlamentskvinnuna, so hon mist annað beinið og kanska hitt eisini, tí bilførarin fanst at hennara umhvørvispolitikki - og so lesi eg um kenjanska prædikumannin, sum í skugganum av kristnu trad...